hósdagur 22. oktober 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
7
– Eg havi ongan trupulleika við at tosa um tað, men eg veit ikki
ordiliga, hvat eg skal siga. Tað er tað fyrsta 59 ára gamla Sanna
Jacobsen sigur hetta kvøldið í Vági, tá ið prátið skal snúgva seg um ta
løtuna fyri fimm árum síðani, tá ið lívið hjá Sannu steðgaði upp
Eg dugi ikki
at siga hann
er deyður
Sanna Jacobsen
Barbara Holm
E
g dugi enn ikki at siga
hann er deyður. Eg veit
ikki hví, men eg haldi
ikki, eg trúgvi tí enn,
sigur Sanna og hyggur út á Vágs
fjørð. Út á havið, har Finn helst
endaði sínar dagar. – Kanska er
tað tað, sum heldur meg koyr
andi. At eg altíð onkrastaðni í bak
høvdinum vænti at síggja hann
aftur, sigur hon.
21. juli 2010. Tað varð dagurin,
tá ið 53 ára gamli Finn hvarv fyri
síðani ongantíð at verða sæddur
aftur. Tað, sum eingin vil uppliva,
hendi. Maðurin í politibúnanum
vakti Sannu hendan morgunin.
Tað var tíðliga. Og beinan vegin
hon bar eyga við hann, floymdi
ein kensla av ótta yvir hana. Men
ikki um Finn. Hann var altíð tann
sterki maðurin, sum kláraði alt.
Hann var ikki í hennara huga
heimi ta fyrstu løtuna. Nei, óttin
snúði seg um elsta sonin Heina.
– Tað fyrsta eg hugsaði var, áh
nei, ikki Heini, sigur Sanna.
Árið fyri hevði Heini Jacobsen,
sum í dag er 32 ára gamal, verið í
Afghanistan. Líka síðani hann fór
úr Vági fyri at fara í kríggj, hevði
Sanna stúrt. Stúrt fyri at okkurt
fór at henda honum. Stúrt fyri,
at ein maður í politibúna skuldi
banka á dyrnar við ræðuligum
tíðindum.
Og hendan morgunin stóð
hann har. Ein av lokalu politist
unum. Og hann sá grummur út.
Tað minnist hon.
Vit hava ongan
kjans at vita
hvat er hent,
og eg veit, at
slaturin gongur
um alt møgu
ligt annað.
Men hatta er
tað, sum eg og
børnini halda
er hent«
Framhald á næstu síðu
Mynd: Privat