Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 meldurin vit, tí vit halda, at virðini í sam­felagnum skulu býtast javnari og tí, at vit halda, at skatturin á vanligari inntøku skal bera lutfalsliga minni part av landsins inntøkum, meðan vit hinvegin vilja breiðka skattagrundarlagið. Tað er avgerandi neyðugt at øll átøk vit fremja, eru fult fíggj­að, tí landið skal byggja á bú­skapar­liga trygga grund, sigur hon. Aðrar inntøkur Lønarskattur er ein stórur partur av inntøkum lands­ kassan, men kortini ikki meira enn ein triðingur av tí, sum landskassin fær inn. Umleið 4,5 milljardir eru samlaðu inntøkurnar hjá lands­kassanum og av teim­ um er bert umleið 1,4 milljard lønar­skattur. – Tað sum ræður um, er at breiðka skattagrundarlagið, so vit ikki leggja omaná løn­ ar­skattin. Hann er høgur nokk, sum hann er. Landsstýrið arbeiðir við at fáa samanhang í fíggjar­ lóg­ina. Nývaldu lands­stýris­ fólk­ini hava brúkt nak­að av tíð at seta seg inn í viður­ skift­ini í teim­um ymsu aðal­ ráð­num. Lands­stýris­fólk­ini vita øll, at nógv skal ger­ast áðrenn eitt uppskot um fíggj­ ar­lóg kann leggjast fram. Tí tey skulu bæði arbeiða við rakstraætlanini, men eis­ ini við íløgunum. – Sum skal flytast fram og sum tekur longur tíð enn væntað, so tað er nóg mikið at arbeiða við. Tí er tað gott, at vit hava fingið eitt sindur av arbeiðsfriði nú hesar dag­ ar­nar, sigur Kristina Háfoss. Landsstýriskvinnan mein­ar við, at Løgtingið ikki hev­ur verið saman alla sein­ astu viku meðan heyst­frí­tðin var og longu aftur í næstu viku hevur Norður­landa Ráðið fund í Reykjavík og tá er heldur ongin løg­tings­ fundur. Tað gevur landsstýrinum arbeiðsfrið, men tíðin at koma við uppskotinum til eina veruliga fíggjarlóg í staðin fyri tí framskrivaðu, gongur eisini skjótt. Undir 1.viðgerð segði fram­ søgukvinnan fyri Javnaðar­ flokkin, Helena Dam á Neystabø, at samgongan hevur ætlan um at koma við nýggja uppskotinum longu um hálvan novembur, so and­støðan og fíggjarnevndin fáa stundir at arbeiða við upp­skotinum og viðgera tað á ein ábyrgdarfullan hátt. Les meir á næstu síðu Sosialurin Uppgerð um hvat landið skal eiga Arbeiða við at greina, hvat landið skal eiga av fyritøkum og stovnum, heldur fram Árni Gregersen Undan valinum var eitt grein­ingararbeiði sett í gongd, sum hevur til enda­máls at finna fram til, hvat landið skal eiga av fyri­tøkum – ella vera part­ur av. Í løtuni eigur landið mill­um annað partabrøv í Bank Nordik – eigur Føroya Tele, part í Smyril Line, Atlantsflog og í fleiri øðrum fyritøkum. Í tíðargrein fyri góðari viku síðani her í blaðnum, mælti Eyðfinn Reyðberg, búskaparfrøðingur, til, at landið selur partabrøvini í Bank Nordik og letur Føroya Tele einskilja. – Eitt arbeiði var sett í gongd undan valinum fyri at greina, hvar land­ið eigur at eiga part í í vinnu­ lív­inum. Hetta arbeiðið held­ur fram nú, sigur lands­stýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi. Tað verður ofta víst á, at tað almenna eigur so stóran part av vinnu­lív­ inum, at tað næstan ger tað ómøguligt hjá privat­ um fyritøkum at fóta sær. – Vit eru eitt lítið sam­ felag, har vit ofta enda úti í, at ávísar fyritøkur ella stovn­ar hava monopol ella duopol. Hetta mugu vit sjálv­andi ansa væl eftir – og er talan um mono­pol ella duopol, so skulu tey vera undir strong­um eftirliti, sigur lands­stýriskvinnan. Hon vísir á, at tað ein­ asta sum er verri enn al­ menn monopol, er privat monopol. Í føroyskum vinnulívi hava vit eisini fleiri dømir um duopol – altso um tvær sterkar fyritøkur, sum hava ráðandi markn­ aðar­støðu. Tað er eisini nakað, sum strangt eftirlit eigur at verða hildið við. Hendan samgongan er tilvitað um, at stórur partur av føroyska vinnu­ lívinum og serliga lønar­ út­gjaldingunum koma frá tí almenna ella frá al­mennum ella partvís al­ menn­um partafeløgum. – At vit eru eitt so lítið samfelag ger, at vit ikki hava somu kapping á marknað­inum sum í størri londum. Tí síggja vit eis­ini heilt fáar stórar fyri­tøkur innan fleiri vinnu­greinir. Neyðugt er tí at hava eitt sterkt Kapp­ingar­eftirlit. Í einum lítlum samfelag er tað eis­ ini rættiliga nátúrligt, at tað almenna átekur sær lutfalsliga fleiri upp­gávur, enn í einum stór­um sam­ felag, sigur lands­stýris­ kvinnan. Nú verður so bíðað eftir greiningin, sum skal meta um, hvat er skilagott at tað almenna eigur part­ vís ella fult og heilt. arnig@sosialurin.fo – Tað sum ræður um, er at breiðka skattagrundarlagið, so vit ikki leggja omaná løn­ar­skattin. Hann er høgur nokk, sum hann er., sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum Myndir: Álvur Haraldsen