mánadagur 26. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Spurningurin frá Kára P.
Højgaard, Nýtt Sjálvstýri,
til landsstýriskvinnuna við
kommunumálum, Sirið Sten
berg, um borgarstjórar eftir
hennara hugsan eisini kunnu
sita í Løgtinginum, fekk ting
fólk at taka lut í kjakinum.
Spurningurin kom eftir
at formaðurin í Nýggjum
Sjálvstýri, borgarstjórin í
Klaksvík, Jógvan Skorheim,
ikki fekk loyvi at fara á ting
og samstundis sita sum
borgarstjóri í Føroya næst
størstu kommunu.
Meirlutin í býráðnum í
Klaksvík segði honum korta
nei.
Hetta hendir samstundis,
sum
býráðsformaðurin
í
Havn, Heðin Mortensen, hev
ur fingið loyvið at røka bæði
tingsessin og borgarstjóra
sessin.
Fleiri tingfólk halda, at
hetta er so órímiligt, at reglur
eiga at verða gjørddar fyri
hesum, so allir borgarstjórar
eru eins fyri lógini.
Upp á sjálvan fyrispurn
ingin
segði
landsstýris
kvinnan, at hon dugdi illa
at ímynda sær, at til ber at
røkja tvey so krevjandi størv.
Hetta hóast Pauli T. Peter
sen, tingmaður úr sama
flokki
sum
landsstýris
kvinnan, er borgarstjóri í
Vestmanna samstundis, sum
hann er tingmaður.
Sirið Stenberg vísti eisini
á, at 17 av teimum 33, sum
vóru vald í Løgtingið 1. sep
tember hava royndir úr
lokalpolitikki.
Ber illa til
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálv
stýri, segði, at hjá honum
hevði als ikki borið til at havt
eitt annað starv við síðuna av
tingarbeiðnum. Hann eftir
lýsti, at reglur verða gjørdar,
so allir borgarstjórar eru eins
stillaðir, tá ið tað snýr seg
um at sleppa at røkja bæði
størvini.
Annita á Fríðriksmørk,
Tjóðveldi, var inni á spurn
inginum um at fáa fulla
lønf yri bæði størvini, men
helt samstundis, at tað er
skeivt at taka rættindini frá
borgarstjórunum at slepa at
sita á tingi.
Djóni
Nolsø
Joensen,
Javnaðarflokkurin, helt, at
í einum fólkaræði mugu øll
kunna veljast – eisini borgar
stjórar. Hann nevndi tó, at í
sambandi við løgtingsvalið
vóru fólk spurd um tey hildu,
at borgarstjórar eisini kundu
sita í tinginum.
70 prosent hildu, at hetta
átti ikki at bera til.
– Tað er eitt signal, sumv
it sjálvandi eisini mugu fyri
halda okkum til, segði hann.
Hann helt, at tað er
skilagott,
at
landsstýris
kvinnan mælir til, at for
mennirnir í øllum flokkum
seta seg saman og finna eina
felags loysn á spurninginum
og so leggja hann fyri tingið.
Hann valdi sjálvur
Undir orðaskiftinum í Løg
tinginum var støðan hjá
borgarstjóranum í Klaksvík
fleiri ferðir umrødd.
Býráðið segði honum nei
at røkja bæði størvini.
– Ja, tað er rætt, men hann
valdi sjálvur at halda fram
sum býráðsformaður, held
ur enn at fara í Løgtingið,
segði Elsebeth M. Gunn
laugsdóttur.
Hon er sjálv vald í býráðið
í Klaksvík, men hevur sagt
sessin frá sær.
Óluva Klettskarð, Tjóð
veldi, sum situr í býráðnum
í Klaksvík, var spurd um,
hvussu avgerðin hjá býráð
num var móttikin í Klaksvík.
Hon svaraði, at hon sjálv
andi ikki kann svara fyri all
ar klaksvíkignar, men at hon
merkti ein jaligan hugburð
til, at avgjørt var, at borgar
stjórin skuldi røkja sítt starv
fulla tíð.
Av tí,a t Jógvan Skorheim
ikki fór í tingið, so flutti ein
tingmaður úr Norðoyggjum
í Eysturoynna.
Bárður Kass Nielsen situr
nú á tingi í tingsessinum,
sum Jógvan Skorheim ann
ars var valdur í.
POLITIKKUR
Spurningurin um borgarstjórar eisini kunnu
sita í tinginum fekk tingfólk at taka orðið
ÓSEMJA UM BORGAR
STJÓRAR EISINI
KUNNU SITA Á TINGI
Kári P. Højgaard, Nýtt
Sjálvstýri, setti við
sínum fyrispurningi
ferð á avgerandi kjak
Djóni Nolsø Joensen,
Javnðarflokkurin tók undir
við Sirið Stenberg, sum mælti
til, at floksformennirnir
seta seg saman og fáa
skil á spurninginum
um borgarstjórar eisini
kunnu sita í tinginum
17 av teimum 33, sum
vóru vald á ting 1.september,
hava royndir úr lokalpolitikki