Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 9 Sum flest øllum kunnugt, so er tað ein vandamikil samanblanding, at hava strongd og høgt blóðtrýst og kolesterol samstundis. Tí kann tað hugs­ast, at júst hesi viðurskiftini gjørdu, at Finn misti heilsuliga fóta­ festið eina løtu og endaði við at detta niður í brúsandi havið. – Eg veit tað jú ikki. Vit hava ongan kjans at vita, hvat er hent, og eg veit, at slatrið gongur um alt møguligt annað. Men hatta er tað, sum eg og børn­ini halda er hent, staðfestir Sanna. Onnur jólini vóru tey ringastu Tann 18. september sama árið hildu tey minningarhald í Vági fyri Finni. Ein sjómansprestur var komin heim til høvið. Hann kendi Finn. Tað var ein harður dagur fyri tey øll. Eisini prestin. Sanna minnist, at hann hevði trupult við at bera gudstænastuna fram, tí hann saknaði Finn. – Hann segði mær, at Finn altíð gav sær stundir til at tosa við seg. So mátti arbeiði verða arbeiði. Finn var ógvuliga góður við øll rundanum seg, minnist Sanna. Árið eftir, at Finn fór á havinum, er sum heild farið úr minninum hjá Sannu. Hon minnist ikki reiðiliga tey fyrstu jólini eftir, at Finn var farin. Men tey næstu jólini minnist hon. Og tey vóru ræðulig. – Tað var tann ringasta tíðin í mín­ um lívi. Eg fái ilt í kroppin, tá eg hugsi um tað, minnist Sanna. Hesi jólini vórðu merkt av, at Sanna vildi, at alt skuldi vera perfekt. Fyri børnini fyrst og fremst. Hon royndi at kompensera fyri, at Finn ikki longur var har. Teimum skuldi ikki vanta nakað, og alt skuldi vera gott. Men lítla jólaaftan bar av. – Eg knekkaði tann dagin. Eg bara græt og græt, og eg vist ikki hví. Eg føldi bara, at eg ikki orkaði meir, sigur Sanna. Hon spurdi seg sjálva, hví hon kendi tað so ringt júst hasi jólini. Tað var jú hálvt annað ár síðani Finn fór. Átti hon ikki at klárað tað betur? – Eg bleiv so kedd, tá onkur segði við meg, at eg mátti taka meg saman. Eg hevði brúkt so nógva orku upp á at gera mat og baka og hvat veit eg, so alt skuldi verða perfekt. Men so gekk tað upp fyri mær, at óansæð hvat, so fekk eg ikki Finn aftur, sigur Sanna. Og børnini merktu á mammu síni, at hon ikki hevði tað gott hesi jólini. Men tey vóru sterk, eins og tey hava verið síðani fyrsta dagin. – Eg eri so errin av mínum børn­ um. Og man kann siga, at síðani hetta hendi, so eru vit blivin tættari. Tá tey merkja á mær, at eg havi ein ringan dag, so eru tey hjá mær, og so tosa vit um tað. Og vit tosa nógv um Finn og um, hvussu ringt tað er at hava mist hann. Men vit klára okkum væl eftir umstøðunum, sigur Sanna Eingin ivi er um, at nærumhvørvið hjá Sannu og hennara børnum er tað, sum hevur bjargað teimum, síðan Finn fór. Arbeiðsplássið hjá Sannu hevur tikið óvanliga væl ímóti henni, tá hon fór aftur til arbeiðis, meðan Sanna er takksom fyri, at vinfólkini hjá børn­unum og sær hava verið trú­ føst í neyðini. – Fólk hava stuðlað okkum og víst okkum samkenslu allan vegin ígjøgn­um. Kommunan hevur stuðlað okkum, arbeiðsplássið hjá mær tók ímóti mær við opnum ørmum, hóast tey vistu, at eg fór at vera nógv burtur. Og vin­fólkini rundan um okkum hava verið sterk og stuðlandi og eru tað enn, sigur Sanna. Verður enn vónbrotin Eina tíð aftaná, at Finn var farin, gav Sanna sær sjálvari skuldina. Hon visti, hann var strongdur og illa fyri heilsuliga. Men hví steðgaði hon honum ikki? Og noyddi hann at koma heim, tá hann ringdi? Men hasir tankarnir eru farnir. Sanna veit, at Finn var ein vaksin maður, sum átti ábyrgdina av sínum egna lívi. Og hann var júst sum hon. Ein sjálvstøðugur persónur, sum tók sínar egnu avgerðir. – Um Finn var strongdur, so skuldi hann ikki verið farin. Eg kundi havt sagt øll hasi tingini, men tað segði eg bara ikki. Og um eg hevði