Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar Borgward koma aftur Eitt av best kendu týsku bilmerkjunum frá tíðini áðrenn og eftir seinna heimsbardaga, Borgward, fær nú comeback við einum heilt nýggjum Borgward BX7 Gongst sum ætlað kemur tað fyrr so kenda týska bilmerki, Borg­ward, aftur á marknaðin. Borgward var ein týsk bilverksmiðja, sum varð stovnað í 1920-unum av Bremen av Carl F. W. Borgward. Ein av best kendu Borgward var Isabella, sum varð væl umtóktur og tann mest seldi av øllum Borgward modellunum. Men í 1961 var Borgward ævintýrið í Bremen liðugt, tá verksmiðjan fór á húsagang. Í 1963 varð verksmiðjan seld til Mexico, har framleiðslan av Borgward Isabella og P100 helt fram til 1970. Borg­ward konsernin framleiddi bil­ merkini: Borgward, Hansa, Goliath og Lloyd. Framleiðslan byrjar Tað er abbasonur Carl Borgward, Christ­ian Borgward, sum hevur ætl­ an­ir um at koma á marknaðin aftur við bilmerkinum Borgward. Christian Borgward hevur savnað ein bólk av in­vestorum, sum eru til reiðar at seta kapital í Borgward verkætlanina. Nýggi Borgward varð sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í 2015. Fyrsti bilurin verður ein Borgward BX7, sum eftir ætlan kemur á markn­ aðin í 2016. Talan er um ein væl út­ gjørdan luksus SUV. Borgward BX7 kemur eftir ætlan á marknaðin í 2016 Borgward Isabella var tann mest seldi av øllum Borgward modellunum B ilrøkt bjóðar seg í hesum døgum fram til at vetrarklárgera bilar eins og at skifta dekk. Veturin stendur fyri durum, og bil­ eigarar mugu gera sínar bilar vetrar­ klárar fyri at standa seg í tí nógvu ferðsl­uni við sera ymiskum koyri­lík­ indum. Bilrøkt hevur spesialiserað seg í at slípa, polera, reinsa og lakkfor­ segla bilar, so teir síggja út sum spildurnýggir – gjøgnumført reinir og blankir uttan og innan. Umframt tað er fyritøkan eisini dekksøla við verkstaði til umvælingar so sum oljuskift, dekkskift og balan­ s­ering. Verkstaðurin er út­gjørdur við nútímans dekk- og balan­serings­ maskinum, og teir skaffa øll sløg av dekkum. – Vit bjóða okkum fram sigur at teir eisini bjóða seg fram til at kanna dekk, olju, ljós, sprinklaravesku og viskarabløð, sigur Jákup á Borg frá Bilrøkt Jákup á Borg frá Bilrøkt Vetrar­klárgering og dekk