hósdagur 22. oktober 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
27
NØVN
Tað lá best fyri at gera tað um
morgunin, so fimm dagar um vikuna
fór Pól av húsum klokkan fimm á
morgni, og rann so til klokkan sjey,
áðrenn hann fór til arbeiðis.
Leygardagar og sunnudagar rann
hann so longri túrar, 30 – 70 kilo
metrar.
Hetta var tað …
Hann ásannar, at hetta var eitt
stríggið lív, men hetta var tað, hann
vildi.
Longu árið eftir, í 2010, gjørdi hann
av at melda seg til eina kapping um
at renna sjey maraton í seks dagar á
Bornholm.
Har hendi tað merkiliga hendi, at
tað var á tí síðstu kappingini, at hann
rann skjótast
Samstundis hevði hann fingið
áhuga fyri fjallarenning og í sep
tember og oktober í 2010 rann
hann upp á 10 tey hægstu fjøllini í
landinum upp á 18 tímar. Hetta eru
øll fjøll yvir 800 metrar.
Longu árið eftir. Í 2011, rann hann
fyri fyrstu ferð í 24 tímar út í eitt.
Hetta var á Bornholm og tá kláraði
hann 160 kilometrar, men longu aftur
í 2012, rann hann 181 kilometrar í 24
tímar, hetta var eisini á Bornholm.
Sama árið rann hann 10 ferðir upp
á hvørt av teimum 10 hægstu fjøllini
í Føroyum.
Stóri ósigurin
Hann sigur, at tann fyrsta, stóra
ósigurin fekk hann í 2013.
Hann hevði verið við í eini kapping
um at renna 100 fjórðingar, ella 161
kilometrar í bakkalendi á Bornholm,
har hæddarmunurin var 6000 metrar
tilsamans. Hann hevði eisini verið á
øllum teimum 55 fjøllunum í Suðuroy
upp á tveir dagar, umframt at hann
hevði verið á øllum teimum 340 fjøll
unum í Føroyum upp á eitt hálvt ár
í døgunum frá 10. januar til 10. juli.,
Men so kom tann kappingin, hann
hevði verið spentast upp á av øllum,
og tað var at sleppa við í eini kapping
um at renna úr Athen til Sparta í
Grikkalandi.
– Kappingin kallast Sparthlaton
og teinurin er 246 kilometrar. Tað eru
bara 300 sum sleppa við á hvørjum
ári, so eg føldi meg ógvuliga hepnan,
at eg slapp við. Men treytirnar eru
harðar, tí teinurin skal rennast upp
á minni enn 36 tímar. Teinurin er
býttur sundur í 75 styttri strekki og
tað er eisini tíðarfreist fyri, hvussu
skjótt hvørt strekki skal rennast.
Pól sigur, at hann føldi seg so
væl fyri, at hann helt, at kappingin
í Grikkalandi fór bara at vera ein
avgreiðsluspurningur, sum skuldi
vera krúnan á verkinum hetta árið.
– Tað gekk væl í fyrstuni, men eftir
80 kilometrar gevist eg. Umberingin
eg hevði, var, at tað var ov heitt. Og
tað var heitt, tí hitin var ímillum 28
og 32 stig og av røttum átti eg at verið
nøgdur við at klára 80 kilometrar
undir hesum umstøðunum.
Pól Sundskarð sigur, at tað nívdi
hann illa at koma aftur til Føroya og
ikki hava klárað kappingina. Men
hann setti sær kortini fyri, at hetta
var ein kapping, hann skuldi klára
fyrr ella seinni.
Hann sigur, at hann føldi trongd
til at revsa seg sjálvan fyri ósigurin
í Grikkalandi, og tað gjørdi hann
13. desember í 2013, tá ið hann rann
teir 118 kilometrarnar úr Gásadali til
Viðareiðis – í himmalsins ódnarveðri.
Tað spurdist ein stuttlig hending
burtur úr tí ferðini, sum tey ofta
hevur flent at síðani.
Strekkið, sum fall honum tyngst
at renna var úr Leirvík, í Norðoya
tunnilin.
Konan fylgdi við honum í bili og
tá gav hann henni tekn um at steðga,
so hann fekk latið seg betri í.
Tá ið hann hevur skifr, koyrir
konan undan aftur, og hann rennur
aftan á inn í Norðoyatunnilin.
Pól hevði ikki ansað eftir at ein
kvinnuligur bilførari yvirhálaði tey –
og seinni frætti hann, at søgur vóru
farin at ganga í Klaksvík um, at ein
kona hevði koyrt undan manninum
við Norðoyatunnilin. Ein kvinna
hevði sjálv sæð, at maðurin rann
aftan á bilinum, men konan vildi
ikki steðga…
Pól sigur, at tað 14 tímar at renna
úr Gásadali til Viðareiðis.
Aftan á helt hann fram at renna á
rennibandi teir næstu seks dagarnar,
men so varð hann rættiliga sjúkur við
nógvum fepuri.
– Eg føldi, at eg hevði revsað meg
sjálvan so hart, at eg toldi tað ikki.
Men sjálvur føldi eg eisini, at tað
var netttupp hetta, sum gjørdi, at nú
var eg búgvin at fara undir 2014 við
teimum málum, eg hevði.
Sparthlaton
einaferð afturat
Hann sigur, at longu í januar søkti
hann aftur um at sleppa at renna
sparthlaton í Grikkalandi, tí hansara
størsta mál var at klára tað.
Men áðrenn tað, gjørdi hann av
royna enn einaferð at vita, hvussu
langt hann kundi renna í 24 tímar og
aftur hesa ferð setti hann met við at
renna 186 kilometrar á Bornholm, ella
fimm kilometar longri enn seinast.
– Eg havi fult og heilt tikið leiðsluna í mínum lívi,
og sostatt fái eg gjørt mínar dreymar til veruleika,
sigur Pól Sundskarð, sum hevur avrikað nógv meiri
á sínum øki, enn nakar annar føroyingur
Eg føldi á mær, at nú mátti okkurt
gerast«
Framhald á næstu síðu