Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 122 35 Komandi partur Í komandi parti verður frásøgn frá lívinum í Norðradali hjá skjótt 95 ára gomlu Onnu á Váli Måns sigur, at »Maria var sera góð við okkum, og sum natúrligt var, knýttu vit okkum tætt til hennara. Eins og hennara ætt á Nesi er hon altíð løtt í sinni og smílandi«. Tíðin komin at giftast Vit koma til 1957, tá giftist eg við Andrias. Vit vóru bæði í búnum aldri. Eg var 29 ár og hann var 45. Hann hevði bygt sær hús, áðrenn vit komu saman, so tað var klárt at flyta inn. Hetta var inni í Kongsbø, sum tað verður kallað, eitt sindur uttari enn gamla bygdin í Norðragøtu. Foreldrini hjá Andrias vóru Hans Petur Hansen (1864-1933) og Elspa Poulsen (1867-1945), ættað úr Syðrugøtu. Johan Símun, abbi míni, var beiggi Hans Petur. Andrias og mamma vóru tískil systkina­ børn. Hans Petur hevði mist bæði foreldrini, tá ið hann var 14 ár. Einans 19 ára gamal tók hann við køks­festinunum. Elspa og Hans Petur fingu 13 børn. Av teim­ um komu tey 10 til. Tað eru heili 24 ár millum elsta og yngsta barnið, og tað vóru um 50 ár millum elsta og yngsta systkinabarnið! Andreas var næstyngstur, føddur í 1911. Níggju av teimum fingu børn, og væl er komið burtur úr. Tá ið skipað varð fyri ættarstevnu í 2002 vóru 772 beinleiðis eftirkomarar. Teir eru sjálvsagt nógv fleiri í dag. Vit blivu grannar til tveir beiggjar hjá Andriasi. Annar var Sámal Petur, sum í 1954 hevði misti konuna frá níggju børnum, fleiri av teim­um vóru smá. Konan var Johanna Malena, dóttir Marina og Zakarias í Mortanstovu. Hin beiggin í grannalagnum var tann yngsti beiggin, Erik, sum var giftur við Lenu, dóttir Gittu og Bernhard í Tjørnustovu. Lena er 87 ár eins og eg sjálv. Í Norðragøtu búðu eisini fleiri av beiggj­ unum hjá Andriasi, sum Elias Sofus, Poul Enok, Palli Jarnskor, og annars eisini nógv av teirra ættarfólki. So tann samlaða familjan í Gøtu var og er stór. Beiggin, Jakku Tróndheim, búsettist í Leirvík, hann fekk eisini nógv børn. Andreas hevði undan krígnum siglt við donskum fiskiskipum. Seinni í tíðini arbeiddi hann í Føroyingahavnini sum hjálpari hjá kavaranum, Amandus Sørensen. Hann sigldi við skipum sum Polarfarið og Esther, og hann sigldi eisini undir krígnum. Seinni í tíðini var hann arbeiðsformaður hjá Gregersen monnunum. Tá fingu vit eisini telefon, sum ein arbeiðsformaður hevði brúk fyri. Elinborg mátti av landinum Fyrsta barnið hjá okkum var Elinborg, fødd í 1958. Hon var so ótrúliga fitt, sum ein dukka. Men tað vísti seg, at hon var menningartarnað. Umframt hetta viknaði sjónin rættuliga nógv. Hetta var í teirri tíðini, tá ið børn í hesi støðu vórðu send niður á stovn, og tað varð Elinborg eisini. Ein lækni var á hospitalinum, hann orðnaði fyri, at øll sum høvdu okkurt brek, skuldu til Dan­markar. Emma Winther var tá lækni í Fugla­firði. Hon helt, at hetta kanska var tað fræg­asta. Um Elinborg varð heima hjá okkum, so fekk hon ikki somu møguleikar at mennast, sum hon kundi fáa í Danmark. Hon kom fyrst á Rødbygård, men haðani varð hon skjótt flutt. Elinborg fór niður við eini sjúkrasystir. Eg minnist so væl, tá ið hon fór avstað við Tjaldr­ inum. Kona pápabeiggja mín, Olga, var við. Hon fór niður við sínum sjúka manni. Hon kom til mín og helt fyri, hvussu ringt hetta var at lata Elinborg fara, seks ára gomul. Tað var tað eisini. Hon hevði tað gott, har hon var. Um­støð­ur­ nar vórðu gjørdar so heimligar, sum tað bar til. Eina ferð kom amerikanska varaforsetafrúan, Muriel Humphrey, á vitjan. Tá varð hon av­ myndað í bløðunum saman við fleiri av børn­ unum, og Elinborg var eitt teirra. Elinborg kom heim í summarferiu og jóla­ feriu. Tað kom altíð onkur við henni. Vit vitjaðu hana eisini niðri. Tað gjørdist møguligt at fáa eitt sindur av stuðli til tað. Eina ferð var eg hjá henni eina viku, og vit høvdu kamar saman. Um hesa tíðina er tað, at felagið Javni verð­ ur stovnað. Eg og Andrias vóru millum teir fyrstu limirnar. Nú ein dagin sigur ein sonur við meg, at »tú gjørdi rætt at læta Elinborg fara niður, annars hevði hon ikki verið so framkomin, sum hon kortini er.