týsdagur 20. oktober 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121
16
Sosialurin
Minningarorð um mín góða vin
Thomas Juul Askham
Hesin sangurin varð sungin í Mørkini til
minningarhaldið um Thomas Juul Askham:
Í tí myrku nátt áminnir, sum ein viti Jesu
navn, og hvør hjálparleysur finnur inn
í tryggu himmalhavn og tá sólin meir ei
skínur, lýsir Jesu navn á nátt, og hin frelsti
flokkur trýnur fyri Guð og syngur hátt.
Tann 17. januar 2015 fór mín góði, trúgvi og
nógv saknaði vinur Thomas Juul Askham
heim til sín Harra og frelsara Jesus, sum
hann frá ungum árum hevði tænt.
Um Thomas Juul kann eg av hjarta siga,
sum Sámal Petur segði í síni heilsu til Lýður
Lydersen at Thomas Juul Askham og Lýður
Lydersen hoyrdu til »specialtropparnar« hjá
tí himmalska faðir okkara, ið teir tæntu so
trúðliga. Teir fóru um alt landið og talaðu
um Guðs orð og førdu nógvar sálir til tann
frelsara, sum teir tæntu.
Thomas Juul var ein sannur orðsins
boðari og kann ein av røttum siga, sum tað
stendur í Jóhannes 1:6: maður kom sendur
av Guði, navn hansara var Jóhannes. Soleiðis
kann man siga um Thomas Juul, hann varð
sendur av Guði at boða Guðs orð til frelsu og
grøðing.
Hvussu kom eg at kenna mín góða vin?
Thomas Juul átti ein beiggja, sum æt Andreas
Askham og vóru vit báðir bestu vinir og
gingu í Guðs hús saman. Eitt kvøldið sita vit
saman, Andreas og eg í Guðs húsi. Ikki visti
eg av, at hetta skuldi verða seinastu ferð, vit
saman skuldu sita um Guðs orð. Morgunin
eftir var Andreas fluttur heim til Harran og
hevði Andreas lagt hendan sangin eftir seg, ið
eisini varð sungin til jarðarferðina.
Guds folk dør vel, de dør i Jesu armer. Og
svinger sig med engleskarer hjem: de frygter
ej når jordens bølger larmer, de skuer alt
Guds stad Jerusalem.
Eftir at Andreas mín góði vinur var farin
heim til Jesus, kom Thomas Juul beiggi
hansara og gjørdist mín trúgvi vinur.
Eg vil siga frá, hvussu okkara vinalag bún
aðist her í lívinum tað tíðarskeiðið, Harrin
unti okkum saman.
Thomas Juul kom ein dagin niðan til
okkara, tá búðu við í Fjósatúni 10. Hann spyr
meg, um vit báðir ikki skuldu fara at ferðast
saman um alt Føroya land og boða orðið um
Jesus. Tann dagin uppi í heimi okkara varð
avgjørt, at vit skuldu fara við boðskapinum
undir heitinum Kristus er svarið og bleiv
hetta heitið brúkt til møtir, ið hildin vóru um
alt landið. Tann persónin, ið vit fyrst ringdu
til og bóðu um pláss til møtir okkara, var
okkara góði og trúgvi tænari Adrian í Hom
rum. Hesin bleiv okkum báðum ein tryggur
og góður stuðul. Tað var á einari av ferðum
okkara til Klaksvíkar, at vit komu at tosa,
um tað ikki hevði verið gott at fingið eitt
møtitjald til Føroyar. Thomas Juul var við tað
sama heitur uppá at fáa hetta tjald heim til
Føroyar og hann lovaði, at hann vildi lata sína
tíð til hetta arbeiðið. Tjaldið kom til Føroyar
og kom fyrst at standa við Leynavatn og
síðani varð tað flutt inn á Gøtueið.
Øll Askham familjan frá tí elsta til tann
yngsta gekk við lív og sál uppí hetta arbeiðið
við góðari hjálp frá trúgvum vinum um alt
Føroya land.
Teltmissionin bleiv ein lítil býlingur á
Gøtueiði, har familjur búðu og funnu føði
fyri sálina. Tá ið Thomas Juul hevði møtir,
var tað ríkt at sita undir hansara boðan.
Við hesi boðan fingu fólk frelsugleði, likam
vóru grødd og sálir vóru doyptar í andanum.
Hetta var gerandiskostur á hesum møtum.
Eg haldi meg kunna siga, at Thomas Juul
var at líkna saman við evangelistar sum
Immanuel Minus og Arrild Edvardsen. Tað,
sum eyðkendi Thomas Juul, var hetta: at vísa
trúðfesti ikki í orðum men í verki. Ofta koma
hann á vitjan við sínum vakra smíli. Hesum
vitjanum fingu bæði børn og vaksin gleði av
og eitt ríkt minni, ið ikki verður gloymt. Eina
ferð, hann var koyrdur í sjúkrabili heim í
Mørkina, ringdi hann niðan í heim okkara og
segði: eg vildi so fegin komið og vitja tykkum,
men eg orki ikki at ganga trappurnar. Soleiðis
upplivdi eg Thomas Juul altíð trúfastur.
Ein dagin ringdi svigarsonur Thomas
Juul, Sólbjørn til mín og sigur við meg, at um
eg vildi síggja Thomas Juul, áðrenn hann fór
inn í tann æviga bústað, so skuldi eg koma
beinanvegin. Eg setti meg í bilin og koyrdi
norð á Mørkina. Sólbjørn førdi meg inn til
Thomas Juul, har hann lá við afturlatnum
eygum. Eg tók í hond hansara og legði
rødd mína tætt til oyra hansara og tosaði
til hansara. Eg reisti meg frá honum og við
eitt hugdi hann uppá meg, og enn eina ferð
gav hann mær sítt vakra smíl og varð hetta
mítt seinasta minni um mín góða, trúgva og
kærleiksfulla vin Thomas Juul.
Ingibjørg, tú segði tað so gott eina ferð, tú
segði at Thomas Juul hevði verið ein sjarmer
andi maður at liva saman við.
Thomas Juul fór seinastu ferð sína úr
Vesturkirkjuni og var hetta ein rík løta,
ið endaði soleiðis, har vit hoyrdu av fløgu
hansara rødd syngja sangin:
Mær er sagt um ein Stað í tí Høga,
har ei sjógvarnir bróta um strendur;
har ei vandar og pínslur meg møða,
– um eitt bil, ja, so eri eg har!
Eg má undrandi lovsongir syngja,
tá eg hugsi um Himmalska Heimið;
um enn mangt man meg møða og tyngja,
tó eitt bil, ja, so eri eg har!
2. Í tí Landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ei særandi sorg er at kenna,
um eitt bil, ja, so eri eg har!
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Guð!
3. Har hvørt Guðs barn skal standa so fegið,
skrýtt í snjóhvítum búna á Himni.
Mær er sagt um ta ævigu gleði,
og eg hugsi: – Á, var eg bert har!
Tá tann frelsti lovsyngjandi Skari
leikar gullhørpum á við Guðs Trúnu,
hoyrist syngjandi samfelda svarið:
Tú, vár Kongur, vár Harri og Guð!
Thomas, nú ert tú komin um sýnina og ert
komin til staðin, tú tráðaði eftir, vit møtast
aftur.
Heilsan
vinur tín Hjalgrim
NØVN