hósdagur 22. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
14
tema Føroysk matmentan
Rógvi Nybo
M
atvørulógin, ið er
tann lógin, ið skal
veita øllum borgarum
nøktandi matvøru
trygd, er ikki ein nýggj lóg. Eitt ein
mælt Løgting samtykti afturi í 2010
at seta nýggja matvørulóg í gildi fyri
Føroyar. Høvuðsendamálið við eini
matvørulóg er at veita matvørutrygd,
og meginreglan í matvørulógini er, at
matvørur skulu framleiðast á góð
kendum virki. Hetta kenna vit eitt
nú úr fiskivinnuni og alivinnuni, har
strong krøv verða sett til framleiðslu
umhvørvið. Matvørulógin er tó bert
ein rammulóg, ið ikki í sær sjálvum
setur strong krøv til landbúnaðin,
men hinvegin heimilar landsstýris
manninum at áseta við kunngerð,
hvussu høvuðsendamálið við lógini
kann røkkast og hvørji ítøkilig krøv
eiga at verða sett til framleiðslu.
Í matvørulógini vóru tó gjørd fleiri
undantøk, sum vóru grundað á, at
vit í Føroyum hava eina heilt serliga
siðbundna matvøruframleiðslu,
serliga tá umræður seyðakjøt. Eitt
av teimum mest týðandi undan
tøkunum var gildiskoman. Í upp
runalógini frá 2010 vóru framleiðsla,
viðgerð, marknaðarføring og søla av
føroyskum seyða- og neytakjøti til
endabrúkaran umvegis heil- ella smá
sølu tó undantikin inntil eitt nærri
ásett dato. Hetta dato varð sett til 1.
juni 2015, tá seyða og neytakjøt eisini
skuldu verða fevnd av lógini. Í apríl
mánaði varð hetta longt fram til 1.
januar 2017.
Vilja varðveita durasølu
Í viðmerkingunum til broytingar
uppskotið frá apríl mánaði stendur,
at »meginparturin av bóndunum
selja sína framleiðslu í durasølu.
Eingi heilsufrøðilig krøv verða sett
hesari framleiðslu, og ongar ætlanir
eru um at broyta hesa siðvenju. Eyð
kennið við durasøluni er, at tað er ein
spurningur um álit millum seljara og
keypara.«
Tað hevur við øðrum orðum
ongantíð verið meiningin at forða
fyri, at vanligi borgarin kann keypa
turt ella ræst kjøt til egna nýtslu bein
leiðis frá bóndanum, eins og vanligt
altíð hevur verið.
Pappírshandklæði, flótandi
sápa og starvsfólkavesi
Er endamálið hjá bóndanum hin
vegin at selja seyða- ella neytakjøt til
antin eina matstovu ella ein handil,
er tað at strongu krøvini frá myndug
leikunum skulu fylgjast. Tá skal seyð
urin ella neytið slaktast á einum góð
kendum sláturvirki, og skal kjøtið
turkast ella ræsa, skal tað verða í
einum góðkendum hjalli. Í Føroyum
er tað Heilsufrøðiliga Starvsstovan,
ið er eftirlitsmyndugleiki á matvøru
økinum, og skal góðkenna sláturvirki
ella hjallar. Og Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur gjørt eina vegleiðing
til innrætting av einum góðkendum
hjalli.
Vegleiðingin leggur millum annað
upp til, at hjallurin telur fleiri rúm.
Eitt forrúm, eitt turkirúm, eitt pakki
rúm og eina goymslu til pakkitilfar.
Tá tað kemur til sjálva innrættingina,
eru eisini fleiri krøv. Millum annað
skal turkirúmið, tað vil siga hjallurin,
hava rimar í minst tveimum síðum,
sum skal tryggja støðugt luftskifti.
Somuleiðis skal hann vera so mikið
stórur, at krovini ikki nerta hvørt
annað, ella við útveggin, umframt
ymiskt annað. Um útbúna verð
ur sagt, at »... handvask skal vera í
forrúmi, við flógvum vatni og ikki
handstýrdum krana. Flótandi sápa,
pappírshandklæði og ruskílat skulu
vera við hondvaskið«. Hvat reingerð
viðvíkur verður sagt, at áðrenn turk
ingin byrjar, skal hjallurin vaskast,
sóttreinsast og vera turrur. Og so skal
eingin onnur vøra inni, meðan kjøt
hongur í hjallinum.
Harafturat verður lagt upp til, at
atgongd skal vera til eitt starvsfólka
vesi, ið ikki er partur av privata húsar
haldinum í tíðarskeiðinum, hjallurin
er í brúk.
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøð
iligu Starvsstovuni, hevur tó áður í
samrøðu við Sosialin lagt dent á, at
talan er um eina vegleiðing, og at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan er altíð
til at tosa við.
Vegleiðingin hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni sæst aðrastaðni her
á síðuni.
