hósdagur 22. oktober 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
13
Temasíðurnar hesaferð varpa ljós á føroyska matmentan og tess trupulleikar í breiðari merking. Flettingin er í
hæddini júst nú, og temasíðurnar viðgerða teir trupulleikar, sum bøndur merkja í virksemi sínum. Eisini seta vit
fokus á nýføroyska matmentan og hvussu tað er at liva og virka í Føroyum uttan at eta kjøt ella kjøtúrdráttir.
ítrivsbøndur, ið steðga vinnuni, sigur
Jóhan Jógvansson.
Hesa útsøgnina undirbyggir hann
við at vísa á, at hjá teimum bøndrum,
ið ynskja at dríva landbúnað sum
vinnu, hevur tað stóran týdning at
fáa frægasta prís fyri hvønn seyðin,
soleiðis at tað kann mala runt. Í dag
melur tað ikki runt hjá nógvum, og
orsøkin er, at ítrivsbøndur eru við til
at undirgrava landbúnaðarvinnuna.
Hetta gera teir við eitt nú at selja krov
fyri ein bíligari penga, enn vinnuligu
bøndurnir, ið skulu gera íløgur í
góðkendar hjallar og nýta góðkend
sláturhús, kunnu gera.
– Og tað sama ger seg galdandi
við avroðum. Hvør tímir at lata eitt
lítið oyra fyri at fáa fatur á avroðum,
um tey kunnu fáa tað ókeypis frá
onkrum øðrum, ið hevur ov nógv,
spyr Jóhan Jógvansson.
Matmentan hvørvir
í sama viðfangi
Sjálvur flettir Jóhan Jógvansson
allan seyðin á sláturvirkinum hjá
Krás í Hósvík. Tá verða bæði skinn og
avroð eftir í Hósvík, meðan bert heil
krov verða flutt niðan aftur til Saks
unar at turka. Orsøkin er, at tað loysir
seg snøgt sagt ikki at fáast við tað.
Av tí sama, vísir Jóhan Jógvansson
á, verður hvørki rullupylsa ella nakað
líknandi gjørt longur, annað enn til
egið húsbrúk. Stríðið av at framleiða
hesar vørur, sum annars kundu givið
eitt lítið fíggjarligt íkast afturat, er
snøgt sagt munandi størri enn tann
lítli vinningur, ið kann fáast burturúr.
Hetta merkir eisini at ein partur av
serstøku matmentanini, ið hoyrir til
ymisku plássini, er við at doyggja út.
Orsøkin er, at tað hjá bøndrum bert
loysir seg at selja heil krov. Tað mesta
av restini verður beint burtur, og har
við minkar inntøkugrundarlagið hjá
bøndrunum eisini.
Samstarva heldur
enn kappast
Jóhan Jógvansson sær fyri sær, at
tað við strangari krøvum verður skilt
betri millum teir, ið ætla vinnuligan
landbúnað, og teir, ið bert hava tað
til ítriv. Men hann sær eisini fyri sær,
at einasti vegur fram, um bøndrum
skal verða lív lagað í Føroyum, er at
samstarva.
– Tað staðbundna við einum ser
ligum smakki og at framleiða gott
seyðakjøt hevur sjálvandi týdning
fyri einstaka bóndan. Men heldur
enn at vit kappast á tí frontinum,
hevði eg ynskt at tað var eitt slag av
samstarvi millum bøndur, sum sam
an kundu garantera gott kjøt og har
við kanska eisini ein betri prís, greiðir
hann frá.
Eitt nú vísir hann á royndirnar úr
Sandoynni við einum felags búmerki,
ið framleiðarar kunnu merkja sína
grøði við, fyri at vísa á hvaðani tað
kemur, og at tað borgar fyri eini ávís
ari góðsku. Eisini nevnir hann væl
eydnað dømi úr Noregi við at bøndur
samstarva um felags sølufólk, heldur
enn at royna hvør í sínum lagi.
Ein annar trupulleiki er, at har í
dag manglar ein millumliður millum
bónda og endaliga brúkaran. Eitt nú
soleiðis at ein felagsskapur sum Krás
keypti seyðin livandi frá bóndanum
og garanteraði ein ávísan prís fyri
seyðin, og síðani sjálvur syrgdi fyri
at gagnnýta alt av seyðinum sum
frægast. Í dag verður Krás bert nýtt
sum sláturvirki, meðan krovini verða
avheintað aftur av bóndanum, sum
síðani skal selja tey krovini víðari.
Hóast trupulleikar, eru eisini
loysnir í eygsjón hjá landbúnaðinum.
Jóhan Jógvansson er hvørfall ikki í
iva um, at samstarv er vegurin fram,
um vit ynskja nakað gott burturúr
vinnuligum seyðahaldi og at varð
veita serstaka føroyska matmentan.
Í verandi líki verða tað bara ítrivs
bøndur, ið hava ráð at taka sær av
matmentan og at putlast við rullu
pylsur og annað. Samstundis undir
grevur tað prísin og harvið eisini
tilverugrundarlagið hjá teimum, ið
ynskja seyðahald sum vinnuveg.
rogvi@sosialurin.fo
Mynd: Vilmund Jacobsen
»Vinnan lagar seg til, tá nýggj
krøv verða sett, og soleiðis
verður eisini við hesum«
– Í roynd og veru eru tað
ítrivsbøndur, ið steðga
vinnuni, sigur Jóhan
Jógvansson, bóndi
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir 1. januar 2017 verður liðugt við at fletta í kjallarum, ið ikki
eru góðkendir sum sláturhús, um ætlanin er at selja til handlar ella
matstovur. Tað verður tó framvegis loyvi við durasølu av kjøti,
tað vil siga til onkran, ið bert ynskir at keypa til egna nýtslu
Árið hevur roynst serstakliga illa
hjá Jóhan Jógvansson, bónda í
Saksun. Fellið hevur verið ovur
honds stórt, og neyðugt er at seta
meginpartin av lombunum við
aftur, fyri at halda nøkulunda
stand við áseyðatalinum.
Hetta koppar øllum árinum á
høvdið og ger, at í ár verður einki
yvirskot burturúr. Annars var
upprunaætlanin at hava eitt lítið
yvirskot í ár og at nýta hetta til at
gera íløgu í ein góðkendan hjall.
Henda ætlan hevur nú fingið eitt
bakkast, men Jóhan Jógvansson
er tó framvegis vónríkur um, at
tað fer at eydnast at hava ein góð
kendan hjall kláran, tá undantaks
loyvið rennur endaliga út tann 1.
januar 2017.
– Vit fara í øllum førum at
royna, staðfestir hann.
Stórt felli koppar
øllum árinum