týsdagur 20. oktober 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lukas graham konsert
hava nakað at
– Móttøkan, vit fingu í Klaksvík í august, er
tað villasta, vit hava roynt higartil, og vit gleða
okkum sera nógv til konsertirnar í Føroyum um
vikuskiftið. Vit hava nakað at liva upp til hesaferð,
sigur Lukas Graham Forchammer. Fríggjakvøldið
og leygarkvøldið spælir Lukas Graham í Havn
Jákup Mørk
Eftir tvey ár við støðugari
framgongd fekk poppbólk
urin Lukas Graham veruliga
gjøgnumbrotið í 2012, tá ið
bólkurin gav fyrstu útgáv
una út. Frá fyrsta degi var
greitt fyri teimum, sum ikki
longu vistu tað, at Lukas
Graham hevði nakað heilt
serstakt at bjóða, og undir
tøkan var stór frá byrjan.
Síðani hevur tað mest
sum bert gingið ein veg hjá
Lukas Graham. Undirtøkan
er vaksin, sølan er farin á
flog, og bólkurin hevur tikið
eitt met fyri og annað eftir
við hitlistaplaseringum og
sølu.
Tað kemst ikki uttan um,
at ein avgerandi lutur í tón
leikinum hjá Lukas Graham
er sangarin, sum bólkurin
hevur tikið navn eftir –
Lukas Graham Forchammer.
Hálvur danskari, hálvur íri,
uppvaksin á Christiania og
fram um alt annað ein fram
úr sangari. Hann er ein av
teimum sjáldsama sterku
poppsangarunum, sum eisini
dugir sera væl at framføra á
palli.
Í august vitjaði Lukas
Graham í Føroyum, tá ið
bólkurin spældi á Summar
Festivalinum. Hetta gjørd
ist ein av teimum allarbestu
konsertunum,
sum
hava
veirð á Summar Festival
inum. Fólk, sum kendu tón
leikin hjá Lukas Graham,
vistu, hvat var á veg, og onn
ur vóru næstan kløkk av
dygd og nærveru í konsert
ini.
Á konsertini á Summar
Festivalinum segði Lukas
Forchammer, at bólkurin
ætlaði sær at koma aftur til
Føroya at spæla í heyst, tá
ið teir fóru á konsertferð.
Og nú fríggjakvøldið og
leygarkvøldið spælir Lukas
Graham í Havn. Leygar
kvøldskonsertin varð útseld
beinanvegin,
men
møgu
leiki er framvegis at sleppa
á eykaskonsertina fríggja
kvøld.
Ítriv sum arbeiði
Framgongdin
hjá
Lukas
Graham hevur verið stór,
og sangarin Lukas Graham
Forchammer fegnast um
undirtøkuna, tónleikurin hjá
bólkinum hevur fingið.
– Eg eri sera fegin um,
at so nógv fólk hava hug at
hoyra okkara tónleik, men eg
verði ferð eftir ferð kløkkur
av, hvussu langt tónleikurin
ferðast. Okkara fyrsta ferð
til Føroya hevur víst tað.
Eg hevði aldrin roknað við,
at 10.000 føroyingar skuldu
syngja við til okkara sangir,
sigur Lukas Forchammer.
Hann dugir illa at peika á
eina ávísa hending ella ávíst
frambrot, sum hevur verið
nakað serligt hesi seinastu
árini.
– Tað hendir allatíðina
nakað nýtt. Bara tað at
kunna liva av tí, sum onnur
hava sum ítrív, er fantastiskt.
Tað ber kanska til at siga, at
eg havi eitt ítriv við einum
innbygdum
arbeiði.
Tað
besta, eg veit, er at standa
á einum palli og hoyra fólk
syngja við til okkara sangir.
Tað hevur allatíðina verið
nakað serligt fyri meg, og
tað fer at tað framhaldandi
at verða.
– Tað tykist, sum vit altíð
ivast í, hvussu tað verður, tá
ið vit fara á pallin, og tá ið
vit so merkja áhoyrararnar
liva við í tónleikinum, fáa
vit aftur eina fantastiska
kenslu.
Status minni týdning
Lukas Forchammer leggur
ikki so nógv í at tosa um
tað status, hann og bólkurin
hava vunnið sær gjøgnum
tónleikin. Teir eru popp
stjørnur,
ferðast
kring
Europa og í USA at spæla og
líða onga neyð.
– Suksé er at kunna liva
av tónleikinum, men status
hevur ikki so nógv at siga fyri
meg og hinar. Vit vita væl, at
vit duga væl at spæla tónleik,
og uttan suksé høvdu vit
framvegis dugað væl. Hevði
eg eitt annað arbeiði, hevði
eg framvegis skrivað sangir
og spælt tónleik. Fólk, sum
vilja blíva kend, hugsa helst
meira um status. Vit hugsa
mest um at blíva betur til
tað, sum vit gera, sigur Lukas
Forchammer.
Lukas Graham Forchamer
skrivar persónligar tekstir
til sangirnar. Teir snúgva
seg stundum um familjuna
– mammuna, pápan, upp
vøksturin og annað – og
hetta er eisini við til at gera
sangirnar til nakað serligt.
– Í mínum sangum sleppi
eg av við nógvar kenslur,
men eg kann eisini skapa
onkur »alter ego«, sum kann
siga okkurt, ið Lukas ikki
vildi sagt. Í tónleiki finni eg
eitt frælsi, sum eg havi ilt við
at finna aðrastaðni. Fyri meg
er tónleikur lukka, og uttan
tónleik hevði gerandisdagur
in verið gráur. Øll hava brúk
fyri einum soundtracki til
lívið. Eg eri bara so heppin, at
eg kann skriva mítt sjálvur,
sigur Lukas Forchammer.
Ferðirnar eru harðar
Lukas Graham hevur ferðast
nógv við tónleikinum sein
astu árini. Seinastu vikurnar
hava teir til dømis spælt í
London, Berlin, Hamburg,
Eg hevði aldrin roknað við,
at 10.000 føroyingar skuldu
syngja við til okkara sangir
Í august vitjaði Lukas Graham í Føroyum, tá ið bólkurin spældi
á Summar Festivalinum. Hetta gjørdist ein av teimum allarbestu
konsertunum, sum hava veirð á Summar Festivalinum
Mynd: Anton Højgaard