Útoyggjafelagið
kannar hvat skal til
Tá Útoyggjastuðul varð latin í vár,
var ein av verkætlanunum, ið fekk
játtað stuðul, ein verkætlan hjá Út
oyggjafelagnum, sum skal staðfesta,
hvussu ein heilsufrøðiliga góðkendur
hjallur eigur at vera, og hvat skal til,
fyri at fáa ein brúktan hjall góðkend
an av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Úrslitini verða væntandi løgd
fram á ráðstevnu í desember um ræs
ing og ræst kjøt.
rogvi@sosialurin.fo
Hetta krevur Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan
Góðkendan hjall
Skal turra ella ræsta kjøtið seljast
matstovu ella handli, verða
munandi strangari krøv sett
til hjallin, enn um talan er um
durasølu. Millum annað krevjast
fleiri rúm, hondvask við flógvum
vatni og ikki handstýrdum krana,
flótandi sápu, pappírshandklæði
og tilhoyrandi ruskílati.
Forrúm við hondvaski við flógvum vatni og ikki handstýrdum krana, turkirúm, pakkirúm, goymsla
til pakkitilfar og starvsfólkavesi eru bert nøkur av krøvunum, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan
setur til innrætting av einum góðkendum hjalli til at turka kjøt í. Krøvini hava elvt til nógv kjak
■ Í dag eru tvey góðkend
sláturvirki í Føroyum. Tey
eru hjá Krás í Hósvík og á
bóndagarðinum í Stóru Dímun.
■ Tveir hjallar í Føroyum hava
fingið góðkenning.
■ Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur fyrispurningar frá øðrum
um góðkenningar av sláturvirki
og hjallum.
HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN
Tórshavn, hin 28. september
2011
Málnr.:-201100415-1
Útgáva1
Síða 1 av 1
Vegleiðing
Innrætting av hjalli at turka kjøt í
Endamál:
Turking av seyðakjøti, skera sundur, pakka til sølu til
endabrúkara.
Alment:
Farast skal ikki undir turking ella ræsing av kjøti, um ov
lýtt er í veðrinum.
Staðseting:
Hjallurin skal standa á slíkum stað, at dálking frá øðrum
virksemi ella frá lendinum rundanum ikki verður borin at
kjøtinum. Eisini má hann standa soleiðis fyri, at góður
gjóstur fæst.
Hølir:
Forrúm við hondvaski
Turkirúm
Pakkirúm
Goymsla til pakkitilfar
Innrætting:
Innrætting av hjalli skal tryggja, at temperaturin í
kjøtinum so vítt gjørligt fellur javnt niður um 7º C. Hitin
í hjallinum skal skrásetast dagliga.
Turkirúm skal vera við rimum á minst 2 síðum,
so at luftskiftið er støðugt og ótarnað.
Rúmið má vera so stórt, at krovini ikki nerta við
hvørt annað, og ikki koma at útveggi.
Hjallurin skal vera vardur ímóti skaðadjórum:
vera rottu- og músatættur, hava flugunet fyri
rimar
flugulampu í forrúmi, og skipan fyri týning av
rottu og mús.
Forrúm skal vera, soleiðis at atgongd ikki er til
turkirúm beinleiðis uttanífrá.
Forrúm skal um neyðugt hava hóskandi pláss og
útgerð at skera sundur og pakka við.
Útbúnaður:
Handvask skal vera í forrúmi, við flógvum
vatni og ikki handstýrdum krana. Flótandi
sápa, pappírshandklæði og ruskílat skulu
vera við hondvaskið.
Tilfar:
Veggir, loft, gólv og útgerð til at hongja kjøt
á skulu vera úr hørðum,sløttum tilfari, ið ikki
drekkur vatn í seg, ikki gevur skaðilig evni
frá sær, og sum er lætt at halda reint.
Frárensl skal vera í gólvi í turkirúmi. Um
gólvið er rimagólv, skal undirlendið vera
asfalterað ella stoypt.
Ruskrúm ella bingjustað skal kunna spulast.
flugulampu í forrúmi, og skipan fyri týning
av rottu og mús.
Forrúm skal vera, soleiðis at atgongd ikki er
til turkirúm beinleiðis uttanífrá.
Forrúm skal um neyðugt hava hóskandi pláss
og útgerð at skera sundur og pakka við.
Reingerð:
Áðrenn turkingin byrjar, skal hjallurin vaskast og
sóttreinsast og vera turrur.
Persónligt reinføri:
Arbeiðsfólk skulu hava hóskandi
arbeiðsbúna, sum skal vera reinur.
Atgongd skal vera til starvsfólkavesi, ið ikki
er partur av privata húsarhaldinum í
tíðarskeiðinum, hjallurin er í brúki.
Annað:
Meðan kjøt hongur í hjallinum, skal ongin onnur vøra
vera inni.
Mint verður á, at hetta eru vegleiðandi krøv til innrætting.
Mett verður um hølisviðurskiftini og endalig avgerð verður tikin í hvørjum einstøkum føri.
Savnsmynd