mánadagur 19. oktober 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
38
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nú kemur
Lukas Graham
T
að finst neyvan nakað heitari
poppnavn á okkara leiðum í
løtuni enn Lukas Graham. Bólk
urin, ið hevur tikið navn eftir sang
aranum í bólkinum Lukas Graham
Forchhammer, hevur seinastu árini
spælt seg upp á tindarnar í donskum
popptónleiki, og onnur lond eru langt
síðani farin at toga í bólkin eisini.
Í Føroyum hevur Lukas Graham
eisini sera stóra undirtøkur, og hon
gjørdist ikki minn, eftir at bólkurin
framførdi á Summar Festivalinum í
august. Talan var um eina av bestu
konsertunum á Vágsbøi nakrantíð, og
Lukas Graham var stórliga fagnaður
fyri framførsluna.
Tað var í hesum sambandi, at bólk
urin lovaði at koma aftur til Føroya at
spæla í heyst, og nú eru teir ávegis við
sínu fantastiska showi.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið
hevur Lukas Graham konsert í høllini
á Hálsi í Havn. Konsertin leygarkvøldið
er langt síðani útseld, men framvegis
eru atgongumerki eftir til konsertina
fríggjakvøldið. Báðar konsertirnar eru
standikonsertir.
Gjøgnumbrotið
Tað byrjaði annars róliga hjá Lukas
Graham í Keypmannahavn, har slat
urin um ein serliga góðan og orkufull
an bólk spakuliga spreiddist. Alt fleiri
fólk leitaðu til konsertir hjá Lukas
Graham, og á YouTube fingu teir alt
fleiri sýningar.
Tá ið so 600 fólk eitt kvøldið
máttu fara heimaftur, tí tey ikki
sluppu inn á eitt konsertstað, har
Lukas Graham spældi, bar ikki longur
til at fjala tíðindini um bólkin.
Copenhagen Records gjørdi í 2011
plátusáttmála við Lukas Graham,
og yrkisleiðin hjá bólkinum tók eitt
stórt stig rætta vegin, tá ið staklagið
Ordinary Things gjørdist ein tann
mest spældi sangurin í Danmark og
vann heiðursløn hjá DR-rásini P3.
Áðrenn fyrsta fløgan kom frá bólk
inum, fór Lukas Graham á konsertferð
og spældi 45 konsertir – fyri tað
mesta útseldar – har fleiri enn 30.000
fólk vóru og lurtaðu.
Síðani hevur bólkurin staðfest sína
støðu størsti poppbólkurin í Danmark,
og eftir hitlistaplaseringar í Týsklandi
og Eysturíki, kom amerikanska Warn
er Brothers inn á vøllin og gjørdi sátt
mála við Lukas Graham.
Framúr poppur
Lukas Graham spælir ghetto-popp,
tey kalla.
Tónleikurin er eitt bland av poppi,
soul, funk og hiphop, og væl er bland
að, tí tónleikurin situr framúr væl, og
við sangum sum Ordinary Things,
Drunk In The Morning, Mama Said, 7
Years og fleiri hava teir klatrað hitt
listar og vunnið út í útvarpsrásirnar
sum fáir bólkar megna.
Ummælini av framførslum hjá
Lukas Graham staðfesta aftur og
aftur, at bólkurin er framúr væl spæl
andi, og sangarin Lukas Graham
Forchhammer er eitt sangtalent av
teimum heilt stóru.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið
ber so til at uppliva Lukas Graham
á føroyskum palli, og teir í bólkinum
hava umvegis facebook vangan latið
frættað, at teir gleða seg óført til
konsertirnar í Føroyum.
SHEERAN
SETT MET
Tónleikarin Ed Sheeran hevur
sett nýtt stroymingmet á Spotify.
Sangurin Thinking Out Loud er
blivin stroymaður meira enn 500
milliónir ferðir, og so ofta er eingin
annar sangur spældur á Spotify.
Ed Sheeran er millum best um
tóktu popptónleikarar í heiminum í
løtuni, og uppgerð hjá Spotify vísir,
at Ed Sheeran er annar tónleikarin,
sum er farin upp um 2 milliardir
stroymingar á Spotify – hin tón
leikarin var Eminem.
BOWIE GIVIN
AT SPÆLA
David Bowie hevur ikki spælt nakra
konsert seinastu 10 árini, og hann
ætlar sær ikki at spæla fleiri kon
sertir.
Konsertfyrireikarin og umboðs
maðurin David Giddings sigur, at
Bowie er sera avgjørdur um, at
hann ikki fer á konsertferð aftur,
og Giddings sigur seg heldur ikki
spyrja Bowie meira um tað.
Seinasta konsertin hjá Bowie
var í Týsklandi í 2004.
METALLICA
VIÐ
NÝGGJUM
Amerikanski rockbólkurin Metallica
arbeiðir í løtuni við nýggjum sang
um, sum teir ætla at útgáva.
Seinasti sangurin, sum kom frá
Metallica, kom út í fjør. Sangurin
kallaðist Lord of Summer. Seinasta
heila útgávan frá Metallica er frá
2008.
James Hetfield, tónleikari í
Metallica, sigur, at teir eru í holt
við nýggjar sangir, og at teir helst
eru komnir ein triðing ávegis við
nýggja tilfarinum.
Metallica var stovnað í 1981,
og bólkurin hevur gjørt 9 studio
útgávur umframt konsertútgávur,
stakplátur og annað.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið hevur glóðheiti Lukas Graham konsertir
í Havn. Bólkurin hevur verið á ferð í Týskandi, Onglandi, Noregi og
USA, og nú eru teir klárir til tvær rimmar konsertir í Føroyum
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða konsertir við Lukas Graham í Havn
Signar í Homrum hitar upp til báðar konsertirnar við
Lukas Graham í Havn komandi vikuskiftið.
Signar hevur John Johansen og Henning Nicodemusen
við sær á pall, og trioin fer at spæla teir væl umtóktu og
kendu sangirnar hjá Signari – eitt nú Sorgblídni og Tað
er gott at elska.
Konsertirnar byrja kl. 21.00, og eftir at Signar hevur
hitað fjøldina upp, fer Lukas Graham á pallin.
Signar hitar upp