Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 12 tema Føroysk matmentan Tað siðbundna og tað nýggja Hóast seyðahald og slaktið hevur sterkar røtur í føroyska sam­felagnum, so eru kortini nýggjar avbjóðingar at hóma hjá bøndrum kring landið. Myndug­leikarnir seta strangari krøv, meðan bøndurnir stríðast við at fáa seyðahaldið at mæla runt fíggjarliga. Eftir 1. januar 2017 verður liðugt at fletta í kjallarum, ið ikki eru góðkendir sum slátur­ hús, um ætlanin er at selja til handlar ella matstovur. Tað verður tó framvegis loyvi við durasølu av kjøti, tað vil siga til onkran, ið bert ynskir at keypa til egna nýtslu. Samstundis sum siðbundna matmetanin í Føroyum fram­vegis stórtrívist kring landið, so eru eisini nýggjar mat­mentanir at hóma mill­ um yngra ættarliðið. Altjóða matmentanir vinda uppá seg, men tað er ikki bara lætt at flætta siðbundnu kjøt­ mentanina og nýggju rákini saman í gerandis­degnum. Á temasíðunum hesaferð varpa vit ljós á føroyska mat­ mentan í breiðari merking. Tú kanst lesa samrøðu við Føroya størsta bónda, og hansara hugsanir um nýggjastu krøvini frá heilsumydugleikunum. Vit fara eisini afturum krøvini frá myndugleikunum, og vísa hvat í veruleikanum skal til, um ein bóndi ynskir at fáa góðkenning til eitt sláturvirkið. Samstundis varpa tema­ síður­nar ljós á nýggju rákini í Føroyum. Rákini, har kjøt og djóraúrdráttur ikki eru partur av gerandisdegnum, og sum mangan brestur saman við okk­ara siðbundna hugburð um, at kjøt er ein fastur partur av okk­ara kosti. Slaktið er í hæddini, og kring landið nýta menn og kvinnur tíð og orku uppá at fáa seyðin til høldar Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Rógvi Nybo M angan verður ført fram, at strangari heilsu­frøðilig krøv til vinnu­ligar bøndur fara at køva før­oyskari matmentan. Í 2010 varð nýggj matvørulóg sett í gildi fyri Føroyar, har munandi strangari krøv verða sett til hjallar og sláturhús hjá bøndrum, ið ynskja at selja seyðakjøt til handlar og matstovur. Undantak varð givið í fimm ár, fram til 1. juni 2015, har bøndur fingu møguleika at skipa so fyri, at teir lúka krøvini. Hetta undan­tak er longt og gongur nú til 1. januar 2017. Men sambært bóndanum í Saksun, Jóhan Jógvansson, sum er hev­ur størsta festið í Føroyum, eru flestu krøvini rímilig og skilagóð. – Tað kemur at kosta nakað at gera íløgur í ein góðkendan hjall, soleiðis at vit liva upp til krøvini. Men eg eri ósamdur í, at tað kem­ur at ganga útyvir vinnuna og mat­ mentan­ina. Eg eri sjálvur útbúgvin fram­leiðslu­tøkningur, og eg eri av teirri grundleggjandi trúgv, at vit loysa trupul­leikar, so hvørt teir stinga seg upp. Vinnan lagar seg til, tá nýggj krøv verða sett, og soleiðis verður eisini við hesum, sigur Jóhan Jógvansson. Hann leggur tó skjótt afturat, at øll krøvini eru ikki líka skilagóð. Eitt nú nevnir hann kravið um at hava eitt vesi í hjallinum. – Tað gevur so onga meining í mínari verð. Men tey flestu av hinum krøvunum geva góða meining og eru rímilig, greiðir Jóhan Jógvansson frá. Ítriv undirgravar vinnuni Hóast tað fer at krevja íløgur, verður tað ikki strangari krøvini, ið fara at køva føroysku matmentanini og lokalum spesialitetum. Sambært Jóhan Jógvansson kunnu strangari krøv verða ein bati fyri vinnuna, tá saman um kemur. – Í dag skilir eingin ímillum vinnu og ítriv, tá tosað verður um land­ búnað, hvørki politikarar ella heilsu­ myndugleikar. Í roynd og veru eru tað Hvør tímir at lata eitt lítið oyra fyri at fáa fatur á av­roðum, um tey kunnu fáa tað ókeypis frá onkrum øðrum, ið hevur ov nógv?« Jóhan Jógvansson, bóndi Strangari krøv ganga ikki útyvir matmentan Størsti bóndi í Føroyum, Jóhan Jógvansson í Saksun, er ósamdur í at strangari heilsufrøðilig krøv til vinnuligar bøndur ganga útyvir góðsku og smakk. – Eg havi ta grundleggjandi trúgv, at vinnan lagar seg altíð til nýggj krøv, sigur bóndin. Avbjóðingarnar koma frá bøndrunum sjálvum Føroya størsti bóndi Matmentanin í Føroyum