Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 8 persónssøga »Eg má koma inn at tosa við teg«, segði hann. Eg spurdi, um nakað var hent Heina, greiðir Sanna frá. – Eg var so í ørviti tann morgunin, tí eg visti væl, tað kundi ikki vera Heini. Hann lá í songini og svav. – Eg skal fara uppá at lata meg í, segði eg við hann, tí eg var bara ílatin nátt­klæði tá. Tað var jú so tíðliga. Sanna fór uppá aftur og inn í kamarið. Meðan hon lat seg í fóru tank­ar­nir allastaðni. Hvat kundi tað vera? Øll trý børnini, Heini, Barbara og Kári vóru heima og trygg, og ein politistur kemur væl ikki á dyr hjá fólki, um til dømis ein eldri persónur í familjuni doyr? Sanna fór aftur niður undir til politistin, sum nú var komin innar. – Tað er ikki Finn, ha, spurdi eg. Men jú, tað var tað, minnist Sanna aftur á. Politisturin vildi hava Sannu at vakja elsta sonin. »Eg haldi Heini skal koma her og stuðla tær«, segði hann. Hendan morgunin vóru boð kom­ in á løgreglustøðina frá reiðarínum, sum Finn Jacobsen sigldi við. Finn hevði ikki verið sæddur umborð í eitt døgn, og reglurnar siga, at eftir 24 tímar skal reiðaríið boða teimum av­varð­andi frá støðuni. Politisturin greiddi Sannu frá hesum. »Tey vita ikki hvar Finn er. Hann hevur verið saknaður í eitt døgn«, segði hann. – Eg tók tað ikki so alvorligt. Eg trúði ikki tað kundi passa. Men eg fór so niður eftir Heina, og hann ringdi eftir onkrum av okkara vinfólki. Og so byrjaði tað, minnist Sanna. Vinfólk og kenningar úr allari oynni vitjaðu Sannu og børnini frá morgun til myrkurs, men hon minn­ ist ikki so nógv frá hesum døgunum. Hon minnist tó, at hon ongantíð ordiliga trúði tað mátti vera so galið. – Tvætl, hann hevur læst seg inn í einum kontainara ella okkurt so­ vorðið, hugsaði eg. Men dagarnir gingu. Reiðaríið gjørdi alt tey kundu fyri at finna Finn, men einki gjørdist. Finn var burtur. Vildi ikki avstað Dagarnar áðrenn Finn skuldi avstað vóru nakað øðrvísi, enn allar hinar undan­farnu ferðirnar, tá ið Finn skuldi aftur til skips. Hann hevði tað ikki gott, minnist Sanna. Hann var strongdur, hevði høgt blóðtrýst og høgt kolesterol, og tá hann kom heim fyri seinastu ferð segði hann, at hann orkaði ikki at fara við aftur. Trýstið umborð var mangan stórt, og Finn hevði høvuðsábyrgdina av lastini á kontainaraskipinum. Teir sigldu upp á Vesturafrika, og mangan var so grunt, at teir stúrdu fyri, at skipið stóð. Pappírini og veruleikin sam­ svar­aðu ikki altíð. Hví, tað veit Sanna ikki. Men hon heldur, at teir onkuntíð tóku kjansir. – Hann orkaði ikki meir. Um tað var tað, sum gjørdi tað? Ja, tað haldi eg tað var. Eg havi eina passmynd, sum er tikin stutt áðrenn hann fór, og man sær tað. Man sær, at hann sær ikki út, sum hann skal, sigur Sanna. Tíðin nærkaðist, tá ið Finn skuldi avstað, og Sanna sá á honum, at hann ynskti ikki at fara. Hon bað hann bara ringja til reiðaríið og siga teimum sum var. At hann vildi flytast og ikki fór umborð aftur á sama skip. Men Finn segði »gotter, eg taki ein síðsta túr«. Og so fór hann avstað. – Hann ringdi eina náttina, eg hevði náttarvakt. Tað fyrsta hann segði tá var »eg komi heim, eg orki ikki meir«, greiður Sanna frá. Trupulleikar vóru við lastini, tá ið Finn kom fram at skipinum, og hann og yvirstýrimaðurin hann avloysti og skiparin høvdu saman loyst knútin. Nakrar tímar seinni ringdi hann aftur heim, og tá var lagið frægari. Sanna spurdi, um hann var betri fyri nú, og jú, tað var hann. Hon heldur, at tað er sein­astu ferð, at hon tosaði við hann. Var óvanliga troyttur Í døgunum eftir Finn hvarv, ringdi Sanna umborð og tosaði við skiparan. Hann var ein ungur maður, sum var ógvu­liga merktur av støðuni. Hann kendi ikki Finn væl, men hann minn­ ist, at Finn var troyttur. – Finn hevði sagt honum, at hann hevði sovið illa náttina fyri, so hann fór at sova eina løtu longri tann morgun­in, tí hann átti tørn og mátti vera væl fyri, sigur Sanna. Men tá skiparin og hinir umborð fóru at leita eftir Finni, so var eingin maður. Tað sást, at Finn hevði verið í songini, men nú var hann ikki har longur. Og eingin hevði sæð hann. Teir leitaðu allastaðni á skipinum eftir Finni, men uttan úrslit. Fleiri skip fóru síðani á leitingar­ ferð. Tvær ferðir sóu skipini okkurt, sum tey hildu var Finn, men ongantíð bar til at fáa fatur. Tað var grátt og harður streymur júst hesar dagarnar eftir lagnudagin, og einki úrslit spurd­ist burturúr. Sjey dagar seinni varð leitingin avblást, og Finn varð mett­ur at vera farin á sjónum. Eg veit ikki hvat hendi Hvat hendi, hví fór hann upp úr songini, hvussu ber tað til? Spurn­ ingar­nir, sum mala í høvdinum á Sannu og børnunum eru nógvir í tali, men teir verða ongantíð svaraðir. Finn segði einaferð Sannu, at teir vóru farnir at hava eyka trygd um­ borð, tí sjórænarar vóru í nær­um­ hvørv­inum, og onkuntíð høvdu teir púra ljóð­leyst sníkt seg umborð at stjala út­gerð. So høvdu Finn og teir leinkjað útgerðina fasta í trygdar­út­ gerð, sum larmaði og kundi boða frá, at okkurt var áfatt. Og júst hetta – trygdin umborð – er tað, sum Sanna heldur hevur fingið Finn at fara úr songini hesa náttina. – Eg haldi, at hann kanska er farin upp fyri at kanna, at alt er spent fast og í tryggum hondum á dekkinum, og so hevur hann fingið okkurt anfall, og er dottin fyri borð, sigur Sanna. Eg knekkaði tann dagin. Eg bara græt og græt og eg vist ikki hví. Eg føldi bara, at eg ikki orkaði meir« Sanna Jacobsen Mynd: Privat »Man lurtar ikki eftir øðrum. Man tekur altíð avgerðir út frá hvat man sjálvur heldur er rætt. Og eingin kann vita hvussu dagurin í morgin verður«