mánadagur 19. oktober 2015síða 69
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
37
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
R
áðstevnan, sum verður í Bylgjuni í Runavík, fevnir um tveir
dagar, 22. og 23. oktober.
Fyrraparturin hósdagin 22. oktober fer at snúgva seg
avbjóðingar innan verkætlanarleiðslu við áherðslu á grundfestan,
og seinnaparturin eftir miðmál fer at snúgva seg um samskifti
sum eitt leiðsluamboð, har tú lærir og sleppur at royna teg sjálv/-
an.
Hóskvøldið verður í Løkshøll, har verður tosað um X-factor
sum dømi um verkætlanarleiðslu innan undirhaldsídnaðin.
Hóskvøldið er alment og er ætlað teimum sum hava ein X-faktor
í búkinum og teimum nógvu, sum trúliga fylgja F
føroyingum á X-faktori. Tilmelding til X-faktor kvøldið er á
www.loksholl.fo.
Fyrsta evnið á skránni fyrrapartin fríggjadagin 23. oktober
verður um ”sertifisering” - og hvat sertifisering er. Her verður víst
á royndir hjá norðurlendskum leiðarum, sum brúka sertifiseraðar
verkætlanarleiðarar. Málbólkurin er leiðarar í vinnuni og fyri
sitingini.
Eftir miðmál fyrrapartin fríggjadagin verður røtt um føroyskt
fíggjaðar verkætlanir uttanlands - og um útlendskt fíggjaðar
verkætlanir í Føroyum.
Tá sjálv ráðstevnan er liðug út á seinnapartin fríggjadagin,
verður galladøgurði við undirhaldi saman við luttakarunum á
Faroexpo.
Neyva skráin fyri sjálva ráðstevnuna hjá FVL kann lesast á
heimasíðuni www.fvl.fo, og her sæst eisini, at framsøgumenn
verða bæði úr Føroy-um, Danmark, Íslandi og Noregi.
Formaðurin í FVL, Jan á Argjaboða, sigur, at øll, sum hava
áhuga í verkætlanarleiðslu, eru vælkomin at tekna seg til
ráðstevnuna í Runavík.
- Umráðandi er at melda til sum skjótast, og hetta gerst við at
skriva til fvl@fvl.fo, leggur formaðurin aftrat.
Vilja menna støðið
Felagið Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL) er eitt økisfelag hjá
danska felagnum ”Foreningen Dansk Projektledelse” Endamálið
hjá FVL er at viðvirka til at menna støðið innan verkætlanarleiðslu
í Føroyum. Hornasteinurin í virkseminum er at geva limunum
møguleikan at gerast altjóða viðurkendur sum IPMA sertifiseraður
verkætlanarleiðari.
Ein týðandi partur er eisini tað netverk, sum FVL gevur
atgongd til.
Í samband við ráðstevnuna hevur tað Norðurlenska
prosjektleiðarasamtakið - NORDNET - valt at leggja teirra
nevndarfund í Føroyum leygardagin.
- Øll, sum arbeiða við, ynskja at arbeiða við - ella fólk, sum vilja
vita meira um projektleiðslu - kunnu tekna seg og sína fyrtøku
sum lim í felagnum og kunnu soleiðis taka lut í teimum tiltøkum,
sum FVL skipar fyri, sigur formaðurin í FVL, Jan á Argjaboða.
Forvitnislig ráðstevna
um verkætlanarleiðslu
Felagið Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL), sum í ár hevur 10 ár á baki, skipar 22. og 23.
oktober fyri áhugaverdari ráðstevnu um professionella verkætlanarleiðslu í Runavík
- Umráðandi er at melda til ráðstevnuna sum skjótast, og hetta gerst við at
skriva til fvl@fvl.fo, sigur Jan á Argjaboða, formaður í FVL
Vit selja
føroysk
epli,
neyta- og
seyðakjøt!
Í klaksvík fríggjadagin 23.
Við Magn støðin
Í Hoyvík leygardagin 24.
Við MBM
neyta & seðakjøt í durasølu
20 kg eskir 1500
MiðstoVugarðurin
á sandi · 22 02 03
Hóskvøldið 22. oktober frá
klokkan 19 til 21 verður eitt
tiltak í Løkshøll, sum verður rópt
Projekt X-factor - Backstage.
Her fara Linda Andrews,
Sveinur Gaard Olsen og Jógvan
Joensen, sum øll hava luttikið
í X-factor, at greiða frá sínum
upplivingum.
Per Zachariassen, framleiðari
av X-factor, fer eisini at greiða
frá X-factor sum dømi um verk
ætlanarleiðslu innan undirhalds
ídnaðin.
Hetta verður eitt forvitnisligt
og øðrvísi tiltak í Løkshøll á
mentanarvikuni.
Projekt X-factor í Løkshøll
Kend nøvn fara at greiða frá, hvussu tað
var at luttaka í og fyriskipa X-factor