Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21. oktober 2015 lýsingablað frá miðlahúsinum 7 Beinleiðis til hjartað í Wales Á páskum verður eitt forkunnugt høvi hjá føroyingum at flúgva beinleiðis úr Vágum til walisiska høvuðsstaðin Cardiff. Bute Park er grøna oasan miðskeiðis í Cardiff Jóla­kalendararnir eru klárir Kakao og bollar á Torginum Í Body Shop hava tey hvørt ár undan jólum havt ymiskar jólakalendarar til sølu, og undirtøkan fyri kalendarunum hevur verið stak góð. Og aftur í ár verða vælumtóktu jólakalendararnir at fáa Mánadagin 2. Novembur fyllir SMS 38 ár, og í hesum sambandi bjóðar SMS kakao og bollar á Torginum seinnapartin sjálvan føðingardagin. Øll eru vælkomin á vitjan í SMS hendan dagin, og umframt at ókeypis kakao og bollar verður at fáa, so fara handlarnir í SMS ivaleyst eisini at hava nógv góð og fjølbroytt føðingardagstilboð Talan er tó ikki um jólakalendarar við sjokulátu aftan fyri tær 24 lúkurnar. Nei, ístaðin er talan um kalendarar við ymiskum vørum/produktum til andlits- og kropsrøkt. Í ár hevur Body Shop fýra ymiskar kalend­ arar at velja ímillum, og teir kosta úr 600 krón­ um. Dýrasti kalendarin kostar 1.900 krónur, men tá er talan um ein make-up kalendara við al­skyns vørum. Hesir kalendararnir eru ógvuliga væl dámdir hjá ser­liga monnum, sum vilja gleða konuna ella unnustuna við einum øðrvísi jólakalendara. Tað er Fonn Flog, sum hevur leigað eitt av Airbus- flogførunum hjá Atlantsflog til forkunnuga túrin til Wales. Cardiff er ein forvitnisligur og nýmótans býur, sum tó hevur eina ørgrynnu av søguligum støðum at vitja, og stutt er eisini til aðrar størri býir í Bretlandi, so sum Swansea, Bristol, Bournemouth og Sout­hampton. Farið verður úr Føroyum skírisdag 24. Mars, og komið verður aftur til Føroya 2. Páskadag 28 mars. Fonn Flog hevur tikið stig til túrin í sambandi við, at Cardiff Marathon verður sama vikuskifti, og fleiri føroyskir rennarar fara tí at nýta høvið til at taka lut í stóru kappingini. Men Cardiff hevur so ómetaliga nógv at bjóða, og tí er ein slíkur túrur eitt gylt høvi hjá eitt nú bindiklubbum, arbeiðsplássum, pørum ella bara vinfólkum at fara ein øðrvísi vikuskiftistúr til ein bý, har man annars sjáldan leggur leiðina framvið. Í sambandi við túrin hevur Fonn Flog gjørt avtalu við tvey ymisk gistingarhús í býnum um gisting, so ferðafólk hava okkurt at velja ímillum. Millum mest vitjaðu støð í Cardiff hjá ferðafólki eru eitt nú Cardiff Castle, Bute Park, National History Museum, National Museum and Art Gallery, Llandaff Cathedral. Mentanarlívið er ógvuliga ríkt í Cardiff, og óteljandi møguleikar eru tí fyri ymiskum mentanarupplivingum. Í Cardiff búgva um 325.000 fólk.