Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar Tivoli frá SsangYong E in heilt nýggjur SsangYong er komin á føroyska marknaðin. Tal­an er um SsangYong Tivoli við flottum designi í evropeiskum stíli. Orsøkin til navnið Tivoli er m.a., at tað í reklamum fyri bilin verður lisið aftanífrá sum “I lov it”. Hesin nýggi Tivoli ein rúmligur og sera væl útgjørdur SUV við góðum plássi til tey ferðandi bæði framman og aftan. Bilurin er góður at koma í og úr eins og útsýnið er sera gott frá førarasetrinum. Viðførisrúmið er við sínum 423 litrum eitt tað størsta í sínum klassa. Frá innast til uttast er bilurin merktur av gjøgnumførdum kvaliteti. Í fyrstu atløgu fæst SsangYong Tivoli 1,6 litra bensinmotori við 126 hk. Seinni kemur hann bæði sum diesel og sum 4x4. SsangYong Tivoli hevur hópin av innbygdum trygd­ar­ wwskipanum. Umframt at Sangyong eru væl rustviðgjørdir, hava teir 5-ára mekaniskt garanti. Koyrieginleikarnir eru góðir, og bilurin er stabilur undir øll­um koyriumstøðum eins og bensin­ motorurin er kvikur og økonomiskur. Bilførarin kann stilla servostýringina soleiðis at bilurin kann vera lættari ella tyngri at stýra – alt eftir koyri­um­ støðunum. Í mun til kappingarneytarnar er prísurin avgjørt kappingarførur. Bil­ urin, sum vit royndarkoyrdu, var ein SsangYong Tivoli við 1,6 litra bensin­motori, ið kostar kr. 249.000. Bilurin kann síggjast og roynast á Bilverkstaðnum v. Hans J. Kollsker á Hjalla. 85 ára aldurs­ munur Her eru politisku viðmerkjararnir Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov við hvør sínum svørtum Fordi. Bilurin hjá Árna er ein Ford Mondeo frá 2015 við 2.0 litra bensinmotori við 204 hk, og tann hjá Eiriki er ein Ford A frá 1930 við 3.3 litra bensinmotori við 40 hk. Ford Mondeo hevur 6 automatisk gear, meðan Ford A hevur 3 manuell gear. Árni sigur, at hann hevur havt fleiri Ford Mondeo. Teir hava góðan kom­ fort og eru tryggir. Hann yvirlivdi eina álvarsliga ferðsluvanlukku í ein­um Ford Mondeo. Eirikur sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri gomlum bilum, og hesin er ein sannur fongur. Hann hevur havt bilin seinastu 8-9 árini. Fyrsti bilur, sum kom til Føroya var eint Ford T lastvognur. Hann kom á Havnina við DFDS skipinum »Island« tann 6. mai í 1922. Ford A er annað ættar­lið av Ford T – ella ein víðari mentur bilur. Nógvir Ford A vóru í Før­oyum fyri seinna heimsbardaga. Bilarnir vórðu framleiddir frá 1927 til 1931. Tilsamans vórðu 4.858.644 Ford A framleiddir. Hesin Ford A Town Sedan kom til Føroya 22. februar í 2006.