hósdagur 22. oktober 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
34
Óli Jacobsen
MARIA HANSEN:
MAMMAN ÆTTAÐ ÚR NORÐRA
GØTU OG GIFTIST TIL NORÐRAGØTU
Maria kom alt lívið at hava nógv við Gøtu at gera. Tað endaði eisini við, at hon giftist hagar
7. partur
U
m Elspu, sum greitt var frá í
seinasta parti, kann skoytast
uppí, at hon kom heim til Føroyar
í 1950 og búði restina av lívinum í
Norðragøtu saman við beiggjanum Georg.
Óla Jákup mammubeiggi lærdi til
apotekara, og kona hansara Herdis var eisini
apotekari. Tey vóru í Føroyum eitt skifti, og eg
var í húsi hjá teimum. Fyrst vóru tey í Havn, har
tey búði í íbúð hjá Evangeliihúsinum. Klædna
snórarnir vóru omaná sjálvum salinum, so tað
bar ikki til at hanga klæði upp ella taka tey
niður, meðan møti var!
Seinni vóru tey eitt skeið á apotekinum í
Klaksvík, til tey fóru niður aftur.
Abbasonur Óla Jákup er tann kendi danski
sangarin Simon Kvamm. Eg var gumma pápa
hansara, Janus.
Simon hevur onkuntíð verið á G-festival og
hevur tá vitjað sína stóru familju í Gøtu og aðra
staðni í Føroyum.
Fór til beiggjan sum misti konuna
Petur, beiggi mín, misti konuna, Amy. meðan
hann var staddur í Grønlandi. Tey áttu fýra
børn. Hann sendi telegramm heim til mammu
at biðja meg kom heim úr Danmark at taka
mær av húsinum. Tá arbeiddi eg á einum
hotelli í Keypmannahavn. Leiðslan har skilti
væl støðuna. Teir hjálptu mær at fáa ferðaseðil
til Føroya. Tjaldrið var niðri tá. Eg slapp heim
sama dag og kom heim, áðrenn hon fór til
gravar. Tá kom eg at taka hond um børnini.
Sum frá leið fekk fekk Petur eina nýggja
konu, Mary, tá var mín uppgáva lokin. Mary
er eitt av teimum 12 systkjunum í Rituvík, sum
eru komin í Guinness rekord bókina. Tað komu
fýra børn afturat, so tey blivu átta systkin.
Sá Góðanes fara á Flesjarnar
Eg var vitni til eina sera dramatiska hending.
Á Nesi síggja vit beint yvir á Flesjarnar. Hetta
var á kvøldi tann 2. januar 1957 og eg síggi
ljós av einum skipi koma siglandi inn móti
Skálafjørðinum. Vit í húsinum sóðu, at her
var okkurt galið við kósini hjá skipinum, og
knappliga síggja vit, at skipið stendur fast. Tá
var tað íslendski trolarin Góðanes, sum hevði
rent á Flesjarnar á veg inn á Skálafjørðin eftir
føroyingum, sum skuldu við skipinum.
Hetta var sjálvandi ein kvøkkur fyri øll,
ikki minst fyri vitapassaran á Nesi, Kissa á
Torkilsheyggi. Hann fór í skundi at kanna,
um feilurin var, at vitin var slóknaður, men
har lýsti alt, sum tað skuldi! Allir menn vórðu
bjargaðir uttan tann ungi skiparin, sum átti ein
lítlan son. Fyri nøkrum árum síðani var minnis
steinur settur yvir hann á Strondum. Tá var
ættin úr Íslandi við, eisini sonurin.
Til Suðuroyar at halda hús
Eg kom so eina tíð at halda hús hjá ymiskum.
Í 1953 fór eg til Trongisvágs at halda hús hjá
Frants Persson, sum hevði mist konuna. Hann
átti synirnar 11 ára gamla Hilmar og knapt 5
ára gamla Måns.
Hetta kom soleiðis í lag, at Johannes, beiggi
mín, gekk á skiparaskúla í Havn. Ein systir
Frants átti eini hús úti í Hornabø. Hon plagdi
at hýsa næmingum, sum gingu uppá skipara
skúla. Johannes fór at búgva hjá henni. Vit
komu at kennast so væl, og hon fekk meg at
fara suður til Frants og synirnar.
Ein beiggi konu Frants var Poul Johannes
Lindberg, sum gjørdist rættiliga kendur í
Havn m.a. sum sjónleikari. Hann var eina tíð í
húsinum saman við pápa hansara.
Tá ið Poul Johannes eina ferð kom norður
Havnar. varð hann spurdur, hvussu tað gekk
við hesi nýggju arbeiðsgentuni. Hann læt bara
væl at.
Eg var so har suðuri eitt ár, sum eg hevði
lovað. Dreingirnir vildu ofta vitja grøvina hjá
mammu síni. Kirkjugarðurin er heilt úti ímóti
Froðba. Tað var ein langur teinur, so vit plagdu
at súkkla út hagar.
Eiler Djurhuus var sýslumaður og búði við
Rangá í Trongisvági. Eina ferð hevði eg hongt
míni klæði út á snórin omanfyri húsini. Tá eg
so skuldu fara eftir teimum, eru øll klæðini
burtur. Frants fór beinanvegin til Eiler, sum
mundi hava snevilin av, hvør ið tann seki var,
so eg fekk øll klæðini aftur!
Tá eg kom norður aftur, hevði eg Måns við.
Hann var tá um skúlaaldur. Tá varð avrátt, at
hann skuldi búgva hjá fastur síni og ganga í
skúla í Havn.
Vit endaðu bæði í Norðragøtu. Hann gift
ist við Hjørdis hjá Tórði hjá Petur Jakku í
Blásastovu og búsettist undir liðini á verfor
eldrunum. Hann hevur millum annað verið
kommunuskrivari í Gøtu.
Tað er annars uppá dagin 20 ár millum
okkum. Vit eru framvegis ógvuliga væl og
kunnu ynskja hvørjum øðrum tillukku við
føðingardegnum sama dag. Hann er ofta tann
fyrri at ringja.
Hin beiggin, Hilmar, gjørdist so sjúkur og er
deyður fyri nøkrum árum síðani. Hann kom
norður til Gøtu fleiri jól, og tá kom hann altíð
inn til mín.
Siðsøga
Henda myndin er frá seinast í 1960-unum. Maria býr í teimum gráu húsunum beint aftanfyri ítróttarhúsið. Tey reyðu
húsini aftanfyri hjá Mariu er hjá Sámal Petur, og høgrumegin í teimum svørtu húsunum er hjá Eriki, báðir beiggjar