hósdagur 22. oktober 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
18
kostráð
Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur
Tak børnini við í køkin
Barnadansur í Norðurlandahúsinum
Fríggjadagin kl. 20.00 verður dansur fyri børn í Norðurlanda
húsinum. Havnar Dansifelag og Norðurlandahúsið skipa fyri
barnadansi, ið er eitt afturvendandi tiltak, har børn saman við
vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans.
Hetta hendir
um vikuskiftið...
Tekur tú tíni børn við í køkin? Sjálvt heilt smá børn kunnu hjálpa til, og
tað eru fleiri fyrimunir við at lata børnini sleppa upp í part í køkinum.
Tey størru børnini kunnu hava teirra egna
matdag, har tey sjálvi kunnu avgera, hvørjum
borðreiðast skal við, meðan bæði smá og
størri børn kunnu vera við í matgerðini í
gerandisdegnum.
Nógv foreldur vilja gjarna læra teirra børn at gera
mat, men halda ofta at tíðin er ov knøpp ella
at tað er ov stríggið, men jaligar upplivingar við
matgerð í ungum árum eru eitt gott grundarlag
fyri sunnum matarvanum seinni í lívinum. Vaksin,
ið hava verið við í køkinum sum børn, eru ofta
meira áhugaði í at gera sunnan mat enn onnur
vaksin.
Tak børnini við í køkin – tey vilja gjarna vera við
Óttin fyri at børnini koma til skaða í køkinum
heldur kanska nøkrum foreldrum frá at hava
børnini við í matgerðini. Tað krevur sjálvsagt um
hugsni, at lata børn vera við í køkinum, har tað
bæði eru hvassir knívar og heitar grýtur, men tað
kann saktans lata seg gera, og tað gevur nógva
gleði til bæði stór og smá. At byrja við tekur tað
eitt sindur longri tíð, men tað kann skjótt verða
til stóra hjálp og fragd fyri alla familjuna. Kanska
kann tað eisini geva íblástur til at royna nýggjar
rættir – so børn og vaksin saman kunnu læra at
kenna nýggjar rávørur og rættir.
Børn eru fødd forvitin, so loyvið teimum at
uppliva tær mongu síðurnar av matinum. Tá
tey sjálvi hava verið við í matgerðini, eru tey
eisini meira áhugaði at eta matin. Børnini læra
samstundis rávørurnar at kenna og uppliva
hvussu ymiskt rávørurnar kunnu smakka, alt eftir
hvussu tær eru tilgjørdar. Heldur tú barninum
burtur frá køkinum, slóknar forvitni og verður
barnið møguliga meira kræsið og líkasælt hvat
viðvíkur mati.
Her eru nøkur dømi um, hvussu tú kann
loyva børnunum at luttaka í matgerðini:
Frukt og grønmeti
• Vaska, flysa, skera, býta og ríva ymiskt
grønmeti og fruktir sum t.d. gularøtur,
blomkál, eplir, súrepli og appelsin.
Kjøt og fiskur
• Fars: viga tilfar, bróta egg, røra fars og forma
fars til frikadellur ella kjøtbollar.
• Heil stykkir av fiski: skola, skera, raspa ella
koyra fyllu í fiskin.
• Heil stykkir av kjøti: skera, banka ella marinera
kjøt.
Breyð
• Viga tilfar, røra deiggj, skera deiggið í minnið
stykkir, elta og forma deiggið til bollar og
breyð ella pensla.
Børn og reinføri í køkinum
Tá børnini luttaka í matgerðini er tað umráðandi,
at tú lærur tey tær grundleggjandi reglurnar um
reinføri, áðrenn arbeiði í køkinum byrjar. Børnini
skulu læra at vaska hendurnar gjølla áðrenn
matgerð, ímillum skitnar og reinar mannagongdir,
eftir at hava verið á vesi og eftir at hava hosta.
Børnini skulu eisini læra, at ein ikki koyrur
fingararnar í munnin, nøsina ella hári, meðan ein
er í køkinum. At halda ymiskar ráðvørur atskildar
sum t.d. rátt kjøt og egg frá tilgjørdum mati, og
at ein ikki smakkar uppá eitt nú rátt kjøt, deiggj
og líknandi.
Góðan arbeiðshug!
mangt og hvat
Lukas
Graham í
Høllin á Hálsi
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið verður
Ítróttahøllin á Hálsi í
Havn karmur um konsert
við donsku poppstjørnuni
Lukas Graham.
Lukas Graham var eitt
av høvuðsnøvnunum á
Summar Festivalinum í ár,
og fleiri høvdu tá á munni,
at hetta var kanska besta
konsertin nakrantíð á
Vágsbøi.
Sjálvur var Lukas Graham
bergtikin av Føroyum
og føroyingum, og hann
lovaði alt fyri eitt, at hann
ætlaði sær aftur til Føroya
í heyst. Og tað lyftið ætlar
hann sær at halda nú hann
vitjar aftur í Føroyum um
vikuskiftið.
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið fer danski
popparin nevnliga at hava
útgávukonsert í Høllini á
Hálsi í Havn. Talan er um
fyrstu konsertina nýggju
konsertferð hansara.
Konsert...
Modellmynd