« Men tíbetur gjørdist tað politikkurin í Føroyum at fáa tey heim, sum vóru á stovni í Danmark. Tá ið Elinborg var 12 ára gomul kom hon heim at verða. Tá hevði hon verið niðri í 6 ár. Men hóast hetta dugdi hon alla tíðina at tosa føroyskt umframt, at hon eisini dugur væl danskt. Tað vóru tey, sum bara dugdu danskt, tá tey komu heim aftur. Hon fylgir so væl við familjuni, sum nakar ger tað. Tað er ikki tann føðingardagur í familjuni, sum hon ikki minnist. Í dag býr Elinborg í einum sambýli á Fugl­ oyarvegi í Havn. Hon vitjar javnan norð, og buss­førararnir eru so lagaligir at koyra hana til dyrnar. Seinni fingu vit tveir synir. Árant er giftur við Guðny Højgaard. Tey búgva í Norðragøtu og eiga børnini Elsa Maria og Pætur. Hallur er giftur við Lív Troest. Tey búgva í Runavík og eiga Áka, Andrias og Jóhannu. Áki eigur 3 børn. Øll børnini búgva so mikið nær, at eg síggi tey javnan. Andrias doyði í 1994. Komfýrurin orðnaði sjálvur døgurðan Tá ið børnini vóru við at vera undansloppin, fór eg út at arbeiða. Eg hevði fleiri vaskiarbeiði. Men í Gøtu vóru eisini aðrir arbeiðsmøguleikar. Tað, sum í dag er Fiskavirkið í Gøtu, var tá sildavirki. Har arbeiddi eg eitt skeið við at skrædla sild. Tá komu nógv fólk til Gøtu at arbeiða, serliga væl minnist eg oyndfjarðar­ konur. Tað var eisini ógvuliga hugnaligt. Eisini arbeiddi eg eitt skifti við at seyma á Klædnavirkinum hjá Gunnar á Geilabø. Hetta var tá ein vinnulig nýhugsan, sum gekk væl eina tíð, men sum síðan fór fyri bakka. Tá í tíðini var tað ein serlig avbjóðing hjá húsmøðrum við døgurðatímanum millum 12 og 13, tá øll fóru heim at eta døgurða. Men hetta gjørdist ikki nakar trupulleiki við tøknini, sum tá kom. Eg gjørdi døgurðan kláran, áðrenn eg fór til arbeiðis. Eg kundi við eini klokku setast eina tíð, tá ið tendrað varð fyri komfýrinum. Tá ið vit koma heim var døgurðin klárur! Eg havi arbeitt fyri kirkjurnar í Gøtu i 37 ár, tann nýggja kom í 1995. Hetta hevur bæði verið við reingerð og við at vísa fólki kirkjuna. Hetta hevur verið eitt sera gevandi arbeiði. Tá eg gavst varð eg heiðrað av kirkjuráðnum. Tað eri eg fegin og errin um. Tøkk til Mariu Her skal skoytast uppí, at ein systir Mariu, Herdis, giftist eisini til Gøtu. Maður hennara var Per Thomsen í Syðrugøtu. Hann var skipari og doyði ungur. Herdis giftist aftur við Otto Reinert Petersen av Saltnesi, men hann gekk burtur stutt heilt stutt eftir, at tey giftust. Tá kom Herdis aftur til Syðrugøtu. Hetta eru so tey av systkjunum, eg kenni. Tað skal sigast, at Maria og Herdis eru ser­ stak­liga dámligar kvinnur, altíð blíðar og fyri­ komandi. Herdis verður 80 ár í næstum, og her skal høvið nýtast at ynskja henni hjartaliga til­ lukku, hóast tað kanska er í fyrra lagi. Hetta er so endin á hesi frásøgnini hjá Mariu. Hon skal hava tøkk fyri sína áhuga­ verdu frásøgn, sum vit vita, at mong hava lisið við áhuga. Maria og Andrias saman við børnunum Hallur, Elinborg og Árant. Simon Kvamm er í ætt við stóran part av Norðragøtufólki Henda vakra málning fekk Maria sum viðurkenning fyri sítt arbeiðið fyri kirkjuna. Maria tók sær væl av Hilmar og Måns