mánadagur 19. oktober 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
36
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
FAROEXPO
Barnagarðar við
á mentanarviku
Bæði Barnagarðurin á Mýrunum og Barnagarðurin í Søldarfirði
fara at hava forvitnislig tiltøk á mentanarvikuni
N
áttúran er ikki bara okkara;
hon er til láns. Tí hava vit gjørt
av, at evnið hesaferð verður
”Náttúruarvur - hvørja náttúru lata
vit eftirkomarum okkara”
Tað siga tey, sum standa aftanfyri
Barnagarðin á Mýrunum í Runavík.
Framsýning
Starvsfólk og børn á Mýrunum hava
skipað eina framsýning, sum verður í
Stórustovu á stovninum, og her verður
evnið lýst. Framsýningin verður opin
alment á mentanarvikuni, týsdagin
20. og hósdagin 22. oktober, báðar
dagarnar frá klokkan 10-12.
Meðan framsýningin er opin al
ment, verður høvi hjá vitjandi at fáa
ein kaffimunn.
– Vit fara eisini at lata hurðarnar
upp til spæliplássið, og her verður
høvi at síggja okkara uttandura hent
leikar og vøkru náttúru. Vit bjóða
eisini ein heitan kopp av kakao í
okkara Bálhúsi.
Tey siga, at listafólk eisini fara at
prýða inngongdir í barnagarðinum við
málningalist, meðan mentanvikan er.
Ævintýralistaverk
Barnagarðurin í Søldarfirði verður
eisini partur av skránni fyri mentanar
vikuna. Mikudagin 21. oktober klokk
an 16.00, verður fernisering av
ævintýralistaverki, sum børnini hava
málað á nakrar av stóru steinunum á
parkeringsøkinum hjá Sóljuhjartanum.
Børn og starvsfólk bjóða kakao og
bollar til ferniseringina, øll eru væl
komin.
Barnagarðurin á Mýrunum liggur í sera vakrari náttúru
Børn og starvsfólk í Barnagarðinum í Søldarfirði
Madam Gaardbo er
við á mentanarviku
Á mentanarvikuni fer Madam
Gaardbo at hava eina PopUp Shop
á Heiðavegi 50 í Saltangará
Skráin fyri mentanarvikuna Ským
ing er rættiliga rúgvusmikil og fjøl
broytt.
Eitt av tiltøkunum í skránni er
ein PopUp Shop á Heiðavegi 50 í
Saltangará, sum handilin Madam
Gaardbo, sum annars húsast í Vágs
botni í Havn, fer at hava.
Tað er Elsa Gaardbo Lützen, sum
eigur og rekur Madam Gaardbo, og
hon fer at hava opið mánadag, týs
dag og hósdag frá klokkan 11 til
17.30, mikudag frá klokkan 11 til
17.30 og aftur frá klokkan 19 til 22.
Fríggjadag verður opið frá klokkan
11 til á midnátt, og leygardag frá
klokkan 11 til 14 - allar dagar í hesi
vikuni, nú mentanarvika er.
Kvinnukvøld
Umframt at PopUp Shop-handilin
verður opin, bjóðar Madam Gaardbo
eisini til eitt spennandi kvinnukvøld,
sum verður mikukvøldið frá klokkan
19 til 22.
15 teir fyrstu kundarnir hjá
Madam Gaardbo fáa ein gávuposa.
Elsa Gaardbo Lützen fer at hava
ymisk góð tilboð á mentanarvikuni,
og her verður eisini høvi til ábit og
smakkiroyndir.
Tey, sum hava áhuga fyri tiltak
inum hjá Madam Gaardbo, kunnu
eisini hyggja inn á facebook-síðuna
Madam Gaardbo.
Umframt at PopUp Shop-handilin verður opin á mentanarvikuni,
bjóðar Madam Gaardbo eisini til eitt spennandi kvinnukvøld
Orkis – ein
aktivur
leikari á
mentanar
vikuni
Lagt verður fyri í Orkis longu í kvøld,
mánakvøldið 19. oktober klokkan
19.30, við einum forvitnisligum
mentanarkvøldi, sum klædnahandilin
Shop-In eisini er partur av.
