hósdagur 22. oktober 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
29
Ofta eru vit vitni til, at tónleikarar hava ført tónlistaliga arvin víðari til nýggja ættarliðið.
Hetta er eisini galdandi fyri Døgg Nónsgjógv, ið misti pápa sín sum átta ára gomul.
Nón er ognað pápanum og vísir okkum, at gott er lagt í beini hjá ungu songkvinnuni
SIGURJÓN EINARSON
F
yri ikki so langari tíð síðani
gav Elinborg Pálsdóttir
eina EP út, ið handlaði
um sorg og tað at sakna.
Níggjunda oktober í ár kom enn
ein persónlig fløga út frá ungari
songkvinnu – hesuferð frá Døgg
Nónsgjógv, sum eisini er ognað pápa
sínum, og har sorg og kærleiki eru í
miðdeplinum. Báðar útgávurnar eru
sera persónligar og vísa okkum, at
hesar báðar songkvinnurnar ikki eru
bangnar fyri at vísa sínar kenslur, ið
eldri ættarlið tykjast hava havt tað
heldur truplari við. Báðar útgávur
vitna um, at okkara ungdómur virkar
til at vera væl fyri, tá sjúka og deyði
kunnu raka einstøku familjurnar, og
at hjálp verður veitt teimum, tá ið
sorgin nívir. Hetta eiga sjálvhjálpar
bólkar her á landi, sum eitt nú Berin,
sín lut í, at veita teimum ungu tey
røttu amboðini at loysa trupulleikar,
ið kunnu standast av sorg, umframt
at familjur eisini eru blivnar betri at
tosa um sorg og sakn, har tað fyrr
heldur var tøgnin, sum valdaði.
Fyrsta fløgan hjá Døgg Nónsgjógv
ber heitið »Nón«, og fevnir um glaðari
eins og stillari løg í singer/songwriter
og popp sjangruni, har stílurin er
í tráð við sangirnar »Tú Tók Mína
Hond« og »Tú Ert Hjá Mær«, sum vit
longu kenna frá Døgg, har serliga
fyrra lagið hevur verið nógv at
hoyrt í loftmiðlunum, har blaðunga
stjørnuskotið av Innan Glyvur átti
ársins besta poppsang í 2014, tá hon
varð heiðrað FMA-heiðurslønini fyri
at hava skrivað ársins sang í "Popp
bólkinum" fyri sangin »Tú Tók Mína
Hond«. Til hesar sangirnar á útgáv
uni, hevur Døgg sungið røddirnar
inn av nýggjum, har røddin nú ljóðar
meira innilig og tilvitað við djúpa og
kremuta ljóðinum. Hetta kemur ser
liga til kennar í báðum áðurnevndu
sangum, eins og vit hoyra tað í sang
unum »Mánin«, »Blá Tár« og seinasta
lagið á fløguni »Túsundtals Ár«, ið Uni
Arge hevur skrivað bæði orð og tekst
til, og sum hann áður hevur givið,
men sum Døgg hevur fingið loyvi til
at geva út á nýggjum, har hon sjálv
syngur. Hesin sangur hevur havt
nógv at týða fyri hana, tí hetta var
ein sangur, ið Birgir dámdi sera væl og
sang hann ofta. Í hesari útgávuni, ið
Døgg kemur sera væl frá, hevur Jens
L. Thomsen sera hegnisliga innsett
gittarspælið frá pápanum, sum er
upptikið á jólum 2003, knapt eitt ár
innan hann doyði. Ein sera passandi
sangur at enda fløguni við, skal sigast.
Tekstirnar á fløguni hevur Døgg
skrivað út frá sorg og kærleika, og
fløgan er ognað pápanum, Birgiri
Nónsgjógv, ið javnan var at hoyra
í útvarpinum og til ymiskar sam
komur, har hann – ofta saman við
øðrum gjáarmanni, Jónsveini Olsen,
á skemtiligan hátt framførdi fólks
ligar sangir við gittara og sangi.
Fløgan er upptikin og ljóðblandað
av Jens L. Thomsen í Støkumørk,
Innan Glyvur, og mastrað av Matt
Colton á Alchemy Mastering í
London. Afturat Døgg, eru Drós R.
Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan
Tausen, Jens L. Thomsen og Marius
Ziska við á fløguni, har tey bæði
framføra frálíka lagið »Ongi Orð«, ið
nokk verður nógv at hoyra í komandi
tíðum.
Til tíðir hoyra vit onkursvegna
pápan, Birgir Nónsgjógv, aftur á
fløguni. Stílurin minnir til tíðir nógv
í form av kassagittaranum, ið var
eyðkendur fyri tónleikin hjá Birgiri,
har gittarspæl og rødd hava eitt tætt
samanspæl. Hetta kemur serliga
til kennar í sangunum »Tú Og Eg«
og »Ringrásin«, ið hevur eitt lætt og
positivt lyndi yvir sær, hóast tekst
urin endurspeglar tankar um til
veruna.
Útgávan er í síni heild rættiliga
melankólsk, men samstundis eisini
positiv á lyndi, har útgávan ber bráð
av, at Døgg er komin eitt stig víðari
við sorgini, og sostatt kann nýta hana
sum ein afturlýtandi lut, tá hugt
verður frameftir. Stillisliga og djúpa
røddin hjá Døgg kann til tíðir ljóða
heldur einsljóðandi á útgávuni, men
í »Ongi Orð« sleppur røddin veruliga
út at spæla – í góðum samljóði við
røddini hjá Mariusi Ziska.
Við átta sangum á áleið tríggjar
minuttir fyri hvønn sang, ið tilsamans
geva okkum einar 24 minuttir av
tónleikaframførslu, er útgávan
heldur stutt. Tað hevði kanska verið
meira passandi við tveimum-trimum
sangum afturat, men so skuldu hesir
sangir passa til fløguna og ikki bert
verðið ífylla.
Í síni heild kemur Døgg væl frá
síni fyrstu útgávu »Nón«, ið eg rokni
við rakar breitt í føroysku fólkasálini.
Samstundis kunnu vit eisini gleðiliga
ásanna, at tónlistarligi arvurin eftir
Birgiri Nónsgjógv verður borin víðari
og eg ivist ikki í, at hann hevði verið
sera errin av dóttrini.
Hóast útgávan fær tríggjar
stjørnur av fimm, so ivist eg ikki í, at
her er meir í væntu frá Døgg. Hetta er
bert byrjanin á hennara tónleikaferð.
TÓNLEIKUR
INNILIGI TÓNLEIKAARVURIN
EFTIR BIRGIRI NÓNSGJÓGV
★★★★★
Ummæli