hósdagur 22. oktober 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
23
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Sjoko-nougat kúlur
Tú skalt nýta:
Hasselnøtumassa frá 1 L av mjólk (á
leið 1,5 dl)
1 spsk av kakaopulvur
1 spsk av hunangi/dadlusiroppi ella
øðrum sum tær dámar
100 gr av bleytum dadlum
10-20 hasselnøtir
Við einum gaffli mosar tú dadlurnar
saman við hasselnøtumassanum,
kakopulvuri og hunangi. Hakka
hesselnøtirnar og rør tær uppí. Rulla
smaár kúlur. Goym í kuldaskápi.
– Smakkar sera væl afturvið
heimagjørdum Baileys.
Nougat-smootie!
Beint nú eru prógvtøkutíðir hjá mær.
Her á Lunds Universiteti brúka tey
ikki so nógv ‘salstentamen’ (altso
próvtøkur í einum sali), men heldur
‘hemtentamen’ - tú fært nakrar
dagar at skriva eina uppgávu heima.
Eg royni at arbeiða so nógv sum
gjørligt fyrrapartin, soleiðis at eg
havi frí seinnapartin og um kvøldið.
Hetta merkir eisini, at tíðin til at gera
mat á middegi verður avmarkað. Tá
er perfekt við smoothies, og hesin
sum smakkar sum nougat, er mín
yndissmoothie hesa prógvtøkuna.
Kanelið og kardemumman minnir
meg á, at nú er veturin og jólini ávegis.
Eg byrji at gleða meg til kalda svenska
kava-veturin, tá ið eg heilt víst fari at
royna eina heita versión av hesum
smakkunum.
Til ein svangan persón ella tvey fólk
sum hava hug til okkurt gott
0,5 L av hasselnøtumjólk/
nougatmjólk
2 frystar bananer
0.5 appelsin
1 tsk av kaneli
1 tsk av kakopulvuri
1 nips av kardemummu
1 pinkalítið petti av ingifer
Blenda
væl
i
e i n u m
s t e r k u m blendara. Servera
sum máltíð til ein, ella sum hugni fyri
tvey.