hósdagur 22. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
22
Matgerð
Eftir hasselnøtuævintýrið í næst seinasta blaði var
onkur sum spurdi meg hvat hasselnøtumjólk var
TJÓÐHILD PATURSSON
J
ú, tað skal eg siga tykkum! Í
grundini er tað bara hassel
nøtir blendaðar við vatni
(møguliga við eini dadlu og
eittsindur av vanilju og salti). Men
kenna tit kensluna av at úrlitið er
meira enn summurin av einstøku
eindunum? Júst soleiðis er við
hasselnøtumjólk. Hasselnøtumjólk er
himmalsk. Hon er mjúk og bleyt, og
hon smakkar av nougat og av meira.
Eg brúki hasselnøtumjólk sum grund
í smoothies, út yvir havragreytin um
morgunin, út í te og onkuntíð sum
grundin í heimagjørdum baileys.
Heimagjørd hasselnøtu
mjólk/nougatmjólk
Nú eri eg vorðin so heppin at kunna
keypa hasselnøtumjólk í handlunum,
tí tað er absolutt ikki altíð at mín
gerandisdagur loyvir mær at ‘mjólka’
um morgunin. Men tá ið eg havi tíð
at gera nøtumjólk, ja tá er tað tað
reina luksus. Hugsa um okkurt gott
ímeðan tú ‘mjólkar’ - summi siga at
tín sinnisstøða setur seg í matin. Eg
veit ikki um tað passar, men matur
smakkar mær í øllum førum altíð
betur, um eg var í góðum lag tá ið eg
gjørdi hann og um eg eti saman við
fólki eg eri góð við.
Hasselnøtumjólk kann gerast við
ristaðum ella óristaðum hasselnøtum.
Ristar tú hasselnøtirnar áðrenn
smakkar tað meira av nougat, tí kalli
eg tað ofta nougatmjólk.
Til á leið ein litur
100 gr av hasselnøtum
evt 1 daddlu
evt 1 nips av salti
evt 1 nips av vaniljupulvuri
1 litur av vatni
Rista hasselnøtirnar í ovninum í
á leið 15 min við 150 hitastig. Koyr
síðani hasselnøtirnar í ein blendara
saman við restini av tilfarinum.
Blenda ógvuliga væl. Hevur tú ikki
ein sterkan blendara, kanst tú seta
nøturnar á blot í vatninum í nakrar
tímar áðrenn tú blendar, hetta ger
nøturnar bleytari og harvið lættari
at blenda. Tað ber nú til at brúka
mjólkina sum hon er, og um eg
brúki hana sum grund í smoothies,
so plagi eg at steðga her. Um eg
ætli mær mjólkina útí te, útyvir
havragreytin, ella sum ‘baileys’, so
síli eg hana áðrenn eg brúki hana.
Eg brúki ein nøtumjólksposa - ein
reinur nylonsokkur kann óiva eisini
brúkast, og ein vanlig síla tekur
eisini ein part. Eg stoyti mjólkina út
í posan og ‘mjólki’ síðani mjólkina
niður í eitt ílat. Eftir er nøtumassin
- goym hetta, tí hetta er perfekt at
brúka bæði í konfekt, knekkbreyð,
grønmetisbúffum og øllum møgu
ligum øðrum. Mjólkin kann goymast
í kuldaskápinum í 2-3 dagar - men
heima hjá mær hvørvur hon oftast
fyrsta dagin.
Heimagjørt baileys
Til 1 persón
Nú tað er vikuskifti, og tú hevur tíð at
gera heimagjørda hasselnøtumjólk/
nougatmjólk, hví ikki royna heima
gjørt baileys?
1 dl av hasselnøtumjólk/nougatmjólk
1 spsk av td. agavesiroppi (ella annað
søtt, okkurt sum lættliga mlandast
við mjólkina)
1 spsk av sterkt bryggjaðum kaffi
2 spsk av whiskey
1 nips av vanilju
1 nips av kakao
Blenda ella blanda. Servera við nógv
um ísterningum, og tendraðum
stearinljósum.
Tips: Um tú vilt hava tað eyka kremut
kanst tú kóka tað inn, alt uttan
whiskey sjálvsagt. Kóka á lágum hita
til tað er tjúkt og kremut. Lat kólna.
Rør síðnani whiskey útí.
HASSELNØTUMJÓLK
– NOUGATMJÓLK