hósdagur 22. oktober 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
32
EIKGRUNNURIN
ÁRNI GREGERSEN
S
jálvt um kanningin av Eik
grunninum ikki skuldi
fevna um agamál ella um
revsirættarlig viðurskifti
hjá einstaklingum, so gevur drúgva
frágreiðingin frá grein 19-nevndini
greið boð uppá, hví grunnurin fór av
knóranum.
Í greiðum niðurstøðum vísir
nevndin á fleiri mistøk, sum eru
gjørd, bæði alment, men eisini í Eik
grunninum og Eik banka.
Um virksemið hjá Eik Grunninum
2002-2010 heldur § 19 nevndin
• at Eik Grunnurin í fleiri málum
hevur virkað í ósamsvari við
vinnugrunnalóggávuna,
• at í fleiri av hesum málum hevur
grunsnevndin (= bankanevndin)
ikki tikið nóg stór atlit til grunsins
áhugamál,
• at Eik Grunnurin hevur útlutað
til Eik Banka í ósamsvari við við
tøkurnar og harvið eisini í ósam
svari við lóg um vinnurekandi
grunnar,
• at grund er til at halda, at persónar
í Eik Banka í veruleikanum hava
tikið avgerðir, sum nevndin í Eik
Grunninum átti at taka – eis
ini sjálvt um nevndin fyri Eik
Grunnin eftirfylgjandi hevur góð
kent hesar avgerðir,
• at tað er brot á viðtøkurnar, at Eik
Grunnurin ikki gjørdi konsern
roknskap við bankan,
• at tað var brot á vinnugrunnalóg
ina, at Eik Grunnurin ikki bað um
loyvi frá grunnamyndugleikanum,
áðrenn hann seldi P/f Eik Banka
Føroya allar sínar ognir í desember
2010
Verður hugt nærri at, hvat nevndin
sigur, so er vinnugrunnalógin ikki
tikin í fullum álvara og nevndin í
grunninum hevur ikki havt at littil
grunnin, men meira til Eik banka.
Tað vil siga, at tað eru persónar í
Eik banka, sum tóku avgerðir grunsins
vegna, sum nevndin í grunninum átti
at taka. Tað vil ikki siga tað sama sum,
at nevndin í grunninum ikki góðtók
avgerðirnar, men heldur at nevndin
meira blástemplaði avgerðir hjá
øðrum.
Fleiri staðir í niðurstøðunum
verður lagt afturat, at tað var brot á
vinnugrunnalógina at Eik grunnurin
ikki gjørdi konsernroknaskap við
bankan.
Grunnaeftirlitið
Eftirlitið við vinnnurekandi grunn
um var á donskum hondum til 1.
januar 2008, tá ið tað var yvirtikið og
lagt undir Skráseting Føroya. Tað vil
siga, at eftirlitið við Eik grunninum
var í Føroyum, tá ið grunnurin fór av
knóranum.
Um Grunnaeftirlitið sigur grein
19-nevndin:
•
at tað var skeivt, at Skráseting
Føroya játtaði umsókn frá Eik
Grunninum um at sleppa at veita
óavmarkaða trygd fyri Eik Banka
fram til 31.12.2013. Nevndin metir,
at Skráseting Føroya ikki framdi
ta málsviðgerð, ið var neyðug, fyri
at taka avgerð um óavmarkaða
trygd,
• at óvist er tó, um avgerðin hevði
verið øðrvísi, um nøktandi máls
viðgerð varð framd í mars 2010,
tí myndugleikarnir – Finansiel
Stabilitet og Finanstilsynet – ið
høvdu neyvt innlit í Eik Banka,
boðaðu so seint sum 19. august 2010
føroyskum myndugleikum frá, at
tað stóð væl til við Eik Banka,
•
at grunnamyndugleikin og skrá
setingarmyndugleikin longu
beinanvegin áttu at verið varugir
við og at átala, at Eik Grunnurin
ongantíð gjørdi konsernroknskap
við bankan
•
at tað er sera óheppið, at danski
grunnamyndugleikin (sum tann
føroyski fylgir) ikki fyrr enn í 2009
ger vart við, at sparikassagrunnar í
sera stóran mun øll hesi árini hava
tulkað sínar heimildir í ósamsvari
við lóg um vinnurekandi grunnar,
• at grunnaeftirlitið (danskt fram
til 1. januar 2008, og føroyskt eftir
hetta), hóast tað ikki er ella var
lógarkravt, átti at framt neyvari
eftirlit við Eik Grunninum.
