hósdagur 22. oktober 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
15
Útlendsk rák
komin fyri at vera
Ræstur fiskur, skerpikjøt, turrur fiskur og grind, hetta er millum tað
ið flestu okkara hugsað, tá ið vit tosa um føroyska matmentan
Tjóðhild Patursson
M
en døgurðaborðið hjá
flestu føroyingum
sær nógv øðrvísi út, og
eisini føroyingar vera
ávirkaðir av altjóða matrákum og
mat áskoðanum. Paleo, 5:2, lowcarb og
annar serkostur eru vorðin gerandis
orð, men tað ið møguliga liggur allar
longst burturi frá siðubunda før
oyska matinum, er vegetariskur og
veganskur kostur.
Tað finnast ikki tøl fyri hvussu
nógvir vegetarar og veganarar eru í
Føroyum, men vegetarisk matgerð
er vorðin alsamt meira sjónlig sein
astu árini. Nógvar matstovur bjóða
vegatariskar rættir, og matstovan
SMAKKA er (næstan) vegetarisk
burturav. Eisini í sosialu miðlunum
sæst vegetariski maturin aftur. Í
einum facebook bólki skriva før
oyskir vegetarar sínamillum um
vegetarismu og øllum í har til
hoyrir, og á facebooksíðuni
‘Kjøtfríur Mánadagur’ síggjast
hvønn mánadag nýggj kjøtfrí
mathugskot.
Men hvat er so ein
vegetarur, og hvat
er ein veganari?
Veganari
Upprunaliga blivu veganarar nevndir
vegetarar, og í dag eru enn summi
(serliga veganarar sjálvir) ið royna at
halda fast í hesum. Onkuntíð verður
veganskur kostur
nevndur heil-
vegetariskur. Hetta kann vera eitt
sindur forvirrandi. Allar flestu siga
tó veganari.
Ein veganari er ein sum ikki etur
nakran mat sum stavar frá djórum.
Ikki kjøt, fisk og fugl. Ikki mjólk
og egg. Ikki hugnang. Og ofta velja
veganarar eisini ull, leður og annað
frá, ið vit vanliga brúka til klæðir,
í kremi og sminku. Veganarar
velja frá, alt tað ið stavar frá
djórum.
Vegetarur
Ein vegetarur etur ikki kjøt, fisk
og fugl. Onkuntíð verða vegetarar
nevndir lakto-vegetarar (um teir
eta mjólkaúrdráttir), ella lakto-ovo-
vegetarar (um teir eta bæði mjólk
og egg). Hetta er ein leivd frá, at tað
upprunaliga vóru veganarar ið blivu
kallaðir vegetarar. Í gerandis máli
verður tó ið dag bert sagt vegetarur.
Hvat eta tey so?
Veganarar kunnu eta alt úr plantu
ríkinum: Frukt og grønt. Korn,
bønir, linsir og nøtir. Vegetarar eta
harafturat egg, mjólkaúrdráttir og
hugnang.
post@sosialurin.fo
Fyri góðum 100 árum síðani búði
ein maður í Kirkjubø í kallaðist
Gazet Patursson, hann át ikki kjøt.
Hvørjar orsøkirnar vóru eru bara
gitingar um.
– Sum ungur lesandi í Danmark
fekk hann gulsótt. Tá í tíðini var
ikki ordiliga nøkur viðger fyri
gulsótt. Vit vita at hann var nakr
ar ferðir á Skodsborg í viðger, og
møguliga er tað har hann hevur
lært um vegetariskan kost, og at
hetta hevur ávirkað hann til at
velja ta sunnu lívsleiðina. Men eis
ini hansara stóri áhugi í grønmeti
og plantum man hava ávirkað.
Sigur Rasmus Patursson, abba
sonur Gazet.
Gazet Patursson hevði vakstar
húsið í Kirkjubø, og brúkti stórsta
partin av lívi sínum til at dyrka,
og at kanna plantur og smákykt.
Hann hevði ein ótrúligan urtagarð,
og tað sigst at hann fekk alt at
vaksa.
Nógvir føroyskir vegetarar í
dag, nevna sosiala trýstið sum
er á vegetarum; tí tað passar ikki
heilt inn, ikki at eta kjøt. Til allar
høgtíðir og hátíðarhald eta vit kjøt,
og oftast eisini í gerandisdegnum.
– Man tosaði ikki so nógv um
tað at hann ikki át kjøt. Soleiðis
var tað bara. Hann hevði eittsindur
av jørð og átti eittsindur av seyði,
men hann át ikki kjøtið. Tað var
bara ikki hann. Ístaðin gav hann
tað burtur ella hini í familjuni ótu
tað. Eg minnist at hann plagdi at
eta okkurt úr blikkum, okkurt
hann kundi eta. Eg veit ikki hvat
tað man hava verið. Fortelur
Rasmus Patursson og heldur fram
– Hann var serstakur, sum hini
syskini (millum annað Jóhannes,
Siggert, Sverri og Súsanna Helena
Patursson), hann kom lítið út
millum fólk, lívið var tað sum var
rundan um hann. Men nógv fólk
vitjaðu har hjá honum, og tað var
altíð spennandi at sleppa at royna
ymiskt av tí í vaks í garðinum.
Møguliga hin fyrsti
føroyski vegetarurin
Kjøtfríur Mánadagur
Hóast vegetarisma kann tykjast at vera eitt
nýtt fyribrygdi í Føroyum, er hetta ikki heilt so
Átakið Meatless Monday bleiv skapt í 2003 í USA í eini
roynd at fáa fólk at royna vegetariskan mat
Serliga umhvørvis árinini av kjøt
framleiðslu bleiv drigið fram sum
ein orsøk at royna tað. Vit vita øll
at vit skulu spara uppá heita vatnið,
sløkkja lampurnar tá ið vit fara út og
seta bilin. Men ikki øll vita, hvussu
stóra ávirkan maturin, vit eta, hevur á
umhvørvið. Ein kanning sum NIRAS
hevur gjørt, vísir á, at útvið 50 % av
umhvørvissporinum, danskarar seta
eftir seg, stendst av teirra matvanum
– stóra nýtslan av kjøti og øðrum
proteinríkum vørum sigst at vera
høvuðsorsøkin.
Meatless Monday er vorðið partur
av gerandismálinum í stóra partinum
av enskttalandi heiminum, og er
seinnu árini eisini vorðin partur av
tí føroyska.
»Kjøtfríur Mánadagur« eitur
facebooksíðan sum hvønn mánadag
sendir grøn mathugskot út til før
oysku døgurðaborðini. Kvinnurnar
handan facebook bólkin byrjaðu at
leggja uppskriftir út í 2013. At byrja
við hendi ikki so nógv, men í dag
hevur síðan nærum 1000 ‘likes’.
Endamálið við síðuni hevur verið
at gera tað lætt fyri fólk at royna
vegetariskan mat, og at vísa á hvussu
lekkur vegetariskur matur kann vera.
Á síðuni stendur: »Til tín, ið ynskir
at eta meira umhvørvisvinarligt og
ynskir at geva øðrum íblástur til tað
sama«.
Umhvørvisárinini av industrielt
framleiddum kjøti eru stór, og vónin
er at geva føroyingum íblástur til at
velja vegetarisk, um ikki annað, eina
ferð um vikuna.
– Vit eru ikki allar vegetarar,
men vit eru allar mat og umhvørvis
áhugaðar, og vilja fegnar vísa fólki
hvussu lætt tað kann vera at gera
góðan vegetariskan mat, sigur ein av
stigtakarunum handan bólkin.
post@sosialurin.fo