hósdagur 22. oktober 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
26
Á MARKINUM
ÁKI BERTHOLDSEN
H
óast brotasjógvarnir
hava verið øgiligir, havi
eg vunnið á teimum øll
um.
Tað sigur 57 ára gamli Klaksvík
ingurin, Pól Sundskarð - sum annars
fyllir 58 hendan leygardagin.
Tað er neyvan ein tann einasti
føroyingur, sum setir so stór krøv til
sín sjálvan, sum hann ger.
Hann krevur so nógv av sær
sjálvum, at hann aftrar seg ikki fyri
at kalla tað ørskap.
– Men hann staðfestir í sama
andadrátti, at hann elskar hetta lívið
og hjá honum snýr tað seg um at
halda fast um tað, hann nú ger.
– Eg havi eitt gott lív við ørskap
inum, sigur hann.
Eitt gamalt orðatak sigur, at ein
skal ikki elta, sum fyri er slóðað.
Tað hevur Pól Sundskarð ikki
gjørt, tí hann hevur sanniliga fylgt
síni egnu slóð.
Og viðhvørt verður eisini sagt, at
onkur gongur í fótasporinum á einum
øðrum, og at maður kemur í mans
stað. Men tað verður seinur dagur,
at nakar gongur í fótasporunum á
Pól Sundskarð.
Pól Sundskarð er rennari. Men
hann er ikki ein vanligur rennari, sum
fær sær nakrar kilometrar í beinið nú
og tá. Hann er heldur ikki ein vanligur
úrvalsrennari, sum venur miðvíst til
eina maratonkapping, onkustaðni í
verðini.
Hann er tað, tey kalla víðgongdur
rennari. Og tað eru rennarar av tí
slagnum, sum halda, at eitt heilt mara
ton, sum er at renna 42,2 kilometrar,
ikki er stórt frægari enn ein mikið
hugnaligur túrur. Men tað sigur ikki
Pól nakað, tí fyri hann er tað at renna
maraton, ikki ein avbjóðing, hann
tímir í holt við.
Spegilin leyg ikki fyri mær
Pól Sundskarð er gamal ítróttar
maður. Hann spældi fótbólt við KÍ
frá 1976 til 1983, og hann fekk eisini
14 landsdystir fyri Føroyar, áðrenn
hann gavst og legði ítróttin á hillina.
Men nøkur fólk koma til eitt
punkt í lívinum, har tey noyðast at
ásanna, at broytingar mugu til.
Hjá Pól Sundskarð kom hendan
løtan ein dagin í 2004, tá ið hann var
46 ára gamal.
Hjá summum kann tað verða
sjúka, ella onnur viðurskifti, tey
ikki hava tamarhald, sum gera, at
broytingar verða neyðugar. Men hjá
Pól Sundskarð var tað rætt og slætt
ein lívsstílur, sum mátti broytast.
Hann sigur, at hetta var ikki ein
niðurstøða, hann kom til so líðandi.
Hetta var ein sannroynd, hann kom
til frá degi til dags.
– Vektin nærkaðist 100 kilo.
Spegilin leyg ikki fyri mær, tá ið eg
hugdi í hann, og eg føldi á mær, at nú
mátti okkurt gerast, sigur hann.
Stutt eftir, tann fyrsta apríl í
2004, læt hann seg á fyrsta sinni í
renniskógvar og fór at venja.
Hann veit heldur ikki, hví hann
akkurát valdi sær renningina, tí tað
lá sanniliga ikki í kortunum.
– Tá ið eg varð yngri og spældi
fótbólt, hataði eg at renna, viðgongur
hann blankt. Men hann varð rættiliga
skjótt bitin av renningini, tað var sum
um at hvør kilometur, kravdi nakrar
afturat - og síðani fekk hann ikki
afturhald.
Fyrsti almenni teinurin, hann rann
alment, var longu á Vestanstevnu í
2004, tá ið hann rann seks kilometrar.
Hann varð rættiliga skjótt so
hugtikin av at renna, at hann fór
renna í loyndum, tí hálvavegna tordi
hann ikki at fortelja øðrum, hvussu
nógv hann rann.
Tá ið hann rann saman við øðrum
seinnapartar, tordi hann ikki at
fortelja teimum, at tá hevði hann
longu runnið 18-20 kilometrar um
morgunin.
Hann sigur, at tann broytti lívs
stílurin sást skjótt aftur á vektini, tí
hann misti 30 kilo upp á eitt hálvt ár.
Men síðani tá hevur hann runnið
ørandi 55.000 kilometrar, ella 5000
kilometrar í miðal um árið. Sostatt
hevur hann runnið meiri enn eina
ferð runt um jørðina, sum er 40.000
kilometrar.
