týsdagur 20. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FJØLMIÐLAR
Eirikur Lindenskov
Tað eru sera reyð tøl hjá
Sp/F Knassum fyri seinasta
roknskaparár. Felagið hevði
1.443.000 krónur í halli. So
hóast uppsjóvarfelagið Varð
in í Gøtu hevur sett pengar í
felagið og sett Poul Hansen
advokat at stjórna felagnum,
so gjørdist hallið dupult
so stórt sum tað var árið
frammanundan. Hetta er
áttanda árið á rað, at felagið
hevur hall.
Tað var í juli 2013, at Sp/F
Knassar
keypti
portal.fo
frá Føroya Tele. Miðlahúsið
hevði røkt portal.fo fyri
Føroya Tele frá 2000, men
gavst, tá Knassar tóku yvir.
Miðlahúsið valdi ikki at
keypa portal.fo, tá annar
áhugaður keypari var. Í stað
in fór Miðlahúsið undir sín
egna
tíðindaportal,
in.fo,
sum eftir stuttari tíð kláraði
at yvirhála portal.fo við før
oyskum tíðindum.
Í roknskapinum hjá Sp/F
Knassum tekur grannskoð
arin, sum er Numo, ógvuslig
fyrivarni og skrivar soleiðis:
– Leiðslan hevur gjørt
roknskapin við framhaldandi
rakstri fyri eyga. Leiðslan
væntar, at tillagingar og
effektiviseringar av rakstr
inum fara at bøta munandi
um gongdina, at felagið fer
at geva avlop næsta rokn
skaparár, og at felaigð við
verandi treytum frá ogn
arum kann halda fram við
sínum virksemi. Vit eru ikki
samdir í hesum metingum,
og roknskapurin átti, sam
svarandi ársroknskaparlóg
ini, at verið gjørdur við atliti
til uppathaldandi virksemi,
og nýttur roknskaparháttur
fyri innrokning og máting av
felagsins ognum og skyldum
átti at verið broyttur sam
svarandi hesum. Tað hevur
ikki verið gjørligt at gera
upp ávirkanina av hesum í
ársroknskapinum,
skrivar
grannskoðarin.
Og grannskoðarin sigur
víðari:
– Tað er okkara fatan, at
ársroknskapurin, orsakað av
tí, sum er nevnt í grundar
lagnum fyri avsannandi nið
urstøðu, ikki gevur eina rætt
vísandi mynd av felagsins
ogn, skuld og fíggjarligum
skyldum pr. 28. februar 2015,
og úrslitið av felags virksem
inum í roknskaparárinum
1. mars 2014 til 28. februar
2015, samsvaradi ársrokn
skaparlógina.
– Tað er okkara fatan, at
ársaðalfundurin ikki eigur
at góðkenna ársfrásøgnina,
skrivar grannskoðarin í árs
roknskapinum.
Tá leiðslan í felagnum í
ársfrásøgnini sigur, at
»tillagingar og effektivi
seringar av rakstrinum fara
at bøta munandi um gongd
ina, at felagið fer at geva av
lop næsta roknskaparár«,
so eru tað somu tónar,
sum leiðslan hevði í seinasta
ársroknskapi. Tí tá skrivaði
leiðslan, at
»leiðslan er ikki nøgd við
gongdina, men felagið hev
ur havt nógvar eingangsút
reiðslur í árinum umframt at
vanligar útreiðslur gjørdust
nógv størri enn mett var
frammanundan. Umfatandi
tillagingar eru gjørdar og
leiðslan væntar avlop kom
andi ár«.
Úrslitið var tó, at hallið
tvífaldaðist.
Roknskapurin vísir ann
ars, at bruttovinningurin
minkar við 40 prosentum,
meðan
lønarútreiðslurnar
hækka. Goodwill verður av
skrivað yvir 20 ár, sum er
fýra ferðir tað vanliga. Fyri
úrslitið merkir tað, at stórur
partur av hallinum verður
flutt til seinni ár – ella at hall
ið í veruleikanum er mun
andi størri.
Felagið er bundið av fígg
ing frá øðrum, tí tað hevur
ongan tøkan pening. Lánið í
peningastovni er hækkað við
417.000 til 1,3 milljón krónur.
Felagið hevur ikki megn
að at goldið nakað av lánin
um
til
assosierað
virki
(Varðin í Gøtu) og er skuldin
hækkað við rentuni, og er nú
útvið fýra milliónir krónur.
Skuldin til vanligar veit
arar hækkar við 60 pro
sentum og er nú komin upp
á 1,1 milljón krónur.
Um tað eydnast leiðsluni
í Knassum at fáa avlop í
komandi
roknskaparári,
so verður tað fyrstu ferð í
níggju ár, at Sp/F Knassar
hevur yvirskot.
Roknskaparárið er frá
1. mars til 28. februar, so
átta mánaðir eru farnir av
»komandi
roknskaparári«,
og tí veit leiðslan, hvønn veg
tað ber.
Samanlagda hallið hjá fe
lagnum er nú 2.994.000 krón
ur.
Sp/F Knassar, sum eigur og rekur portal.fo er nú so illa fyri, at grannskoðarin
mælir til, at fyritøkan steðgar sínum virksemi
HOL Í KASSANUM
HJÁ PORTALINUM