Á skránni fyri kvøldið í kvøld
verður mótasýning í Shop-In, og her
fáa tey fyrstu 20 viðskiftafólkini, sum
keypa fyri 400 krónur ella meira, ein
gávuposa.
Í Orkis lata tvær framsýningar upp
í kvøld, og báðar hava fernisering.
Talan er um tvær listakvinnur, Ritu
Larsen, ið sýnir fram málingalist - og
Sædis Eilifsdóttir, ið letur upp glas
framsýning.
Á skránni í Orkis í kvøld verður
eisini sangur við Elinborg Pálsdóttir,
og her verður høvi at ogna sær fløg
una, sum hon hevur givið út.
Tiltakið í Orkis og Shop-In í kvøld
er ókeypis, og báðir handlarnir fara at
hava góð tilboð, eins og okkurt gott
verður til góman.
Grønar fingrar
Hóskvøldið 22. oktober frá klokkan
18.30 til 22 og leygardagin 24. ok
tober frá klokkan 15 til 17 verður
eisini eitt forvitnisligt tiltak í Orkis.
Tá fer Rita Larsen, sum er gartnari,
at veita ráð og vegleiðing um urta
garðin. Hon fer eitt nú at greiða frá,
hvussu urtagarðurin best verður
gjørdur klárur til veturin, og hon fer
at gera burtur úr tulipanleykum, sum
skjótt verða settir í moldina.
Høvi verður eisini at seta spurn
ingar.
Hetta tiltak er eisini ókeypis, men
neyðugt er við tilmelding - og eisini
hesar dagarnar fæst okkurt gott til
góman í Orkis.
Trumfa í Orkis
Eitt annað tiltak, sum eisini verður í
Orkis á mentanarvikuni, er Trumfa,
sum verður fríggjakvøldið.
Frá klokkan 21 hetta kvøldið verða
smakkiroyndir við Gómagott-sjokulátu
og Peter Larsen-kaffi.
Her verður eisini livandi tónleikur
við fløguaktuella, Tummas Eivindi.
Eisini fríggjadagin og fríggjakvøldið
verður høvi at síggja framsýningarnar
í Orkis hjá ávikavist Ritu Larsen og
Sædis Eilifsdóttir.
– Vit kunnu leggja aftrat, at longu
í kvøld, tá mentanarkvøld verður í
Orkis og Shop-In, verður eisini høvi at
síggja eina pyntaða jólastovu í Orkis,
siga tey á Glyvrum.
Tiltakið við kenda rennaranum og
gongumanninum verður í Løkshøll
týskvøldið 20. oktober – tað er í
annaðkvøld – frá klokkan 19.30 til
20.30.
Eingin ivi er um, at tað, sum Pól
fer at siga, verður sera áhugavert og
gevandi fyri tey, sum koma at lurta.
Hann fer at greiða frá, hvussu
hann fekk motivatión til at røkka
sínum málum.
Broytti lívið
Sum 46 ára gamal valdi Pól Sund
skarð at broyta sítt lív. Hann byrjaði
at renna og hevur seinastu 10 árini
runnið umleið 50.000 kilometrar og
hevur verið á øllum fjallatoppunum
í Føroyum fleiri ferðir.
Úr rúgvuni av tí, sum hann hevur
rokkið hesi árini, kunnu vit nevna,
at Pól í 2014 rann eitt spartathlon,
sum er 246 kilometrar upp á 35
tímar og 18 minuttir.
Hann hevur eisini runnið 186
kilometrar í 24 tímar (mai 2014) og
246 kilometrar í 35 tímar (septemb
er 2014).
Pól Sundaskarð hevur eisini
megnað at runnið 530 kilometrar í
seks dagar (mai 2015).
Góður íblástur
– Í Løkshøll í annaðkvøld klokkan
19.30 verður høvi at hoyra Pól
Sundskarð og fáa íblástur frá honum
til at seta sær mál í lívinum, siga
fyrireikararnir av mentanarvikuni
Skýming.
Pól Sundskarð í
Løkshøll í annaðkvøld