Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 16 tema Føroysk matmentan – Tað kann kennast skeivt og ófólkaligt at takka nei til mat ið fólk bjóða tær. Til allar høgtíðir, veistlur og tá ið fólk annars koma saman, ja, tá eta vit kjøt. Ofta er ógvuliga lítið sum vit vegetarar kunnu eta, og tá ið man situr til borðs við einum tómum tallerki, kann støðan kennast óbehagilig fyri allar partar, sigur Elisabeth S. Olsen, sum seinastu seks árini hevur livað sum vegetar Trupult at vera vegetar í Føroyum Tjóðhild Patursson T að var í 2009, at Elisabeth S. Olsen gjørdi av, at leggja mat sín um til tað, tey rópa vegetariskan mat. Tað var ein saman­renning av fleiri faktorum sum gjørdi, at Elisabeth avgjørdi at gerast vegetarur. Hon fylgdist nógv við fólki, ið vóru vegetarar og vegan­ arar, og sum tosaðu um djóra­rætt­ indi og um viðferðina av djórum í fram­leiðsu av kjøti, mjólk, eggum og øðrum. Eisini gjørdi hon nógv yoga, og innan yogaheimin viðmæla nógv vegatar­iskan kost, serstakliga av heilsu ávum. Harafturat byrjaði hon at lesa Human Økologi á uni­versitet­ inum í Lund, og har lærdi hon um um­hvørvis árinini, sum kunnu stand­ ast av at framleiða kjøt. Sosiala kjøt-trýstið Hesi seks árini Elisabeth hevur verið vegetarur, er hugburðurin hjá føroy­ ing­um til vegetariskan kost nógv broyttur. – Tað er nógv meira fokus á vege­ tar­ismu nú enn tá. Mat­vøru­handlar­ nir hava eitt nógv størri vøruúrval til vegetarar, og føroyingar eru nógv meira til­vitaðir um vegetar­iskan mat. Eg haldi, at hetta er hent sam­stundis við, at størri fokus er sett á velting og land­búnðað. Fólk eru vorðin meira til­vitað um hvat ber til og hvussu nógv ymiskt grønmeti vit kunnu fáa at vaksa. Men hóast matvøruhandlarnir hava eitt fjølbroyttari vøruúrval, og føroyingar eru vorðnir meira til­vit­ aðir um hvat vegetariskur kostur er, so er tað stundum torført at vera vege­tar­ur her heima í Føroyum. Tað kann vera torført sosialt. – Tað kann kennast skeivt og ófólka­ligt at takka nei til mat ið fólk bjóða tær. Til allar høgtíðir, veistlur og tá ið fólk annars koma saman, ja, tá eta vit kjøt. Ofta er ógvuliga lítið sum vit vegetarar kunnu eta, og tá ið man situr til borðs við einum tóm­ um tallerki, kann støðan kennast óbehag­ilig fyri allar partar. At eta skynsamt Elisabeth leggur stóran dent á at eta skynsamt. Men hvussu hongur hetta saman við at eta innfluttar kikkertrar heldur enn føroysk seyðakjøt? – Ja, eg havi hugsað nógv um hatta, og tað er ein komplexur spurningur. Eg kann í øllum før­ um siga, at tað er meira skyn­samt at eta inn­ flutt­ar kikk­ ertrar, enn at eta innfluttan høsnar­unga. Endamálið við prátinum um nýggja lendis­ ætlan og nýggjan land­búnaðar­ politik, átti at verið, at gera Føroyar sjálv­ bjargnar við vist­frøðis­ligum grønmeti«