sagt tað, so hevði hann sagt »tvætl, eg klári tað«, sigur Sanna. Í dag veit Sanna, at tað hevði ikki gjørt mun, um hon segði øll tey røttu tingini tá, tí hann hevði ikki lurtað. – Man lurtar ikki eftir øðrum. Man tekur altíð avgerðir út frá, hvat man sjálvur heldur er rætt. Og eingin kann vita, hvussu dagurin í morgin verður, sigur Sanna. Skuldarkenslan er farin, men enn nívir saknurin. Serstakliga tá undir­ liggjandi tankar føra Sannu í eina óveruliga boblu, sum síðani verður brostin ferð eftir ferð. Sanna minnist aftur á fyrstu ferð hon vitjaði børnini í Danmark, eftir at Finn var farin. Hon gleddi seg so ótrú­liga nógv at sleppa til Dan­mark­ ar. Óbevíst hugsaði hon, at alt fór at vera gott tá, tí tá fór Finn at vera har. – Tá vit so komu fram, og tað gekk upp fyri mær, at hann var heldur ikki har, so bleiv eg so skuffað. Eg vildi bara sleppa heim aftur, sigur Sanna. Tvær ferðir síðani hava Sanna og børnini hildið jól í Keypmannahavn. Og báðu ferð hevur støðan verið tann sama. Boblan brestir hvørja ferð Sanna má viðurkenna, at Finn ikki er har. Hann er ikki í Danmark hjá børn­unum, ikki í húsunum í Vági, ikki til sjós. Hann er heldur ikki í kirkju­ garð­inum, har hansara gravsteinur er. Hann er burtur. – Mín størsti trupulleiki í dag er, at eg enn ikki kann viðurkenna, at hann er deyður, sigur Sanna, sum týðiliga ikki dámar orðið »deyður«. Hann er burtur, sigur hon. – Eg havi einki at fyrihalda meg til. Eg havi ikki sæð hann deyðan ella fylt honum til jarðar. Eg veit ikki ein­ gongd, hvussu hann fór, sigur Sanna. Síðani Sanna og Finn komu sam­ an í parlag, tá ið tey vóru 17 ár, hevur Finn verið nógv burturi. Hann hevur siglt meginpartin av teirra lívi, og hon hevur altíð verið von við at vera nógv einsa­møll. Og tað hevur ikki forðað henni í at fara út við vinfólkum og hava tað stuttligt. Men í dag er verri. – Føðingardagar og brúdleyp eru tað ringasta. Og summarferiur. Tá fólk vanliga eru saman, tá merki eg ein­semi eyka nógv. Eg plagdi altíð fyrr at seta meg við telduna, tá ið eg hevði verið úti, og senda Finni ein teldupost um okkurt stuttligt var hent. Hann var ikki við mær úti altíð, men eg visti hann var har. Nú eri eg einsamøll, sigur Sanna. Hóast gott og væl fimm ár eru farin, síðani Finn fór hiðani, so gongur ikki ein dagur, har Sanna ikki hugsar um Finn. – Onkuntíð fari eg á telduna og hugsi, ja nú man hann hava sent okkum ein teldupost. Tað gjørdi hann altíð, um hann var burtur, tá onkur høg­tíð ella hátíðarhald var. Men teir eru ongantíð har. Og so hugsi eg fyri mær sjálvari »hvat er tað tú ger Sanna«, sigur hon. Og spurningarnir um, hvat veru­ liga hendi, fara altíð at spøkja. – Eg sakni hann hvønn einasta dag. Og tað gera børnini eisini. Eg ynski innarliga, at tey finna hann onkurs­vegna. Eg veit tað er langt síð­ani, men fimm ár eru einki. Tað er einki í veruleikanum, sigur Sanna. Hon má tíverri staðfesta, at síð­ ani 21. juli 2010 hevur hon ongantíð verið ordiliga glað. Longsilin og sorgin eru enn ein fastur partur av lívinum hjá Sannu og børnunum hjá henni og Finn. Nakrir dagar eru tó betri og nakrir verri. Í dag grætur hon tó ikki so nógv, sum hon hevur. Hennara størsta vón nú og fyri framtíðina er, at børnini koma nøkunlunda heil­ skap­að ígjøgnum lívið, hóast tey ongan­tíð fara at vita, hvat hendi við pápa teirra, sum hvarv. barbara@sosialurin.fo Mynd: Privat – Eg eri so errin av mínum børnum. Og man kann siga, at síðani hetta hendi, so eru vit blivin tættari. Tá tey merkja á mær, at eg havi ein ringan dag, so eru tey hjá mær og so tosa vit um tað. Og vit tosa nógv um Finn og um hvussu ringt tað er at hava mist hann. Men vit klára okkum gott eftir umstøðunum, sigur Sanna Jacobsen Mynd: Privat