Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 20 Sosialurin Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sigga Mørkøre Eiði andaðist og var jarðað. Tøkk til Svenning av Lofti og Emil Olsen prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar heilsanir, uppringingar og peningagávu til Missiónshúsið Karmel. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jógvan Sofus, Bergur og Anna Doris Hjartaliga takka vit øllum tykkum fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, sonur og bróðir okkara Andrew Howard Simonsen nevndur Andy f. 12. apríl 1956 d. 12. august 2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til Havstein Klein, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Takk fyri bakstur og takk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu til Frelsunarherin. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Andy úr kapellinum og úr Sands kirkju til hansara seinasta hvíldarstað. Jóngerð, mamma og Mortan við familju Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Símun Joensen f. 4. oktober 1919 d. 15. september 2015 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til talarar og spælarar í kapellinum, Betesda og á grøvini, sum vóru við til at gera løturnar ríkar fyri okkum. Eisini ein tøkk til tykkum, sum góvu til Akurin, sendu heilsanir, kransar og blómur, og til tykkum, sum bakaðu til ervið. Tøkk til tykkum á Sambýlinum á Heygnum, sum vóru so góð við hann, ta tíð hann búði har. Tøkk til tykkum, sum komu til jarðarferðina. Vegna tey avvarðandi Sunnuva, Bina, Gudny og Hanus Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir, mammu- og pápabeiggi, ommu- og abbabeiggi, langommu- og langabbabeiggi og ikki minst gubbi okkara Óli Ansvein Jacobsen andaðist og varð jarðaður. Takk, Hilmar, fyri fløgandi orð í Kapellinum, og Andreu fyri undirspæl í kapellinum og tá komið var í kirkjuna. Takk til Theodor Eli Dam Olsen prest fyri góð og troystarík orð í kirkjuni Takk til berarar, sangarar, kirkjutænarar, gravarar. Takk til tykkum, ið bakaðu smákøkur, og tykkum, sum á ymiskan annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur og kransar, og peningagávur til Kiwanis-Tórshavn og Sjavsklubban v/ Sólborg Dulavík Takk til tykkum øll, ið komu í kapellið, og tykkum mongu, ið komu at fylgja Óla til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna, Jákup, Hildigunn og Agnar við familju Jólasølan 2015 Jólasølan verður í høllini á Nabb tann 28. og 29. Novembur. Tilmelding fer fram hjá Elsy eftir 19. Oktobur ímillum kl. 19.00 og 21.00 á telefon 255434. Borðini kosta 300/- kr. Nýggir limir kunnu tekna seg hjá Eyðnu Mikkelsen yrkadagar frá kl. 19.00 til 22.00 á telefon 210090 Vinarliga Margretha T i l l i m i r f ør O ya H E i M av i r k i s f E l a g