Politiska nevndin staðfestir í kann
ingini, at Skrásetingin ikki gjørdi sítt
arbeiðið til lýtar, tá ið hon játtaði Eik
grunninum at sleppa at veita Eik
banka óavmarkaða trygd.
Hinvegin sigur nevndin eisini, at
sjálvt um Skrásetingin hevði havt
eina nøktandi másviðgerð, so er ikki
vist, at komið hevði verið til aðra
avgerð, tí bæði donsku eftirlitini –
Finasiel Stabilitet og Finanstilsynet
– so seint sum 19 avugst 2010 søgdu
føroysku myndugleikunum, at tað
stóð væl til í Eik banka.
Føroyski grunnamyndugleikin
arbeiddi í stóran mun eftir donskum
leisti, men tað var ikki fyrr enn í
2009, at gjørt var vart við, at spari
kassagrunnar ikki fylgdu lógini um
vunnurekandi grunnar.
Lógin var ikki nóg
góð og greið
Í stuttum heldur nevndin, at hvørki
arbeiðið hjá eftirlitinum ella Eik
grunninum var nøktandi, men
samstundis vísir nevndin á, at
lógargrundarlagið var ógreitt og
inkosekvent.
Nevndin sigur:
• at lógarreglurnar um umskipan
av sparikassum til bankar vóru
ógreiðar og sampakkaðu illa við
lóg um vinnurekandi grunnar,
• at lógarreglurnar um umskipan
av sparikassum til bankar hava
ikki verið nøktandi, tí tveir heilt
ólíkir tulkingarmøguleikar hava
verið fyri grunnaleistin, sum er
grundarlagið undir samstarvi
millum grunn og banka,
• at tað var eitt stórt og avger
andi mistak, at nevndin í banka
partafelagnum skuldu velja
meirilutan í grunsnevndini síná
millum,
• at tað var ein vansi, at skráset
ingarmyndugleikin og grunna
myndugleikin fram til 2008 vóru
í hvør sínum landi,
• at tað er ein vansi at eftirlitini
við banka og tilhoyrandi spari
kassagrunni eru undir ymiskum
myndugleikum og í ymsum lond
um,
• at bankar og sparikassagrunnar
áttu at verið undir somu lóg og
undir sama eftirliti,
• at eftirlitið við vinnurekandi
grunnum eigur at verða neyvari
ásett, styrkt og skipað, og ikki
einans at vera eitt legalitetseftirlit,
• at eisini ikki-vinnurekandi grunn
ar eiga at verða skipaðir við lóg
Mest avgerandi niðurstøðan í hesum
partinum er helst, at sjálvandi skulu
bankar og sparikassagrunnar at
vera undir somu lóg og undir sama
eftirlitið.
Atfinningar
Grein 19-nevndin, sum Løgtingið
setti at kanna málið, hevur givið
eina drúgva frágreiðing út í vikuni
viðgjørdi Løgtingið frágreiðingina.
Samanumtikið tók Løgtingið væl
ímótir frágreiðingini, men tikið var
eisini í egnan barm.
Fleiri tingfolk nevndu, at hetta
undir ongum umstøðum má koma
fyri aftur.
Eisini var funnist at donskum
myndugleikum, sum ikki vildu
keva grein 19-nevndini fult innlit í
samskifti, sum hevur veirð um tað
sum hendi í 2010.
-Eg haldi, at her er talan um
eina gølu og eina arrogansu, sum
vit ikki kunnu liva við, sigur Bjørt
Samuelsen, Tjóðveldi og fyrrverandi
landsstýriskvinna við vinnumálum.
– Men eisini her mugu vit taka
í egnan barm og spyrja okkum
sjálvi, hvussu tað ber til, at vit hava
funnið okkum í hesum í so mong ár.
Sjálvandi skulu vit hava fult innlit, tá
ið tað snýr seg um føroysk viðurskifti,
heldur hon.
GROV MISTØK GJØRD TÁ
EIK GRUNNURIN FÓR
Almenna eftirlitið var ikki í lagi, lógargrundarlagið var ikki í lagi og
tað var skeivt at Eik banki og Eik grunnurin høvdu somu nevnd
Joan Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin,
var formaður í kanningarnevndini
Kristina Háfoss, Tjóðveldi, sat í grein 19-nevndini
Helgi Abramhansen, Sambandsflokkurin
sat í grein 19-nevndini
Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum,
gjørdi uppskotið um kanningarnevndina