Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FJØLMIÐLAR Makrelpengar fíggja Portal.fo Eirikur Lindenskov Tað var beinanvegin, at mistanki var um, at tað vóru fólk í uppsjóvarvinnuni, sum stóðu aftan fyri keypið av Portal.fo, sum Føroya Tele seldi fyri 5,5 milliónir krónu á sumri í 2013. Tá Poul Hansen, advo­ katur, seinni sama árið tók við sum nevndarformaður, eftir at 1,7 milliónir krónur vórðu tilførdar felagnum uttanífrá, spurdi in.fo Poul Hansen tann 20. desember í 2013, hvør tað var, sum hevði sett pengar í felagið, og hvønn hann umboðaði í nevndini. Poul Hansen vildi einki siga um tað. – Nei, tað havi eg onga viðmerking til, segði Poul Hansen. Hann vildi ikki upplýsa nakað um ognarskapin í Knas­sum og harvið Por­ tal­in­um. Heldur ikki hóast talan er um ein fjølmiðil, og fjølmiðlar vanliga byggja á trúvirði og opinleika. Poul Hansen, advokatur, segði við in.fo, at hann ikki var samdur í, at tað hevur nakra ávirkan á trúvirðið hjá Portalinum sum fjølmiðil, at ognarskapurin í felagnum er loyniligur. In.fo vísti á, at eftir fíggj­ ar­kreppuna í Íslandi fingu fjølmiðlarnir sín part av ábyrgdini, tí teir í stóran mun vóru keyptir upp av vinnu­lívinum, sum ikki vildi hava tey at skriva kritisk tíð­ indi um júst vinnulívið. – Nei, eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hesum. Eru tíðindini sak­lig, so er væl líka mikið, hvør eigur, var stutta svar­ið frá advokatinum og vinnu­lívs­ manninum. Men í ársroknskapinum staðfestir Sp /F Varðin í Gøtu, sum hevur eina eginogn upp á 760 milliónir krónur, at tað er hetta felagið, sum er fíggjarliga grundarlagið und­ ir Portal.fo. Sambært yvirliti í árs­ rokn­skapinum hjá Sp /F Varð­anum, so eigur felagið 33,3 prosent av felagnum. Sambært ársrokn­skap­ inum hjá Sp/F Knassum, so hev­ur P/F Varðin sett 120.000 krón­ur í partapeningi í fe­ lagið til kurs 1388,89. Tað gevur 1,67 milliónir krónur. Sambært sama roknskapi er »skuld til atknýtt virki« 3,6 milliónir krónur, sum kann vera lán frá P/F Varðanum til Sp/F Knassar. Tað framgongur eisini, at felagið ikki rindar niður av hesi skuld frá atknýtta virkinum. Tað hevur verið gitt leingi – men tað varð váttað av P/F Varðanum í seinasta ársroknskapi, at tað er uppsjóvarfelagið í Gøtu, sum eigur í og fíggjar portal.fo Skyldar starvs­fólkum fleiri 100.000 krónur Eirikur Lindenskov – Fleiri limir í Føroyskum Miðlafólkum hava nógvar pengar tilgóðar hjá Sp/F Knassum. Talan er um fleiri 100.000 krónur. Tað váttar Jón Brian Hvidt­feldt, sum er nevndar­ limur í fakfelagnum hjá før­ oyskum journalistum, sum kallast Føroysk Miðlafólk. – Vit kunnu vátta, at vit hava sent onkur mál til sak­ førara, og tey eru nú á veg í rættin, sigur Jón Brian Hvidt­feldt. Trupulleikarnir við, at Sp/F Knassar ikki hava rind­ að sínum starvsfólkum løn eru væl kendir hjá Før­oysk­ um Miðlafólk, tí tey fingu trupulleikarnar longu fáar mán­aðir eftir, at Knassar yvirtóku Portal.fo. – Trupulleikin er, at vit hava onga avtalu við Sp/F Knassar. Men mynstrið við at fólk ikki fingu løn fór at breiða seg rættiliga tíðliga, og tá fingu vit fleiri áheitanir frá okkara limum. Tí sendu vit út eina yvirlýsing 7. mai í fjør, har vit heittu á limirnar, sum arbeiða fyri Knassar, um at gera eina skriftliga avtalu. Sp/F Knassar eru ikki lim­ir í Føroya