hósdagur 22. oktober 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
10
– Tað kennist sum at fara í jarðarferð hjá Finn hvørja ferð, sigur Sanna Jacobsen,
sum 1. november aftur skal til minningardag teirra sjólátnu
Fimta jarðarferðin
næsta sunnudag
persónssøga
Barbara Holm
A
llahalganna dagur var
sum minningardagur
teirra halgimenni, ið ikki
annars høvdu sín serliga
minningardag, ásettur av pávanum
Bonifacus 4. at vera tann 1. november.
Hetta var umleið ár 610. Í 998 ásetti
Gregor 5. pávi dagin eftir, annan
november, at vera allasálannadag til
minnis um øll hini, ið farin vóru, men
ikki vóru skírd halgimenni. Í Føroyum
hevur allahalgannadagur ein serligan
status sum minningardagur teirra
sjólátnu.
Allahalgannadagur hevur sín upp
runa í fornkirkjuni og varð settur
til minnis um tey halgimenni, sum
ikki frammanundan høvdu fingið
egnan minningardag. Í dag verður
allahalgannadagur nógvastaðni ikki
hildin sum serligur halgidagur, uttan
kanska í Føroyum, her hann hevur
fingið sín serliga dám sum minn
ingardagur teirra sjólátnu. Og tó
verður gjørt væl burtur úr degnum
í fleiri londum kortini. Men meira
verðsligt og peningaávirkað er hetta
hald, sum á amerikanskum verður
nevnt Halloween.
Í USA verður dagurin nevndur
All-Saints ella All-Hallows Day (Eve).
Hetta seinna er so í fólkamunni vorð
ið samansett til Halloween, sum er
vorðin eitt fyribrigdi, har tað ræður
um at spjaða so nógvan óhugna,
og helst vera so spøkilsiskendur og
óhugnaligur sum gjørligt.
Eisini børnini eru partur av hesum
haldi og ganga, eins og børn á okkara
leiðum á føstulávint, hús úr húsi við
posa at biðja góðgæti, og hvat nú
fáast kann, uppí.
Sum so mangir aðrir siðir og
skikkir er hesin allahalgannasiður
við at breiða seg úr USA. Hetta, sum
nevnt verður Halloween, er ein siður,
sum tikin er upp ymsastaðni í Evropa.
Roynt hevur verið at innføra siðin
eisini í Føroyum, men her verður av
nógvum mælt frá. Serliga eru tað
kirkjufólk, sum ikki eru so fegin um
hesa fremmandu grýluveitslu, sum
summi vilja leggja um allahalguna.
Vit føroyingar hava í ein mans
aldur havt ein serligan og vakran
sið knýttan at allahalgannadegi, har
vit minnast okkara »falnu«. Eisini er
í nógvum kirkjum tann siður alla
halganna sunnudag, at minnast øll
tey, sum farin eru í sóknini síðan
seinastu allahalgannu.
barbara@sosialurin.fo
Kelda: folkakirkjan.fo
Nýggjar reglur fyri minningardag teirra sjólátnu
Nýggjar reglur eru settar fyri hvør kann skrivast á almenna listan yvir falnir føroyingar á sjóðnum. Ein nevnd við
bispi á odda hevur arbeitt við hesum málið í eitt lítið ár, og frá 1. november koma nýggju reglurnar í gildi
Ásannandi, at skipanin var farin á
glið, og at neyðugt var at gera al
menn metingarstøði, so at neyvt
ber til at siga, hvør skal verða
nevndur á listanum, var semja um
at seta eina nevnd at gera uppskot
til metingarstøði, grundað á gomlu
løgtingssamtyktina og á umrøðuna
á fundinum, skrivar folkakirkjan.fo
Semja er í settu nevndini um, at
neyðugt er, at greiðar avmarkingar
eru fyri, hvør kemur á listan, so at
ivamálini verða so fá, sum til ber.
– Óneyðug umrøða skal ikki vera
um, hvør eigur at verða nevndur
á listanum. Uttan mun til, hvar
markið verður sett, kann altíð finn
ast okkurt markamót, har ivi kann
verða um, hvør kemur á listan ella
ikki. Tí er neyðugt, at støðið undir
listanum eru greiðar reglur, so iva
málini eru so fá, sum til ber, sigur
nevndin í tíðindaskrivi.
Somuleiðis er semja um, at tann
týdningur, sum eftir øllum at døma
upprunaliga var ætlaður at leggja í
hugtakið »sjólátnir« við einmæltu
løgtingssamtyktini, framvegis hev
ur so stóran týdning, at hetta er
støðið, sum gingið verður út frá.
Listin er til almenna minningar
haldið hin 1. november, har bæði løg
maður og biskupur luttaka.
Einki er til hindurs fyri, at minn
ingarhaldini kring landið annars
kunnu vera hildin um onnur, sum
eru farin, uttan mun til um tey eru
við á hesum lista.
Av tí at talan er um eitt føroyskt
minningarhald, ber illa til – vísandi
til løgtingssamtyktina í 1948 ».....til
minnis um sjólátnar Føroyingar«
– at finna aðra avmarking enn við
fortreytina um at tann, sum kemur
á listan, býr í Føroyum.
Ásannandi, at samfelagið er eitt
heilt annað, enn tá ið hetta minn
ingarhaldið byrjaði, var semja um
hesar fortreytir og hesa allýsing.
Tann, sum kemur á listan:
– Skal vera skrásettur hjá Lands
fólkayvirlitinum at búgva í
Føroyum.
– Skal hava latið lív í sínum yrki
á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Á sjónum merkir her á skipi,
báti, øðrum vinnustaði á sjónum,
ella í sjónum.
Hendan niðurstøðan kemur
í gildi til almenna minningar
haldinum komandi allahalganna
ár, ið byrjar 1. november 2015.
1. november er allahalgannadagur. Í USA verður
dagurin nevndur All-Hallow Day ella Halloween