hósdagur 22. oktober 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
25
Glasbúrið
Ummæli
Meinhard Jensen
Glasbúrið, Sprotin, 2015
152 bls., 198 kr.
T
að kom eitt stuttsøgusavn
út nú ein dagin. Tað er ikki
oftari enn so her í Føroy
um. Tað er Sámal Soll, sum
hevur skrivað søgurnar, og Sprotin
hevur givið bókina út. Savnið eitur
Glasbúrið.
Allir setningarnir í fyrsta reglu
broti í hesari greinini byrja við »Tað,«
og tað er stuttsøgusligt. Tað hevur tað
ikki altíð verið. Hemingway fór í gongd
at skriva sínar stuttu søgur í 20unum,
m.a. við Sherwood Anderson sum
fyridømi. Eftirkomarar eru Tobias
Wolff og Raymond Carver og aðrir,
sum hava dugað væl tað einfalda. Ikki
minst Raymond Chandler.
Sámalsa søgur eru eitt sindur tann
vegin. Hann hevur eisini aðrar fyri
myndir málsliga, men frásøgutekn
iskt hevur hann onnur at halda seg
til. Sálardjúpið, marrur, eitt sindur
av ræðusøgum og surrealismu. Har
er nógv av tí í søgunum í savninum.
Eg helt tað var onkur annar,
men internetið sigur, at tað var
F. Scott Fitzgerald, sum segði,
at »Character is plot, plot is
character.« Umsett til føroyskt
sigur tað, at søgugongd og per
sónar eru tað sama. Vit eru áhug
að í søgugongdini, men tað, sum
hendir í søguni, er tað, sum per
sónarnir gera. Hetta kann um
skrivast til »Place is character.«
At staðið og persónurin eru mest
sum tað sama. Er søgan væl skrivað,
so eru staðarlýsingar eisini lýsingar
av persónum.
Tvey tey bestu tingini við søg
unum hjá Sámali í savninum
Glasbúrið eru lýsingar av Havnini og
staði annars og tað, sum ikki ordiliga
er realistiskt. Lýsingarnar av staði og
tað sálarfrøðiliga gera søgurnar sera
realistiskar. Eitt tað besta dømið er
søgan um Petur Oluf Rasmusarson
Norðvík. Hann er ein tilkomin maður,
sum hevur ein veikleika fyri ungum
kvinnum, og har er ein hending inni
í SMS, har sum hann stalkar eina
krambakvinnu. Petur Oluf kemur í
klemmu, og tað spyrst ein hálvavegna
biljagstran burturúr, sum vit kenna
tað frá amerikonskum filmum. Her er
eitt brot úr søguni, sum er tann næsta
í savninum:
Hon koyrdi í einum gráum Grand
Vitara og Petur Oluf Rasmusarson
Norðvík helt seg beint aftan fyri
hana úti á R. C. Effersøegøtu og
allan vegin niðan til Sundsvegin,
men í seinnu rundkoyringini kom
ein bilur ímillum teirra. Hon ætlaði
sær til Hoyvíkar. Hann koyrdi aftan
á henni við einum bili ímillum eftir
Vegnum Langa til Løgmannabreyt,
har hann mátti taka ferðina av, tí
millumbilurin skuldi niðan eftir
Løgmannabreyt. So setti hann
ferðina upp, so hann ikki misti hana
burtur.
Hon snaraði av Vegnum Langa
og fór niðaneftir Inni á Gøtu. [...]
Hann sá hana snara til høgru og
fara eftir fyrsta síðuvegi – Niðaru
gøtu. Petur Oluf Rasmusarson
Norðvík tendraði høgra blunkljós og
steðgaði í einum busslumma.
[...]
Eftir einar tveir minuttir tendr
aði hann vinstra blunkljós og koyrdi
avstað og snaraði til høgru oman
eftir Niðarugøtu.
Einastaðni mitt í gøtuni stóð
grái Grand Vitara-bilurin. Petur
Oluf Rasmusarson Norðvík kendi
nummarplátuna eisini.
Tað vóru eini grøn raðhús við
gulum sprossavindeygum. Umframt
Grand Vitara-bilin stóð eisini ein
Opel Zafira í einum bilskýli heilt nær
vegnum.
Tað, sum Sámal Soll ger væl her, er,
at hann nevnir støðini og nøvnini
á bilunum, og sigur, hvussu húsini
síggja út. Ádam fekk til uppgávu
at geva djórunum nøvn, og tað er
sama uppgáva, sum stuttsøgurit
høvundurin hevur. Hann skapar
ein kendan heim og nevnir alt við
navni. Í A Farewell to Arms sigur
Hemingway: »Tað vóru nógv orð,
sum vóru ótolandi at hoyra, og til
endans var bara tign í staðarnøvnum.
Soleiðis var tað við onkrum tølum og
døgum, og saman við staðarnøvnum
vóru tey einastu orðini, tú kundi siga,
sum høvdu nakra merking. Úrtøkilig
orð sum dýrd, heiður, dirvi og heilagt
vóru ljót samanborin við ítøkiligu
nøvnini á bygdum, vegum, áum,
herdeildum og døgum.« Tað er ilt at
siga, hvørjum tað botnar í, men hesin
ítøkiligi vinkulin til søguna er við til
at geva frásøgnini kvalitet.
Søgurnar eru skrivaðar gjøgnum
fleiri ár, og tær nýggjastu standa
fremst í bókini. Tær eru helst tær
bestu, men tað er eitt gott hugskot
– ein klár visjón – í øllum søgunum.
Viðhvørt eru tvey hugskot í somu
søgu, og tað er eisini fínt.
Nógvar av søgunum eru marrur.
Tað fer frá tí gerandisliga inn í tað
óhugnaliga, og tað riggar altíð væl.
Fleiri av søgunum eru soleiðis, at
man skal ikki lesa samandráttin fyrst,
tí, sum tey ungu siga: man skal ikki
spoila tær.
Tað var planurin at skriva hetta
liðugt uttan at nevna Kafka, og eg
haldi, at tað eydnaðist. Men tað er ein
spurningur, um óhugnin og marrur
nar eru meir Kafka ella meir Stephen
King. Í øllum førum kann Glasbúrið
viðmælast sum eitt gott føroyskt
stuttsøgusavn.
Ummæli av stuttsøgusavninum Glasbúrið hjá Sámali Soll
realisma og
marrur í Havn