Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kunngerð um niðurlegging av skúlum í Sunda kommunu Kunngerð Vísandi til § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan og kunn gerð nr. 61 frá 19. mai 2015 um atkvøðu greiðslu, tá ið skúli verður lagdur niður, verður við hesum boðað frá, at kommunu stýrið í Sunda kommunu, í sam bandi við nýggjan skúla bygnað í kommun uni, hevur samtykt at leggja niður Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla, Haldórs víkar skúla, Norðskála - Oyrar skúla og Felags skúlan á Oyrar bakka frá skúla árinum 2016/17 at rokna. Frá 1. august 2016 verður øll undirvísing í fólkaskúlanum í Sunda kommunu savnað í nýggja Skúlanum við Streymin, á Skúlavegi 5-7 á Oyrarbakka, ið var einmælt samtykt á býráðsfundi 16.06.14, soljóðandi: At fólkaskúlin í Sunda kommunu frá (1. - 10. flokk) frá skúla- árinum 2016/2017, verður skipaður sum ein felags skúli fyri allar næmingar í kommununi. Skúlin verður stað settur á Oyrarbakka, á mat nr 48, Oyri. Talan er um ein skúla við einari leiðslu. Skúlin fær navnið Skúlin við Streymin. Somuleiðis góðkent av landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum skriv dagfest 9. juli 2015. Í minsta lagi 30 % av íbúgvunum, ið eru skrásettir í skúla- umdøminum og sum hava valrætt til kommunustýrið í Sunda komm unu, hava rætt at krevja fólkaatkvøðu um avgerðina hjá kommunustýrinum um at leggja skúlarnar niður. Um fólkaatkvøða verður, hava skrásettu íbúgvarnir í skúla um døminum, ið hava valrætt til kommunu stýris val í Sunda kommunu, rætt til at greiða atkvøðu. Áheitanin um atkvøðugreiðslu, skal vera skrivlig og skal vera Sunda kommunustýri, Oyrarbakkavegur 3, 400 Oyrarbakki, í hendi í seinasta lagi ein mánað eftir, at avgerðin um at leggja niður Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla, Haldórsvíkar skúla, Norðskála - Oyrar skúla og Felags skúlan á Oyrarbakka er kunngjørd í føroysku S U N D A K O M M U N A bløðunum. Skúla um døm ini og íbúgvar við valrætti í Sunda komm unu 5. septembur 2015 eru hesi: • Hósvíkar skúli, fevnir um bygdina Hósvík, sum sambært kommunuvallistanum hevur 222 íbúgvar við valrætti til kommunu stýris val, 30% av 222 er 67 persónar. • Hvalvíkar skúli, fevnir um bygdinar Hvalvík, Streymnes og Saksun, sum sambært kommunu vallistanum hava 369 íbúgvar við val rætti til kommunustýrisval, 30% av 369 er 111 persónar. • Haldórsvíkar skúli, fevnir um bygdinar Langasand, Haldórsvík og Tjørnuvík, sum sambært kommunu val- listanum hava 193 íbúgvar við valrætti til kommunu- stýrisval, 30% av 193 er 58 persónar. • Norðskála - Oyrar skúli, fevnir um bygdir nar Oyri, Oyrar bakki, Norðskáli og Gjógv, sum sambært kommunu vallistanum hava 468 íbúgvar við valrætti til kommunu stýris val, 30% av 468 er 141 persónar. • Felagsskúlin á Oyrarbakka, fevnir um bygdirnar Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv, Oyri, Oyrarbakki og Norðskála, sum sam bært kommunuvallistanum hava 1.252 íbúgvar við valrætti til kommunustýrisval, 30% av 1.252 er 376 persónar. Verður atkvøðugreiðsla um avgerðina hjá Sunda komm unu stýri um at leggja niður Hós víkar skúla, Hvalvíkar skúla, Haldórs víkar skúla, Norðskála - Oyrar skúla og Felags skúlan á Oyrarbakka, ger kommunu stýrið leið bein ing um atkvøðugreiðsluna og onnur viðuskifti í hesum sam bandi sam svar andi kunngerð nr. 61 frá 19. mai 2015 um atkvøðu- greiðslu, tá ið skúli verður lagdur niður. 21. oktober 2015