Arbeiðs­gev­ ara­felag, og tí eru teir ikki sátt­mála­partur hjá Før­ oyskum Miðla­fólk­um, eins og Miðlahúsið og Dimma­ lætt­ing, sum eru einastu ar­ beiðspláss á privata ar­beiðs­ marknaðinum, sum hava skip­að lønarviðurskifti. – Vit hava staðfest, at leiðslan í Sp/F Knassum ferð eftir ferð hevur givið lyftið um bót og bata. Men einki hendir. Men Niklái Nysted sigur við Sosialin, at avtalur eru gjørdar við øll fólk eru aftur­ úr við løn. Passar tað ikki? – Nei, tað passar snøkt sagt ikki, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Hann heldur tað vera ógvu­liga løgið, at eitt felag, har Poul Hansen, advokatur og vinnulívsmaður, er nevnd­ar­formaður, og har P/F Varð­in í Gøtu – sum hevur næstan 800 milli­ónir í egin­peningin – er høvuðs­ íleggjar, ikki heldur sínar lønar­skyldur yvir fyri sínum starvs­fólkum. – Tað passar ikki, at Sp/F Knassar hava gjørt avtalu við starvsfólk, sum hava løn til góðar. Tí eru lønarkrøv ímóti Portal.fo nú á veg í rættin, sigur fakfelagið hjá føroyskum journalistum Eirikur Lindenskov – Vit gjørdu nakrar broyt­ ingar og umleggingar í sep­ tember mánaði í fjør, og gongdin er nógv betri nú. Tað sigur Niklái Nysted, stjóri í Sp/F Knassum, sum eigur og rekur portal.fo. Hann sigur, at støðan ikki er so vánalig, sum júst almannakunngjørdi rokn­ skapurin vísur. Spurdur um óvanliga ógvusliga fyrivarni, sum grannskoðarin hevur til roknskaðin sigur Niklái Ny­sted, at hatta hevur grann­skoðarin gjør fyri at hava sín rygg frían. Hann sigur, at felagið hev­ur fingið nýggjan kapi­ tal og nú klárar at svara sín­ar skyldur. – Hetta er ikki liðugt enn, men pengar eru kom­ nir inn í felagið, sigur hann. Spurdur, um at tað eis­ ini hesaferð er P/F Varð­in í Gøtu, sum bjargar fe­lag­ num, er hann trekur at svara. – Hatta fari eg ikki at gera viðmerkingar til. Men tað er sett so mikið av peng­um í felagið, at felagið hev­ur eginpening, sigur hann. Niklái Nysted sigur eis­ ini, at felagið hevur gjørt avtalur við øll, sum felagið skyldar pengar, og at hann nú trýr uppá, at tað ber til. – Vit skulu eisini gera nakrar umleggingar í leiðsl­ uni og seta ein fíggjarstjóra, tí eg brúki alt ov nógva tíð upp á hetta, sigur hann. Hvør tað verður, sum skal vera fíggjarstjóri, er ikki avgjørt enn, sigur hann. – Men at øll lønarviður­ skifti eru komin upp á pláss er ein partur av hes­ um broytingum, sigur Niklái Nysted. Sambært Nikláa Ny­ sted, so eiga teir gomlu eig­ ar­arnir framvegis meiri­ lutan í felagnum. Men hvussu tað fer at vera í fram­tíðini, dugir hann ikki at siga, tí tað veldst um, hvat hendir í sambandi við nýggja peningin, sum er komin og kemur í felagið, og hvat íleggjararnir siga. Ein møguleiki er eisini, at onkur annar kemur upp í felagið, sigur hann. Á portal.fo starvst nú tvey fólk. Afturat teimum eru so vaktarfólk um kvøld­ið, sum ikki starvast fulla tíð. Einki marknaðarfólk ar­ beiðir longur á Portalinum. Tað er ikki neyðugt, sigur Niklái Nysted, tí kundin av­greiðir sjálvir síni viður­ skifti, tá hann keypir lýs­ ingar. – Soleiðis hava vit spart marknaðarfólkið burtur, sigur hann. Hava gjørt avtalu um alla skuld Niklái Nysted sigur, at Sp/F Knassar hevur gjørt avtalur við øll, sum felagið skyldar pengar, og at hann nú trýr uppá, at tað ber til Niklái Nysted Jón Brian Hvidt­feldt