Teir flestu av teimum kilometru
num hevur hann runnið í fjøllunum
kring landið.
Hann kann siga við fullari vissu,
hvussu langt hann hevur runnið,
tí frá fyrsta degi hevur hann verið
ógvuliga nágreiniligur at skráseta
hvønn túr, hann hevur runnið.
Klára nógv meiri
Hendan tíðin, hann hevur runnið
hevur sannført hann um, at tá ið
ástendur, klára vit menniskju nógv
meiri enn vit halda. Og hóast Pól
Sundskarð hevur spent sín kropp
til tey allarytstu mørkini, er hann
sannførdur um, at hann hevur ikki
fingið mein av tí, tí hann livir væl
og er sloppin merkiliga væl undan
skaðum.
– Eftir at hava runnið so nógv
sum eg havi, vildi tað verið ógvuliga
nátúrligt, at onkrir skaðar tóku seg
upp, men eg havi verið ómetaliga
vælsignaður í so máta, heldur Pól
Sundskarð.
Her hugsar hann ikki um neglir
nar, hann hevur mist, upphovnaðar
føtur, eymar vøddar og skurðsl, men
um tað, sum kann metast at vera
heilsuskaðiligt.
– Vit hava nøkur mørk, men tey
eru ikki avgjørd, og er viljin til staðar,
kunnu tey flytast, leggur hann aft
urat.
Longu árið eftir fyrstu kappingina
á vestanstevnu, rann hann sítt fyrsta
maraton í Havn í 2005.
Síðani tá hevur hann runnið 21
maraton afturat, men hann rann
ongantíð aftur so skjótt sum hann
rann tað í Havn, tá ið hann rann teir
42,2 kilometrarnar á tríggjar tímar og
níggju minuttir.
Hvussu tað hongur saman veit
ikki rættiliga frá at siga. Men hann
heldur, at hann hevði vant so nógv,
at hann ivaðist ikki í, at aðru ferð,
hann meldaði seg til maraton, fór
hann gera bart og koma niður um
tríggjar tímar.
Hetta var H.C.Andersen Maraton,
sum var longu tríggjar mánaðir
eftir kappingina í Havn, men tað
miseydnaðist fullkomiliga, tí hann
hevði tríggjar tímar 30 minuttir um
teinin.
Fram til 2009 rann hann 10
maraton afturat, men tá mátti hann
viðganga fyri sær sjálvum, at maraton
var ikki tað rætta fyri hann.
– Tað kann vera stak hugnaligt
at renna maraton, men mær segði
tað púra einki. Eg var alt ov svangur
eftir at renna fleiri kilometrar og
eftir at geva meg í kast við tað, tey
kalla víðgongda renning. Tað er eitt
hugtak fyri rennarar, ið renna longri
enn maratonteinarnar.
Men samstundis visti hann eis
ini, at skuldi hann fara í holt við ta
víðgongdu renningina, kom hann
at vera rættiliga einsamallur. Hann
helt eisini, at hetta var so ørt, at hann
aftraði seg við at fortelja nøkrum tað,
men helt tað mestsum loyniligt.
Tak teg nú saman
Men tað var skjótt, at hann meldaði
seg til ta fyrstu víðgongdu kappingina
sum var at renna 100 kilometrar runt
um Bornholm í Danmark.
– Dóttir var við, og hon súkklaði
aftan á. Vanliga stendur muðurin
ikki stillur á henni, men á hesi ferðini
segði hon ikki eitt orð. Kanska hevur
hon stúrt fyri pápanum, Men tá ið
tað vóru einir 400 metrar, gleppur
knappliga úr henni: Babba, tak teg
nú saman.
Pól Sundskarð sigur, at tey orðini
føldist sum ein stórur lætti akkurát
tá.
Hann sigur, at hetta gav honum
rættiligan smakk fyri víðgongdari
renning, altso at renna teinar, sum
eru longri enn 42 kilometrar – ella
enntá at renna teinar, sum eru yvir
100 kilometrar.
– Tað kravdi nógv meiri venjing og
í tí sambandi mátti eg renna 120 – 150
kilometrar um vikuna undir venjing.
ØRSKAPUR ER
EIN PARTUR
AV MÍNUM LÍVI
Av tilvild er ørskapur vorðin ein fastur táttur í
mínum lívi. Men eg elski tað, og hjá mær snýr tað
seg um at halda fast um lívið, eg nú havi
Eg havi eitt
gott lív við
ørskapinum«
Pól Sundskarð
Á MARKINUM