hósdagur 22. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2015
sosialurin 122
30
Tróndur Arge
H
ann festi sítt navn fast á
føroyska fótbóltskortið,
tá hann saman við hin
um hetjunum stríddi seg
til sigurin í Landskrona móti Eystur
ríki. Við sínum eykendu og neyvu
glíðandi taklingum, hevur hann
mangan steðgað einum lovandi álopi
hjá mótstøðuliðnum.
Leingi var Jan Dam eitt kent
navn í føroyska fótbóltsheiminum.
Serliga drúgvur var hann í barndóms
felagnum HB. Frá 1986 til 2006, við
nøkrum undantøkum, var Jan Dam
fastur partur av HB hópinum. Seks
ferðir var hann við til at vinna FM í
søguríka felagnum, sum hann kallar
størsta felagið í landinum.
Farna kappingarár kom navnið
Jan Dam aftur á føroyska fótbólts
kortð. Hann tók, saman við Milan
Cimburovic, yvir í HB, tá Heðin
Askham legði frá sær.
Nú er tað fallið á 47 ára gamla
fyrrverandi landsliðs-liðskiparan, at
stjórna HB. Tað skal gerast við HB í
hjartanum og høvdinum.
Ræðist ikki HB
Jan Dam er uppvaskin í HB. Hann
kennir HB eins væl og nakar
annar. Hann hevur sjálvur staðið á
bakkanum og ilskast inn á spælið,
tá tað hevur gingið illa. Hann veit, at
steypaskápið er tað størsta og ríkasta
í landinum. Við HB-merkinum kemur
nógv trýst.
– Eg ræðist ikki at verða venjari hjá
HB. Eg kenni HB og havi spælt her í
nógv ár, sigur fyrrverandi liðskiparin
í felagnum.
Síðani aldarskiftið, hevur ongin
venjari sitið longri enn hálvt annað
ár sum venjari hjá HB. Frákoyringar,
ósemjur og mental troyttheit eru
millum orsøkirnar.
– Eg veit, at tað verður gjørt nógv
burturúr tí í miðlunum, men satt at
siga, so hugsi eg ikki um tað, sigur Jan
Dam.
Um eg sigi, at tú ikki verður venjari
hjá HB um hálvt annað ár. Hvat sigur
tú so?
– Tað passar ikki, gleppur úr Jan
alt fyri eitt – og síðani látur.
– Eg kenni fortreytirnar, men nú
mugu vit byggja upp av nýggjum. Tað
krevur tíð og tol frá felagnum og við
haldsfólkunum, sigur Jan Dam.
Hóast byrjanin av samrøðuni snýr
seg um trýst og stutt livitíðina hjá
venjarunum í HB, so er tónin lættur.
Jan er smílandi og javnan verða
armar og hendur brúktar, tá hann
greiðir frá.
Ikki í iva – og tó
Jan Dam er skjótur at taka at taka av,
tá formaðurin í HB ringir og bjóðar
honum evsta venjarastarvið í barn
dómsfelagnum.
– Finnbogi Arge ringdi til mín og
segði, at teir ynsktu at fáa meg sum
venjara í felagnum. Eg var ikki í iva
og tók av, sigur Jan Dam.
Fótbóltur Tað sigur Jan Dam, sum er nýggjur venjari
hjá HB. Hann ræðist ikki stóra trýstið, sum fylgir við
starvinum, men ynskir at fáa tvey ár at byggja felagið
upp av nýggjum. HB skal aftur dúva upp á sínar egnu
Nýggi HB-venjarin
Gev
mær
tíð
ítróttur
Myndir: Álvur Haraldsen