týsdagur 20. oktober 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingablað frá miðlahúsinum 21. oktober 2015
6
Svenska merkið Tretorn hevur vunnið seg sera
nógv fram seinnu árini, og nú er merkið eisini
komið á føroyska marknaðin.
Í Gelluni í SMS fingu tey fyri nøkrum vikum
síðani teir eyðkendu Tretorn regnjakkarnar, men í
fyrstu atløgu fingu tey bert gular jakkar á goymslu.
Nú eru jakkarnir so eisini komnir í bæði grønum
og bláum, og áhugin fyri jakkunum er sera stórur.
Tretorn jakkarnir eru gjørdir úr sera sterkum
tilfari, og teir eru bæði vind- og vatntættir. Í Gelluni
siga tey, at væntandi fáa tey eisini jakkarnar í enn
fleiri litum í næstum.
Hóast talan er um jakkar í sera góðar góðsku,
so er kostnaðurin ikki serliga høgur, tí teir fáast
nevnliga fyri einans 699 krónur.
Styvlarnir nógv seldir
Umframt teir vælumtóktu jakkarnar, so selir Gellan
sum áðurnevnt eisini gummistyvlar av merkinum
Tretorn, og her er talan um bæði lágar gummi
styvlar og styvlar, ið eru eitt sindur hægri.
Svenska fyritøkan hevur framleitt gummistyvlar
í fleiri enn hundrað ár, tí longu í 1891 komu fyrstu
styvlarnir av merkinum Tretorn á marknaðin.
Tretorn gummistyvlarnir eru framleiddir í
náttúrligumgummi, og hetta ger, at teir eru bæði
sterkir og góðir at ganga í.
Góðu gummistyvlarnir frá Tretorn kosta úr 599
krónum.
Tretorn jakkar og
styvlar í Gelluni
Í Gelluni í SMS hava tey nú fingið bæði regnjakkar og
gummistyvlar av svenska merkinum Tretorn á goymslu
Regnjakkar og gummi
styvlar av svenska
merkinum Tretorn