hósdagur 22. oktober 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
17
Elisabeth leggur tó dent á, at
føroysk seyðahald og ídnaðarfram
leiðsla av til dømis høsnarungum
illa kann samanberast.
– Um vit hugsa um tann før
oyska veruleikan, so kann man siga,
at tann lokala føroyska matvøru
mentanin í summar mátar er óheft
av tí ídnaðarkenda globala matvøru
systeminum, t.d. tann mátin sum
seyðahaldi er skipað. Hetta serliga tí,
at seyðahald í føroyum í flestum før
um er til sjálvforsýning heldur enn til
peningaligan vinning.
Tað, at matvøruframleiðslan í
Føroyum er gjørd á ein sosialan- og
burðardyggan hátt hevur nógv størri
týdning fyri meg, enn at fáa allar
føroyingar at blíva vegetarar.
Men veruleikin er, at føroyingar
eta eina rúgvu av innfluttum vørum,
og at innfluttar vørur oftast fylla
stórsta partin á døgurða tallerk-
inum.
– Úr einum human økologiskum
sjónarmiði er skynsamt at eta mat úr
nærumhvørvinum, serliga um hesin
er framleiddur umhvørvisvinarliga,
vistfrøðiliga og við sjálvbjargni í
huga. Soleiðis sum globala mat
vøruskipanin er samansett nú, er
tað betur fyri umhvørvið um vit
eta vegetariskt. Til dømis er land
búnaðarframleiðslan av kjøti og
øðrum djóraproduktum ein av
høvuðsorsøkunum til veðurlags
broytingarnar. Sigur Elisabeth S.
Olsen.
Soleiðis gerast Føroyar
meira sjálvbjargnar
og mótstøðuførar
Tað er í løtuni nógv prát um at gera
eina nýggja lendisætlan og nýggjan
landbúnaðarpolitik fyri Føroyar.
– Eg haldi at endamálið við prát
inum um nýggja lendisætlan og
nýggjan landbúnaðarpolitik, átti at
verið, at gera Føroyar sjálvbjargnar
við vistfrøðisligum grønmeti. Vandi
er fyri at vit bert tosa um at fáa
»meira burturúr«, tað er mín vón at
vit ístaðin skulu miðja eftir at hava
»nokk«; og at hetta verður gjørt á ein
umhvørvisskynsaman hátt. Nógv
gransking bendir á at minni kjøt og
meira grønt er betur fyri heilsuna. Tað
er gleðiligt, at føroyingar eru farnir at
gera meira við at velta grønmeti, og
eg vóni at hetta positiva nýggja rákið
verður tikið til eftirtektar í nýggja
landbúnaðarpolitikkinum, so
leiðis at Føroyar í framtíðini vera
sjálvbjargnar við heilsugóðum
matvørum.
Høvdu
vit
gjørst meira óheft av
ídnaðarmatvørum úr út
londunum, høvdu vit
eisini verið meira mót
støðufør tá ið altjóða
fígg jarkreppur
raka okkum.
post@sosialurin.fo
»Um vit hugsa um tann føroyska
veruleikan, so kann man siga, at
tann lokala føroyska matvøru
mentanin í summar mátar er
óheft av tí ídnaðarkenda globala
matvørusysteminum«
Elisabeth S. Olsen
– Úr einum human økologiskum sjónarmiði er skynsamt
at eta mat úr nærumhvørvinum, serliga um hesin er
framleiddur umhvørvisvinarliga, vistfrøðiliga og við
sjálvbjargni í huga, sigur Elisabeth S. Olsen
Mynd: Privat