mánadagur 19. oktober 2015síða 71
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
39
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hjálmar Dam
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM
ORÐUM:
Eg vil ikki begrensa eitt menniskja við
trimum lítlum lyklaorðum. Men eg spurdi
konuna, hon segði: pliktuppfyllandi,
effektivur og super lekkur.
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Havi ongantíð átt hvørki bil ella
koyrikort. Eigi eina deiliga súkklu
og bussarnir koyra ókeypis.
HVAT MERKI ER
TELEFON TÍN?
Sony Experia, ein sokallað 'smart'phone.
Hon er so skítbýtt. Eg kann av óvart
avbróta eitt uppkall, tí mítt oyra nertur við
touchscreenin. Altso, hvar skal oyra so vera?
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Eg arbeiði freelance, tá eitur onki
feria. Antin havi eg arbeiði ella eri eg
arbeiðsleysur. Men eg fari at bjóða konuni
og dóttrini til París næsta summar.
Satsi uppá at tað verður tann besta.
HVAT ORÐ ELLA HVØNAN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Elskaða. Tað orðið brúki eg hvønn dag,
allan dag til konuna og dóttrina.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Tað er so ymiskt, so nógv at seta prís uppá.
Tá ein kvinna er trygg og følir seg sexy
so skínur hennara vakurleiki ígjøgnum.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM
LAG?
Smá dagligdags ting. Sum tá eg føli á
dóttrini, at eg eri ein góður pápi, og tá eg
síggi á konuni at eg eri ein góður maður.
HVAT STRESSAR TEG?
Klokkan. Eg hati at vera for seinur.
HVØR ER TÍN
YNDISRÆTTUR?
Ein virkuliga óinspirerandi spurningur.
Ein nógv betri spurningur hevði verið: Um
tú bara slapp at eta ein rætt restina av
lívinum, hvør hevði hann verið? Eg havi
ongan yndisrætt. Eg elski at gera mat og
at eta gott, men eg fylgi árstíðunum. Gleði
meg til ræst kjøt og riv í næstum og ikki
minst jóladunnuna um nakrar mánaðir.
HVAT GLEÐIR TEG?
Tá eg kenni at eg geri mun í
lívinum hjá einum øðrum.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Eg gangi ikki vanliga og ynski nakað
sum helst. Men tá dóttir mín var komin
í verðina, legði eg merki til at mín sál
hevði ynskt sær hana í langa tíð.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Allastaðni. Eina mest innan sjónleikin, á palli,
á filmi, rundanum og aftanfyri, men eisini
freelance altmuligmand. Summi siga seg ikki
duga okkurt, tí tey ikki hava roynt tað fyrr.
Eg hugsi mótsatt; man eg ikki kunna finna
útav tí, eg havi ongantíð ikki klárað tað fyrr.
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA VINNU
ELLA ØKI?
Eg haldi sjónleikurin valdi meg. Eg
havi bara síðani valt at siga ja til tey
projektir sum eg havi forelskað meg í.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tá man sleppur at vera partur av einari
verkætlan sum inspirerar, rørir menniskju,
broytir samfelagið til tað betra, og
lyftir listina uppá eitt hægri støði.
HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR
TÚ EFTIR?
Tí sum koyrir í bakgrundini. Alt er gott.
HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN
OG HVÍ?
So hvussiíer ikki mín lorta sony
experia, tað veit eg.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ
HEVUR GJØRT?
Parforholdið og familjan. Annars eigi
eg onki og eg havi onga skuld.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Tak uppvaskið og rudda køkin áðrenn tú
leggur teg. Morgunmatur í bumbaðum
køki er ein vánaligur startur uppá dagin.
HEVUR TÚ NAKAÐ
HÚSDJÓR?
Okkara praktfulli hundur Mário.
Labrador og Border-Collie bland.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN EINA MILLIÓN?
Hildið ball. Kanska ein stóran føðingardag
ella eitt brúdleyp, kanska.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT,
UM TÚ VANN TÍGGJU
MILLIÓNIR?
Ikki fortalt nøkrum um tað...
HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM
OG HVÍ?
Tann fantastiski mótgangur man
møtir allastaðni tvingar teg til antin at
steðga upp ella vaksa við uppgávuni.
Eg hevði ikki verið uttan Føroyar.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Eg eri har eg altíð eri. Beint her sum eg eri.
Sjónleikurin valdi meg
Eg arbeiði freelance,
tá eitur onki feria