Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 19 Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður Norðurlandahúsið karmur heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Fyri tveimum árum síðani gav Føroya Symfoniorkestur okkum møguleikan at hoyra kendu klaverkonsertina eftir Tjaikovskij við framúrskarandi, unga russiska pianistinum Tavel Raykerus. Nú er aftur eitt av heimskendastu verkunum á skránni til heystkonsertina hjá FSO, violinkonsertin av Tjaikovskij (opus 35 í d-dur) við unga amerikanska violinvirtuosinum, Eric Silberger. klumman Simona Weihe Ov nógv pláss til Narcissus Tað er ikki sum at siga tað at fáa lívið av Narcissusi. Hesin heldur keðiligi og ódámligi gamli fýrurin, helst eitt niðurarvað gen, er seiglívaður. Kanska einasta at gera er at venja seg við hann, heldur enn at argast, tá hann stingur høvdið fram – bæði hjá mær sjálvari og øðrum. Bera yvir við honum, og seta hann í skák og mát við at minka um fóðurið. Eg fýlist tó á, at eg í øðrum føri noyðist at gjalda fyri at halda hann mettan og væl settan. Hvussu tá? Jú, hann stórtrívist í almenna miðlinum. Tað má vera hann, sum fær alment lønt fólk at halda tað vera av áhuga fyri fjøldina og public service fyri lisenspengar at fortelja um persónlig áhugamál sum: hvat tey drekka – kaffi ella te, hvønn tónleik tey dyrka, hvat bilmerki tey svørja til, hvat telefonmerki er best og annað trivielt, sum eg ikki minnist beint nú. Fyri ikki at tosa um sms-upplesturin. Treyðugt so, hetta er ikki øll søgan um fongin fyri tær fýra túsund krónurnar. Eg síggi og hoyri eisini sendingar, sum bæði upplýsa og nema meg. Men stóran part av degnum hevur mín miðil lænt uppskriftina frá ókeypis, privat­um miðli, sum er eitt tilboð, eg kann taka av ella lata vera. Nú byrjar so vetrarskráin og júst sum tá eg havi oyðslað alt ov nógvar pengar upp á fjant og fjas, so vóni eg, at onkur við ábyrgd av teim­um fýra túsund krónunum, fær somu kensluna sum eg, at nú má eg taka meg saman. Men eitt sindur av reality eigur at tó at vera pláss fyri. Fer onkur upp á rúmdarstøðina ISS og kemur aftur í øllum góðum, so be my guest. Ikki eitt orð um Narcissus tá! Punkt í Reinsa­rínum Leygardagin hittist føroyskur tónleikur í Tórsgøtu í Reinsa­ rí­num. Har kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleika­ áhugað hitta sínar javnlíkar. Loppumarknaður verður á skránni við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. Eisini vera framførslur, fram­sýningar og framløgur at síggja, og um kvøldið verður veitsla fyri tónleikarar. Til­takið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugað, og tað eru tónleikarar og tón­ leika­áhugað, ið skulu geva tiltakinum innihald. – Hevur tú eitt LP savn, ið tú vilt av við, ella loftaði tú plekt­ aran hjá Leivi Thomsen á Nýggjárs­kon­sert­ini hjá Terja og Føstufressum í 1990, ella trummu­stikkaran hjá Eyðun úr Hatespeech frá Prix Føroyar finaluni í 1997. Ella vilt tú av við tína fuzz pedal ella tín Vox forsterkara, ella vísa fram títt savn av gomlum pall­ pass­um, vit geva tær høvið, at koma við tínum tingum, og høvið hjá øðrum at koma við sín­um forvitni ella keypihugi, siga fyrireikararnir á heima­ síð­uni hjá Reinsarínum. Punkt verður frá kl. 13-18 leygar­ dagin. Tvær útgávu­ konsertir við Eivør Sunnukvøldið verður Norður­ landa­húsið karmur um tvær útgávu­ kon­sertir hjá Eivør Páls­dóttir. Fyrra kon­sert­ in byrjar klokkan 20.00 og seinna klokkan 22.00. Eivør bjóðar á hesum konsertunum til tvær útgávukonsertir. Fløgur­nar Slør og Bridges eru á skránni. Har Bridges er ljós og langtandi er Slør meira rá og reflekterandi. Bridges ber dám av heimlongsli, vinskapi og kærleika. Slør ber hinvegin brá av útlongsli og tráan eftir frælsi. Tróndur Bogason hevur framleitt, Høgni Lisberg stóð fyri beat framleiðslu og afturat teimum leika Mikael Blak, Hallur Johnsson og Angelika Nielsen á plátuni, ið er upptikin í Studio Bloch í Havn. Tekning: Jón Tórur Einersson