hósdagur 22. oktober 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
24
Í Miðvági hava tey filosofiskar salonir. Nýggja gistingarhúsið í gamla hotellinum
ætlar sær nevnliga eisini at verða eitt tiltaksstað. Og millum fyrstu tiltøkini
á vetrarskránni eru prátkvøld um evnir sum longsul, skomm og frælsi
Dorit Hansen
K
ann skomm brúkast til
nakað? Er Facebook okk
ara gapistokkur, har vit
skamma hvønn annan?
Er tað skomm at vera gamal?
Skomm. Tað var evnið á filosof
iskari salon á gistingarhúsinum
Magenta mikukvøldið í farnu viku.
Hóast veðrið er í ringum lag hetta
kvøldið, er hugnaliga móttøkuhøllin í
gamla hotellinum full av fólki, tá til
taksfyriskiparin, Sissal Kampmann,
bjóðar vælkomin.
Gestirnir sita kring smá, fronsk
kaffiborð við blómuvasum úr krystalli
og silvurbakkum við sukurskál og
mjólkakrússi. Jógvan D. Hansen,
kvøldsins orðstýrari, reisir seg úr
grønu veloursofuni og leggur út við
at greiða frá muninum á skomm og
skuld. Jógvan er kanska best kendur
frá sendingini Filosoffarnir í Kring
varpinum, og hann stýrir kvøldinum
líka hegnisliga, sum hann ger trupul
evni skillig í útvarpinum.
Í øðrvísi ljósi
Aristoteles hevur sagt, at skommin
situr í eygunum, greiðir heimspeki
lærarin frá. Hon er knýtt at tí, sum
onnur síggja, ella tí, sum vit halda, at
tey síggja. Hann vísir eisini til Sartre
og Weber og lýsir hugtakið á einum
støði, sum øll skilja, men sum eisini
týðuliga varpar annað ljós á evnið
enn tey sálarfrøðiligu og teologisku
ljósini, sum vit annars ofta brúka, tá
vit hugsa um skomm.
Kanska er skommin eitt neyðugt
og nyttugt samfelagsligt amboð, sigur
Jógvan D. Hansen. Kanska er tað eitt
instinkt, sum hjálpir okkum at tillaga
okkum og undirtrykkja egnar lystir
og vera partur av sivilisatiónini.
Fyrr var skammikrókurin eitt
vanligt amboð hjá lærarunum í
skúlanum. Men í dag eru vit komin
eitt sindur longur, ha? Filosoffurin
smílist og leggur upp til nøkur kjak
evni, og tá fólk hava verið uppi við
barrdiskin og fingið sær ost og breyð
á mågestellstallerkarnar og vín í bláu
gløsini, gongur prátið lystiliga, fyrst á
einstøku borðunum og síðani millum
allar gestirnar.
Hví ikki heldur hekla
Men hví skipa fyri einari filosofiskari
salon við tungum, heimspekiligum
evnum? Hví ikki heldur bjóða fólki inn
at hekla fýrkantar ella at fáa positiv
ráð frá onkrum heilsuráðgeva?
– Vit vildu skapa eitt lívsfilosofiskt
rúm, har fólk kunnu samrøða um
viðkomandi og nærverandi evni við
støði í filosofiskum hugtøkum, sigur
Sissal Kampmann, tá eg leiti mær
vesturaftur at forvitnast nakrar
dagar seinni.
– Samrøðan tekur støði í einum
sakligum, filosofiskum grundarlagi,
men viðgerðin er skipað soleiðis, at
øll kunnu vera við.
Í september var evnið longsul,
í november verður evnið frælsi, í
desember takksemi, í januar tvídrátt
ur og í februar siðmenning.
Umframt filosofisku salonirnar,
sum eru einaferð um mánaðin,
verður seinni heimsbardagið eisini
viðgjørdur aftur við morgundrekka
hvønn hósmorgun. Dagin eftir
filosofisku salonina um skomm, var
fyrilestur um týningarlegur.
– Vit skulu ikki bara tosa um tað
góða, sigur Sissal Kampmann av
gjørd.
– Tað trupla er eisini partur av
veruleikanum, og vit hava brúk fyri
seta orð á tað. Tað hevur eisini víst seg,
at filosofisku salonirnar eru fullsettar,
og hóast morgunfyrilestrarnir eru
mitt í arbeiðstíð, so koma eisini nógv
fólk til teir.
Prát í veruliga rúminum
Fram til jóla fylla jólafrokostar nógv
á gistingarhúsinum, men dagligi leið
arin, Brynhild Rebekka Lisberg, sigur,
at ætlanin er, at fleiri tiltøk skulu set
ast á skrá. Í november verða millum
annað singer-songwriter skeið og
open-mic kvøld.
– Tað tekur tíð at venja fólk við
at koma út til tiltøk, og tí hevur tað
týdning, at tey eru reglulig, og at
góðskan er á einum støði, so fólk hava
hug at koma aftur, sigur Brynhild
Rebekka Lisberg.
Hetta regnváta mikukvøldið er
helvtin av gestunum lokal fólk og
helvtin avbygda- og avoyggjafólk.
Fólk loyva sær at vera ósamd, og filo
sofiski inngangurin tykist at gera tað
trygt at tosa um eitt evni, sum annars
lættliga kundi verið nalvapilkandi
pínligt.
Onkur sigur, at hon skammast um
almenna orðaskiftið um muslimar.
Jamen, skal eg skammast um at
vera bangin um framtíðina, sigur ein
onnur. Facebook er ein spískisteinur,
heldur onkur. Tað kann væl vera,
heldur ein annar, men ofta er tað væl
uppiborið og eitt gott amboð at ávara
fólk um, hvussu tey kunnu bera seg
rættari at.
At hittast á filosofiskari salon
er nakað enn nátturðaprát heima í
køkinum, men tað er eisini øðrvísi enn
vanliga kjakið á sosialu miðlunum,
har móttakarar og avsendarar eru
ósjónligir. Tey prátandi á gamla
hotellinum í Miðvági kennast ikki øll,
men tey síggja hvønn annan, hoyra
røddirnarnar og síggja andlitsbráini.
– Og minnist til, at í morgin eru
týningarlegur aftur við morgun
kaffinum, sigur tiltaksfyriskiparin,
tá hon takkar fyri og biður góða nátt.
Tá heimspeki rúmast
í gerandispráti
mentan
Brynhild Rebekka Lisberg, dagligur leiðari á gistingarhúsinum Magenta í Miðvági, og
Sissal Kampmann, tiltaksfyriskipari. Gamla hotellið skal ikki bara vera gistingarhús,
men eisini eitt tiltaksstað, eitt Guest & Event House, sum tey siga á enskum.
Tiltøkini, sum eru sett á skrá í vetur, eru ikki heilt vanlig í føroyskum høpi.
myndir: Dorit Hansen
Filosofiskar
salonir í Miðvági
Eitt mikukvøld um mánaðin
frá kl. 20.00 til 22.00
18. november: Frælsi
16. desember: Takksemi
13. januar: Tvídráttur (splittelse)
17. februar: Siðmenning (dannilsi)
Jógvan D. Hansen hevur upplegg
øll kvøldini
www.magenta.fo