Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 122 28 Hann setti sær eisini fyri at taka øll tey 11 fjøllini á Viðoy í einum, og tað gjørdi hann so eisini upp á 12 tímar. Hann tók eisini tey 23 fjøllini á Borðoy í einum og tað kláraði hann upp á 24 tímar. Hann sigur, at hesa ferðina gekk tað nógv betri til Sparthlaton, hóast tað var heitt, góð 30 stig og hæddarmunurin á renniteininum er 1100 metrar, har runnið verður á motorvegi, landavegi, síðuvegi, á grúsi og á skervi, upp á fjøll og niðuraftur. – Størsti skrekkurin var at koma á 80 kilometra markið, tí har mátti eg gevast árið fyri. Men Pól sigur, at føldi seg so mikið væl fyri, at hann vildi at kalla ikki steðga á við steðgiplássinum, sum vórðu gjørd til at skifta klæðir og at fáa vatn, og annað, tí hann stúrdi fyri, at tað fór at verða ov tungt at fáa ferð á aftur. – Men tá ið eg hevði runnið einar átta tímar og var komin 150 kilo­metrar fram á leið, komu tær alvorligu mótbrekkurnar upp á eitt fjall, sum var 1100 metrar. Og har vóru ongar gøtur og tí skuldi rennast á grúsi og á skervi, tí gøtur vóru ongar. Hetta var í bølamyrkri og tá segði kroppurin stopp. Men Pól Sundskarð sigur, at hann veit, at vit orka meiri, enn vit vita. Ein av hansara stóru fyrimyndum er bretski ævintýrarin, Bear Grylls, sum mong kenna úr sjónvarpinum. Bear Grylls sigur einastaðni, at tá ið tú ikki orkar meiri, skalt tú seta ferðina upp. – Tað gjørdi eg, og eg fann eisini útav, at tað ber til. Og í bølamyrkri vann eg á tí brøttu brekkuni niðan á fjallið, sigur Pól Sundskarð. – Tað var minst líka strævið at koma niður aftur. Men tá ið tað manglaði einir 80 kilometrar, og málið so smátt var í eygsjón, føldi eg longu, at nú var sigurin komin í hús. Pól Sundskarð kom á mál upp á 35 tímar og 18 minuttir. Hann leggur afturat, at tann sum var skjótastur, brúkti 10 tímar minni um at renna teinin. Tað mest víðgongda av øllum Pól Sundskarð sigur, at tá ið hendan ferðin var sodnað, var aftur at seta sær mál – og at seta sær enn størri mál. Ein avgerð, hann tók í hesum sam­ bandi, var at taka alla Sandoy upp á tíð og tað gjørdi hann fyrr í ár upp á níggju tímar. Men tað mest víðgongda, Pól hev­u­r gjørt, fór hann í holt við fyrr í ár, tá ið hann meldaði seg til eina kapping um renna 525 kilometrar úr Tønder í Suðurjútlandi, heilt norður til Skagen. Og tað skuldi gerast í seks dagar. – Serfrøðingar við skili fyri slíkum, vóru sannførdir um, at eingin fór at klára tað. Vit byrjaðu leygardag, og hósdagin stóð eg á Grenen, sum er norðasta punkt í Skagen. Tað vóru 16, sum byrjaðu í Tønder, og vit vóru seks, sum komu á mál í Skagen. Pól varð nummar fýra, men serfrøðingar við skili fyri slíkum, vóru sannførdir um, at eingin fór at klára tað. Tað longsta, Pól rann upp á ein dag á hesi ferðini, var 103 kilometrar. Elski tað, eg geri Pól Sundskarð sigur, at tað er ringt at seta orð á, hvaðani motivatiónin kemur. Men hann sigur, at tað, sum hevur avgerandi týdning, er, at umstøðurnar rundan um teg, eru góðar. Tað merkir, eisini, at konan má vera við tær og stuðla tær. Og tað hevur ikki skortað upp á stuðul frá henni, ásannar hann. – Tað er í hvussu so er hetta, eg hvíli í. Men motivatiónin er eisini at gera tað, tú elskar, og at elska tað, tú ger. Og Pól Sundskarð sigur, at hann fer at halda á, so leingi hann kann. Tað ger hann tí, hann følir, at hevur fult og heilt tikið leiðsluna í sínum lívi, og sostatt fær hann gjørt sínar dreymar til veruleika, og soleiðis at hann av álvara fær roynt síni mørk. Hann var ikki ungur, tá ið hann byrjaði. Men hann staðfestir, at tað er ongantíð ov seint at byrja - men altíð ov leingi at bíða, sigur hann. Hann eisini fleiri ferðir runnið í sera vánaligum veðrið. Og hann ásannar, at hann hugsar ikki so nógv um veðrið. – Eg havi ongantíð verið so vátur, at eg ikki eru tódnaður aftur, og eg havi ongantíð verið so kaldur, at eg ikki havi fingið varman aftur, sigur hann. Og hann