Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 122 33 Landið onki endurgjald – misti heldur onki ÁRNI GREGERSEN At tað hevði stórari avleiðingar fyri føroyska samfelagið, tá ið Eik banki og Eik grunnurin fóru er stað­fest. Tí var tað upplagt, at Grunna­eftirlitið fór at kanna, hvat tað var sum hendi og hvørjar orsøkirnar vóru til, at Eik grunnurin, sum Skráseting Føroya hevði eftirlit við, fór av knóranum. Hetta arbeiðið var ongantíð gjørt liðugt, tí Løgtingið noktaði at játta pening til at gera kanningina endaliga lidna. Ein ávegis frá­greið­ing var tó løgd fram, men mangl­ andi játtan gjørdi, at arbeiðið ikki kundi halda fram. Vinnumálaráðið skeyt so upp í staðin fyri at seta eina gein 19-nevnd at kanna stóra málið. Grundgevignarnar eru fleiri. Millum annað boðaði fútin frá, at møgulig revsiábyrgd í málinum var fyrnað. Bústjórin segði eisini, at ein endurgjaldsábyrgd helst eisini var fyrnað. Tað var eisini staðfest, at landið ella landskassin ikki kundi koma við nøkrum endurgjaldskravi av tí einføldu orsøk, at landið onki misti, tá ið Eik grunnurin fór. Vinnunevndin segði eisini, at valið av einari grein 19-nevnd hevði við sær, at hon kundi kanna grunnaeftirlitið eins og Eik grunnin. Tað hevði ikki verið heimild til í hinari kanningar­ nevndini, sum grunnaeftirlitið setti. Fyrst setti Grunnaeftirlitið kanning í verk – síðani tók Løgtingið yvir ÁRNI GREGERSEN Kanningin av Eik grunninum og Grunnaeftirlitinum var fyrst og fremst sett í verk, so vit fáa vitan, so vit ikki gera somu mistøk eina aðru ferð. Tað stóð í viðmerkingunum til uppskotið, sum táverandi lands­stýrismaður við vinnu­ málum, Jóhan Dahl, Sam­bands­ flokkurin, legði fyri tingið. 30.september 2010 yvirtók Finasiel Stabilitet Eik banka. Tann dagin mistu øll tey, sum høvdu ognað sær parta­ brøv í bank­anum alt sítt, með­an tey sum høvdu pening stand­andi í bankanum onki mistu. Eik grunnurin átti tá 53,8 prosent av partabrøvunum í bankanum. Rest­ina áttu aðir partaeigarar – mill­um teirra 9000 føroyingar, sum altso mistu tað, sum tey høvdu sett í bankan. Grein 10-nevndin skrivar, at tað ikki bert vóru royndir spekulantar, sum mistu pening, men í stóran mun vanlig fólk. Sum við nýggja rákinum vóru farin at seta pening í partabrøv. Trímanna-nevnd Løgtingið gjørdi av at seta eina trí­manna-nevnd at kanna málið. Beinanvegin var gjørt vart við, at kanningin ikki skuldi fevna um agamáls- ella revsirættarviðurskfiti hjá ein­ stak­lingum. Joen Magnus Rasmussen, Fólka­flokkurin, var valdur for­maður í nevndini, Krist­ina Háfoss, Tjóð­veldi, næst­for­ kvinna og Helgi Abra­hamsen, Sambandsflokkurin, var nevndarlimur. Sigmund Poulsen, advo­ katur, var valdur til kanningar­ ráðgeva og Rannvá Sólheim var settur skrivari hjá nevndini. Frágreiðingin, sum var løgd fram fyrr í summar, er 400 síð­ ur til longdar. Fyrr í vikuni var eitt upp­ skot um kanningina til 1. viðgerð í Løg­ting­inum. Upp­ skotið til samtyktar var so­ ljóð­andi: – Løgtingið tekur til eftir­ tektar viðløgdu frágreiðing frá nevndini, sum sambært § 19 í stýrisskipanarlógini varð sett at kanna alment umvarð­ andi viðurskifti í sambandi við virk­semið hjá Eik Grunninum og eftir­litinum við grunninum. – Løgtingið heitir á lands­ stýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot soleiðis, at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleið­ing­ar, sum hava verið av Eik-gruns­ málinum. Eftir orðaskifti í tingsalinum, var málið beint í vinnunevndina. Hesi mannaðu grein 19-nevnd Í mai í fjør samtykti tingið at seta ein grein 19-nevnd at kanna Grunnaeftirlitið og Eik grunnin Tíðaryvirlit 2002 Eik Grunurin og Eik Banki stovnaðir 2003 2004 2005 2006 Eik Grunnurin minkar so líðandi sín ognarpart í bankanum frá 100% til 62% 2007 Eik Banki verður skrásettur á virðisbræva- skálanum Ognarpartur grunsins minkar til 52% 2008 Januar: Vinnulóggávan verður yvirtikin Nýggj lóg um vinnurekandi grunnar kemur í gildi Grunnaeftirlitið flytur frá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen til Skráseting Føroya 2009 Februar: Dulnevndar klagur um virksemið í Eik Grunninum Gransking sett í verk . Mai: Eik Banki søkir um statsgaranti Juli: Granskingar- frágreiðing um keyp av SPRON partabrøvum Grunnurin fær átalu 2010 Mars: Eik Banki fær statsgaranti . Skrásetingin gevur grunninum loyvi at veita trygd August: FMR fund við Finanstilsynet og Finansiel Stabilitet . „Eingin vandi á ferð“ September: Eik Banki fer av knóranum Desember: Grunnurin selur allar ognir til nýggja bankan og biður um loyvi til likvidatión 2011 Januar: Skrásetingin biður um nærri upplýsingar Mars: Grunnurin konkurs eftir umbøn frá nýggja bankanum November: Skrásetingin setir í verk gransking 2012 2013 Gransking . November 2013: Granskingar- frágreiðing verður løgd fram 2014 Februar: Búroknskapur Mars: Fútin staðfestir revsirættarliga fyrning Mai: Samtykt at seta § 19 nevnd Hetta var gongdin í málinum, sæð yvir tíð