Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2015 sosialurin 122 31 Síðani leggur Jan Dam á. Tá fara tank­arnir brádliga at mala. – Uha, hvat havi eg nú gjørt? Tað vóru fyrstu tankar­ nir aftaná, tí hetta er ein krevj­ andi uppgáva, sigur 47 ára gamli venjarin, sum tó fekk dygg­an stuðul heimanífrá. – Hetta er ein stór upp­gáva, men tað fylgja eisini nógv­ar kenslur við, tí tað er barn­ dóms­felagið, og størsta felagið í landinum, sigur Jan Dam. Samráðingarnar vóru eisini merktar av, at báðir partar ynsktu at koma til eina semju. Gev mær tíð og hav tol Boðskapurin úr HB er ikki nak­að nýtt í føroyskum fót­ bólti. Nú skal dentur leggj­ast á, at menna egnar spæl­arar. Teir ungu skulu fáa møgu­leik­an. Hetta er næstan gull­setn­ing­ urin fyri at tekkjast við­halds­ fólkunum. Filosofiin verður tó skjótt gloymd í tráanini eftir úrslitum her og nú. Soleiðis verður ikki í HB hesaferð, um tað er upp til nýggja venjaran. – Vit mugu byrja av nýggj­ um, og tað fer at taka tvey ár at byggja upp. Vit hugsa ikki um topp fýra ella Evropa enn. Fyrst skulu vit byggja upp av nýggjum, sigur nýggi venj­ari hjá HB, sum ynskir at við­halds­fólkini hava tol við nýggja projektinum. – Eg setti eina treyt, tá eg tók við starvinum. Tað er, at fokus er á at byggja nakað upp, og at talan er um okkara egnu spælarar, greiðir Jan Dam frá og leggur afturat: – Nevndin hevur einki krav sett fram um, at vit skulu røkka topp fýra. Fokus er á at menna okkara spælarar og liðið, sigur Jan Dam. Jan Dam hevur verið venj­ ari hjá U14 dreingjnum í trý ár. Hann er sannførur um, at komandi U16 dreingaliðið hjá HB er vert at hava eyguni eftir. Tað er her, at Jan Dam ynskir at gjógvin millum ung­dóms­ lið­ini og besta liðið verður smalri. HB skal vera skapandi liðið Jan Dam hevur eitt sindur ringt við, at seta orð á seg sjálvan sum venjara. Hann legg­ur tó eina við, at spælarar­ nir skulu ikki vera í iva um, at hann meinar tað hann sigur. – Tað vil siga, at tá vit venja nakað, so skal tað síggjast aftur á vøllinum. So kunnu vit kjakast um, hvat fyri slag av venjara eg eri, sigur Jan Dam greiður á málinum. Hann hevur fingið íblástur frá ungdómsliðnum hjá FCK, har hann var partur av venj­ ara­toyminum hjá Brian Riemer Jannick Breuning. Jan ætlar at leggja stóran dent á at ar­beiða við ser­førleikunum hjá spæl­arunum. – Í so máta verður talvan eisini vaskað rein. Vit hyggja av nýggjum eftir førleikunum hjá spælarunum. Síðani ætla vit at menna serførleikarnar hjá teimum, sigur Jan Dam og leggur afturat; – Tí er ikki vist, at spæl­arar­ nir koma at spæla har, sum teir hava spælt. Tað kemur ann uppá hvar vit halda før­ leik­arnir hjá teimum passa best til at spæla, sigur nýggi HB venjari. Jan Dam hevur eisini ein dreym um, hvat skal kunna sum lið, og sum felag. – Málið er at fáa HB til eitt lið, sum kann skapa dystir­nir, og fáa felagið til at skapa spæl­ arar, so tað er burðardygt, sigur Jan Dam, meðan kaffi­kopp­ur­ in verður tømdur. Tveir brikkar mangla Tað tók sína tíð, áðrenn HB fór at gera um seg við sáttmálum og spælaraflytungum. Nú hava Teitur M. Gestsson, Jóhan T. Davidsen, Jógvan Rói Davidsen, Pál M. Joensen, Bartal Wardum og Christian R. Mouritsen saman við fleiri ungum spælarum longt sátt­málan. Tróndur Jensen og U21 landsliðsmálverjin, Niklas Thomsen, hava skift frá AB, meðan Albert Ellefsen og Magni Mohr eru tengdir at venjara­toyminum sum ávika­ vist hjálparvenjari og krops­ ligur­venjari. Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos og Rógvi S. Holm halda ikki fram, meðan iva­samt er við spælarum sum Andrew av Fløtum, Levi Hanssen og Arnbjørn Hansen. – Vit hyggja í løtuni upp á at fáa ein, kanska tveir spælarar, sum skulu styrkja liðið. Vit hava tó ongan skund og taka onga avgerð í skundi. Nú skulu vit fyrst síggja hvat vit hava at arbeiða við í hópinum, sigur Jan Dam. Boðskapurin hjá nýggja venjararnum er ikki at taka feil av. Jan Dam ynskir tíð, tol og stuðul, til at byggja HB upp av nýggjum. Spurningurin er so, um HB og viðhaldsfólkini hava tíð og tol at geva nýggja venj­ ara­num stuðul um úrslitini ikki fylgja við? – Eg kenni fortreytirnar, men nú mugu vit byggja upp av nýggjum. Tað krevur tíð og tol frá felagnum og viðhaldsfólkunum, sigur Jan Dam »Eg ræðist ikki at verða venjari hjá HB. Eg kenni HB og havi spælt her í nógv ár« Jan Dam, HB-venjari Navn: Jan Christian Dam Føddur: 07-09-1968 Foreldur: Ovi og Marjun Systkin: Bogi, Rannvá og Poul Thomas Unnusta: Anna Elisabeth Iversen Børn: Malia, 4 og Jona, 2 Yrkisleið: (Faroesoccer) 1986-1994: HB 1995: Skansin 1995: HB 1996: KÍ 1997-1999: HB 2000-2001: B68 2002-2004: HB 2005: AB 2006: HB 2007: FS Vágar 2004 A-landsdystir: 39