Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Fíggjar­lóg uttan hall í 2016 Avlopið verður ikki stórt, men vit sleppa undan at fáa hall fyri 9. árið á rað í 2016 Árni Gregersen – Tað verður ikki hall á fíggj­ ar­lógini í 2016. Tað er við fastari rødd, at nýggia landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, staðfestir, at nú er endi á langa list­ anum við fíggjarlógum við halli. – Vit hava sett okkum fyri – eins og fráfarna samgongan – at í 2016 hevur fíggjarlógin ikki hall. Við tí ferð, sum er á búskapinum og teimum góðu inntøkumøguleikum sum eru, má søgan við halli ár eftir ár fáa ein enda, sigur hon. Hon situr í skrivstovuni ovast uppi í Albert Hall á Argjum. Útsýnið av skriv­ stov­uni er helst tað besta í Føroyum. Har er onki sum forð­ar landsstýriskvinnuni at skoða víða og hyggja heilt út í havs­brúnna. Kristina Háfoss hevur í fleiri ár verið framsøgu­ kvinna fyri Tjóðveldi í fíggjar- og búskaparmálum. Nú situr hon sjálv við ábyrgd­ini. – Hetta er nakað heilt ann­ að enn at sita í andstøðu. Her sleppi eg veruliga til verka og fái sett ferð á tey mál, sum eg haldi vit eiga at arbeiða við nú. Tað er okkara ábyrgd, sigur landsstýriskvinnan. Undirsjóvartunnlarnir Fyri góðari viku síðani skriv­ aði Eyðfinn Reyðberg, bú­ skapar­frøðingur, grein her í blað­num, har hann mælti til at útseta undirsjóvar­ tunnlar­nar eini tvey ár og brúka tíðina til at minka um al­mennu skuld­ina. Landsstýriskvinnan hev­ ur lisið tíðargreinina. – Eg eri ikki heilt samd. Vit halda okkum til breiðu politisku semjuna um at gera tunnlarnar. Metingar­stovn­ urin Moody’s er kunnaður um verkætlanina, men tað tykist ikki at ávirka ratingina og møguleikarnar at lána pen­ing fyri eina hóskandi rentu. Seinasta metingin frá stovn­inum gav okkum enntá eina eitt sindur hægri meting enn framman­undan, sigur Kristina Háfoss. Hon vísir á, at undir­ sjóvar­tunnlarnir verða gjørd­ir eftir líknandi leisti sum Vága- og Norðoyar tunnlar­nir. – Tá hesir skului ger­ast, var eisini sett stórt spurnar­ tekin við verk­ætlanir­nar og hetta er nátúrligt tá talan er um so stórar verkætlanir. Men í dag fáa øll gagn av hes­ um, og tað hevur víst seg, at leisturin virkar væl. Tí verð­ ur valt at byggja landið út við undirsjóvartunnlum eftir líknandi leisti, sigur hon. Hallið Í átta ár hevur fíggjarlógin havt hall. Nú lovar lands­ stýriskvinnan við fíggjar­ málum so, at næsta ár er hetta hall burtur, eisini sjálvt um undirsjóvartunnlarnir verða bygdir. Kristina Háfoss heldur, at hallið á fíggjarlógini hevur fingið frið í ov langa tíð. Búskaparliga framgongdin hev­ur verið so góð seinastu ár­ini, at politiska skipanin fyri árum síðani átti at havt syrgt fyri, at hallið var burt­ ur. – Tað krevur sjálvandi ómeta­liga nógv av teimum, sum hava politisku ábyrgd­ ina at fáa hallið burtur, men vit fremja í næstum ítøkilig átøk fyri at fáa hetta broytt, sigur Kristina Háfoss. Í løtuni verður arbeitt við at gera eitt nýtt fíggjar­lógar­ uppskot. Løgtingið hevur fingið fyrsta uppskotið, men tað var í veruleikanum bert ein framskriving, sum bygdi á fíggjarlógina fyri 2015. Framskrivaða fíggjar­ lógar­uppskotið hevði ongi politisk átøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni áðrenn tað kom í Løgtingið, men tað var lagt fram, tí sambært stýris­skipanarlógini, so skal uppskot um fíggjarlóg leggjast fram áðrenn 1. oktober. Í ár var løgtingsval 1. sep­ temb­er, og nýggja lands­ stýrið tók við 15. september, so tað vóru bert tvær vikur at koma við fyrsta upp­skot­ inum um fíggjar­lóg. Tá er van­ligt at fram­skriva fíggj­ ar­lógina og leggja hana fyri Løg­tingið. Síðan kemur broyt­ingar­upp­skot og harvið ein meira endalig fíggjarlóg seinni í árinum. – Tí arbeiða vit í løtuni av øllum alvi við at gera eitt nýtt uppskot, sum fyri tað fyrsta ikki gevur hall, men sum eisini skal fær eina polit­ iska viðgerð frá sam­gong­uni, sigur Kristina Háfoss. Enn vil landsstýris­kvinn­ an ikki siga, hvat skal gerast fyri at fáa hallið burtur. Hon sigur tó, at talan verður bæði um at minka útreiðslurnar og vaksa inntøkurnar. – Og skattalættin kemur 1. januar. Tað hava vit lovað og eg vóni og vænti eisini, at and­støðan fer at taka undir við skattalættanum til lág- og miðalinntøkurnar, sigur hon. Fyri at kunna geva skatta­ lætta, so er eisini neyðugt at fáa inntøkur til landskassan aðra­staðni frá. Nýggja samgongan hev­ ur sagt, at hon fer ikki at áleggja teimum, sum fingu skatta­lætta í sambandi við flat­skattin, hægri skatt, men tey fara hinvegin heldur ikki at fáa stórvegis skattalætta nú. – Vit fara at gera lands­ skatta­stigan minni »flata« við at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum. Hetta kann gerast uttan at hækka lands­ skattin hjá nøkrum. Tað gera Tað krevur sjálvandi ómeta­liga nógv av teim­ um, sum hava politisku ábyrgd­ina at fáa hall­ið burtur, men vit fremja í næstum ítøkilig átøk fyri at fáa hetta broytt