týsdagur 20. oktober 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121
Oslo og USA. Harafturat
skulu teir á konsertferð í
Danmark í november, men
áðrenn tað leita teir sær til
Føroya at hava konsertir.
– Tað er fantastiskt at
verða á konsertferð, men tað
er eisini hart. Tú sleppur at
vitja nógv lond og býir, síggja
vakra náttúru og hitta nýggj
fólk. Við hvørt er tað bara ov
lítið av tíð at njóta tað, tí tú
skalt eisini ferðast nógv, og
ofta skalt tú tíðliga upp og
avstað, og tað kann onkuntíð
kennast stressandi, sigur
Lukas Forchammer.
– Tá ið alt kemur til alt,
hevði eg ikki vilja skift hetta
lívið út við nakað annað í
verðini. Konsertferðir geva
íblástur og motivatión til at
skriva nýggja sangir, tá ið tú
kemur heimaftur.
Sentralt í tónleikaferð
unum eru framførslurnar á
pallinum, og tær hava eisini
serligan týdning fyri Lukas
Graham.
– Eingin kensla í verðini
kann máta seg við kensluna,
tá ið eg standi á palli og syngi
fyri fólki. Kanska kenni eg
meg eisini mest heima á
einum palli, enn nakra aðra
staðni, tí har kann eg útfolda
meg á ein hátt, sum eg ikki í
gerandislívinum. Eg kann
syngja um deyða pápa uttan
at blíva keddur, og eg kann
syngja um ein túr á stripp-
klubba uttan at blíva flóvur.
– Tað er, sum at mørkini
hvørva, og maskurnar falla,
tá ið eg eri á pallinum. So
leiðis er tað helst eisini við
áhoyrarunum. Fólk syngja
ósmæðin saman, og tey
dansa og hugna sær saman
við bæði kenningum og
fremmandum. Tað er deiligt
at hava slíka ávirkan á fólk.
Hóast tónleikaframførsl
urnar eisini lutvíst eru eitt
arbeiði, og dagar kunnu
verða ymiskir, kennist tað
altíð gott at standa á palli.
– Bólkurin dugir væl at
lata sum um, at tað er fyrstu
ferð, vit eru á palli. Tað kann
verða trupult at fara á pallin,
um tú hevur ein ringan dag.
Onkuntíð sakni eg deyða
pápa mín, mammu mína ella
mínar systrar, men tá ið eg
eri komin á pallin og eri far
in at synga, er tað, sum at
sleppa av við eina byrði.
Aftur til Føroya
Um vikuskiftið vitjar Lukas
Graham aftur í Føroyum.
Bólkurin hevur tvær kon
sertir í Havn – fríggjakvøldið
og leygarkvøldið – og nógv
fólk ætla sær at uppliva
Lukas Graham enn einaferð
á palli í Føroyum.
– Tað var so fantastiskt,
seinast vit spældu í Føroyum,
at eg veit ikki, hvat eg skal
vænta ella vóna hesaferð.
Hesaferð hava vit eitt sindur
meira tíð í Føroyum og
kunnu uppliva meira, so eg
vóni, at vit fáa møguleikan
at hitta fólk, eta góðan mat
og uppliva náttúruna.
– Vit geva okkum altíð
fult út til konsertirnar, og
eg vóni, at fólk eisini koma
í góðum lag og hava hug at
njóta kvøldini saman við
okkum. Okkara mál við
framførslunum er at fá fólk
at flenna, dansa og gráta á
somu konsert, og eg komi
ikki til Føroya við minni am
bitiónum enn aðrastaðni.
Tað er heldur øvugt. Vit
hava nógv at liva upp til, nú
vit koma aftur til Føroya at
spæla. Móttøkan, vit fingu í
Klaksvík í august, er tað vill
asta, vit hava roynt higartil.
Vit gleða okkum sera nógv
til
konsertirnar,
og
vit
kunnu lova, at vit fara at
okkara ítarsta fyri fáa tvær
góðar konsertir saman við
føroyingum,
sigur
Lukas
Forchammer.
jakup@sosialurin.fo
lukas graham konsert
liva upp til
– Okkara mál við framførslunum er at fá fólk at flenna, dansa og gráta á somu konsert, og
eg komi ikki til Føroya við minni ambitiónum enn aðrastaðni. Tað er heldur øvugt. Vit hava
nógv at liva upp til, nú vit koma aftur til Føroya at spæla, sigur Lukas Graham Forchammer
Mynd: Anton Højgaard
Hesaferð hava vit eitt sindur
meira tíð í Føroyum og kunnu upp
liva meira, so eg vóni, at vit fáa
møguleikan at hitta fólk, eta góðan
mat og uppliva náttúruna