Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Undir gudstænastuni í Argja kirkju seinasta sunnu­ dag, fekk kirkjan hand­að Bíbliuna eftir fyrsta niður­ setu­mannin á Argjum, Andr­ ass Mortansson. Fremst í Bíbliuni stendur skrivað við hond: Fra Bibelselskabet i Kjøbenhavn (til) Nordstrømøe Præstegjæld (Færøe) Amtscontoier den 17de Juni 1823. Løbner P. Hentze Andreas Mortensen Emilius Løbner, hevði ver­ið settur amtmaður í Før­oy­ um síðan 1816. Hann verð­ur seinni útnevndur sum okk­ ara fyrsti veruligi amt­maður, og oyggjarnar fingu støðu sum Amt í Danska Ríkinum. P. Hentze, er Peter Hentze, sum var próstur í Sandoynni. Áhugavert, at Bíblian hjá Andrassi er dagfest sama ár – 1823, sum týðingin av Matte­ usar-Evangeliinum komu út á føroyskum í tveimum bind­ um eftir sóknarprestin í Leir­ um í Hvalba, J.H. Schrøter, sum Danska Bíbliufelagið gev­ur út. Andrass Mortansson, sum var føddur í 1794 á Hóla­lag­ num í Hvalba, keypir Argir 9. mai í 1828. Hetta hendi á upp­ boðsølu í Saksun. Kona Andrassar var Elspa Dánjalsdóttir av Kjalnesi í Kolla­firði. Søgan sigur, at Andrass, fyltur av útilongsuli fær sær hýru umborð á ein­ um handilsskipi (einum »speku­lanti«), og at teir í ørind­um norðanfjørðs rena á land á Kjalnesi. Tað er har á uppi­sit­ara­garð­inum á Kjal­ nesi, at Andrass hittir Elspu. Tey giftast, og Andr­ass gerst uppisitari á garð­inum, til hann fyri 1005 ríkis­dálar keypir gamla spitalsk­hospi­ tal­ið á Argjum við jørð og rætt­indum. Tað er, meðan Andrass er uppisitari á Kjalnesi, at honum ognast Bíbliuna. Hví bæði Løbner og P. Hentze skriva undir keypið av hesi Bíbliu, er áhugavert at vita. Elspa og Andrass Mort­ ans­son fingu tríggjar dreing­ ir og tríggjar døtur. Elsta barn teirra var Mortan. Ein sonur Mortans var Jákup, Gamli Jákup kallaður. Vit vita, at sonur Jákups, Mortan Mortensen, Mortan á Skølti, arvaði Bíbliuna hjá abba sínum. Sonur henda Mortan, Hans Kristoffur Mortensen, umsat so Bíbliuna, sum son­ ur hansara, Sæmund Mort­ en­sen, nú hevur átt. Hans Kristoffur bar fyri nøkrum árum síðan Bíbliuna í Andrassarstovu í Støðni á Argjum, har hon hevur lig­ið var undir glasi. Prátið hevur gingið, um tað ikki var eitt hugskot at geva Bíbliuna til Argja kirkju. Sæmund Mortensen hevur nú givið Argja kirkju Bíbliuna hjá Andrassi Mortanssyni, til ognar. Eitt sindur um bíbliutýðingar Stutt eftir trúbótina fingu danir tvær Bíbliur á sínum máli. 1524 kom Bíblian eftir Christian kong II. Henda Bíblian fevndi bara um Nýggja Testamenti. Í 1550 kem­ur Bíblian eftir Christian kong III. Hetta var fyrsta Bíbli­an á donskum, sum fevndi um bæði Gamla- og Nýggja Testamenti. Hesar báðar Bíbliur eru týðingar eftir Martin Luthers týsku bíbliu­týðing. So fáa danir sína fyrstu løggildugu, autor­ i­seraðu týðing, í 1607, sum Hans Poulsen Resen gjørdi, og sum biskupurin, Hans Svane í 1647 endurskoðaði. Hetta var fyrstu ferð, at danir fáa eina týðing av allari Bíbliuni úr frummálunum – hebraiskum, sum Gamla Testa­menti er skrivað á og griksk­um, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Í 1819 verður Nýggja Testa­ menti í hesi útgávuni aftur endurskoðað. Tað hendir und­ir Fríðriki kongi VI. Í Bíbliu Andrassar er tittul­b­laðið horvið, so tað sæst ikki, nær bókin er prent­að, og kunning um Gamla Testamenti, er eingin. Men á forsíðuni til Nýggja Testa­menti stendur: Vor Herres og Frelsers Jesu Kristi Nye Testament, Ved kong Frederik den Siettes Christelige Omsorg med Flid efterseet og rettet efter Grundteksten. Danir fáa ikki eina løggilduga bíbliutýðingin av allari Bíbli­ uni, fyrr enn í 1992 – 385 ár eftir Hans Poulsen Resen. 1992-útgávan er ein týðing úr frummálunum. Vit fingu Nýggja Testa­ menti á okkara máli í 1937 – enn­tá í tveimum útgávum, sum ávikavist Jákup Dahl og Vic­tor Daniel­sen høvdu lagt úr hond­um. Í 1949 hevur Victor týtt alt Gamla Testa­ menti, og í 1961 er Kristian Osvald Viderø liðugur við sína týðing av Gamla Testa­ menti. Í 1961 fáa før­oy­ing­ar sína fyrstu løg­gildugu bíbliu­ týðing. Forkunnug bók til Argja kirkju Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, við bíbliuni hjá Andrass Mortanson frá 1823, sum Argja Kirkja hevur fingið varðveitslu Emiliius Løbner, sum var fyrsti amtmaður í Føroyum í 1816, hevur saman við sandspresti, Peter Hentze, skrivað undir keypið av bíbliuni Andrass Mortansen var føddur á Hólalagnum í Hvalba í 1794. 9. mai í 1828 keypti hann ognirnar á Argjum