hevur eisini runnið tann tiltikna teinin úr Gásadali til Viðar­ eiðis einaferð afturat. Men hea ferð var tað í fagrasta veðrið seinasta viku­ skiftið. Hann hugsar sera nógv um trygd­ ina og hevur altíð nokk av vatni við sær. Hann hevur eisini altíð fleiri gps´arar við sær. Eitt er at renna í fagrasta veðri, men tað er eisini ein serliga áhugaverd avbjóðing at renna í mjørka. Pól hevur verið sera íðin at greiða øðrum frá teimum ymsu rutunum, hann hevur runnið upp á fjallatindar. Hann hevur eisini skrásett allar fjalla­tindarnar av nýggjum fyri Um­ hvørvisstovuna, so at vit nú hava nógv nágreiniligari mát av hvørjum fjalli, enn vit higartil hava havt Men Pól staðfestir samstundis, at hann almannakunngerð ikki rutur, sum hann ikki heldur, at tað er ráðiligt hjá vanligum fólki at fara - og hann hevur einki ímóti at vegleiða fólki í hesum sambandi. – Mær dámar sera væl at fyriskipar túrar fyri fólk, sum annars ikki fáa upp í lag sjálvi. Bara higartil í ár hevur hann runnið 3.890 kilometrar og verið upp á 510 fjallatindum í Føroyum. – Eg mangli nøkur heilt fá fjøll, so havi eg verið fýra ferðir á øllum teimum 340 fjøllunum í Føroyum. Pól Sundskarð sigur, at tað er ikki endiliga eitt mál í sær sjálvum. Uttan at ljóða reyputur, er hetta nakað, eg gleði fyri at hvíla meg. Men eg havi serstakliga stóra gleði av at kunna vera saman við øðrum, og at skipa fyri fjallatúrum. Pól Sundskarð veit ikki rættiliga, hvat tað næsta verður, hann fer í holt við. Hann er ikki ein, sum leggur langtíðarætlanir í so máta. – Mína avgerðir fara ikki í nevntd. Eg kann fáa eitt hugskot, so herji eg á, sama hvussu veðrið er. Men kortini væntar hann avgjørt ikki, at hann fer undir ein túr aftur sum tann í Jútlandi fyrr í ár, har hann rann úr Tønder til Skagen. – Tað er kortini ov nógv av tíð góða, heldur hann. ÁKI BERTHOLDSEN Tað er eyðsæð, at kosturin hevur stóran týdning, skal tað bera til at avrika tað, Pól Sundskarð hevur avrikað. Men hann staðfestir, at hann ger ikki so øgiliga nógv burturúr. - Eg brúki bara vanligt vit og skil og syrgi fyri at eta vanligan, fjølbroyttan mat. Kortini skeri eg alt feitt burtur, og vil heldur hava kókaðan, og damp­ aðan mat, enn stoktan. Hann etur heldur ikki skund­ verðar. Samstundis hevur hann lagt alt, sum eitur rúsdrekka fullkomiliga á hillina og hann roykir heldur ikki. – Skuldi eg fingið mær eina øl, føli eg, at tað hevði bara órógva og skert mína orku, so tað lati eg heilt vera við. Proetinpulvur, og annað, nútím­ ans orkugevandi pulvur og drykkir, rørir hann ikki. – Tað kundi eg ikki droymt um. Tað eru reinar pengamaskinur, og tað er ræðuligt at síggja blaðung fólk fylla seg við óneyðugum proteinpulvuri, sigur Pól Sundskarð – Tað er ikki proteinpulvur, ella annað sokallað orkugevandi, sum hevur heiðurin av mínum avrikum. Og tá ið eg klári meg, uttan at eta proteinpulvur, eiga øll at kunna klára seg uttan, sigur Pól Sundskarð. Men tá ið hann rennur, syrgir hann altíð fyri at hava nóg mikið av vatni. Tað er ikki lætt at finna vatn ovast á fjøllunum, so tað er neyðugt at hava tað við. Vanliga drekkur hann ein litur um tíman, tí hann ansar væl eftir, ikki at koma í trot. Tað er einaferð hent, at hevur manglað vatn, og at kroppurin er komin í vatntrot. Tað var á einum fjallatúri har norðuri rundanum Klaksvíkina, og tað var alt annað enn stuttligt. Hann sá yvir seg, hann sá fólk, har onki fólk var. Kortini kann hann ikki lata vera við at flenna, tí tá ið hann kom til hús hendan dagin, helt hann fyri við konuna, at nú var heilt galið við grannanum, tí hann var lagstur á urtapottarnar at eta. So høpisleyst kann mann síggja yvir seg, sigur hann. Pól Sundskarð hevur ein merkisverdan avrikslista. Bara at lesa sum ferðirnar, hann hevur gjørt sum víðgongur rennari, er nokk til at fáa tey flestu at missa ondina Eg brúki vit og skil Eg ansi væl eftir hvat eg etið, men proteinpulvur kundi eg ikki droymt um at tikið Á MARKINUM