Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 Árni Gregersen Okkara fólkavaldu politik­ar­ ar í Løgtinginum skulu fyrst og fremst hava meiningar og holdningar. Tey skulu ikki fyrst og fremst arbeiða. Politiska skipanin er bygd upp soleiðis, at vit hava lóggevandi vald og so út­ innnandi vald. Fólka­valdu politikararnir, sum hava vunnið sær sess í Løg­ting­ inum skulu gera lógir og so hava vit landsstýrið og um­ sit­ing, sum taka sær av út­ innandi valdinum. Hesin spurningurin tók seg upp, tá ið Løgtingið hevði orðaskifti um, hvørt bý­ráðs­ formenn eisini kunnu sita í Løgtinginum, sam­stundis, sum tey eru for­menn ella for­kvinnur í komm­unu­stýr­ um. Málið tók sedg upp, tí Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálv­stýri, hevði sett eini fyri­spurn­ ingum hes­um viðvíkjandi, til landsstýriskvinnuna við kommunumálum, Sirið Sten­ berg. Undir orðaskiftinum segði Bill Justinussen, Mið­ flokk­urin: – Løgtingslimir eru ikki valdir, tí tey skulu arbeiða. Vit eru vald, tí vit skulu hava meiningar. Tað sama er við borgarstjórum, so eg dugi als ikki at síggja trupulleikan. Hann legði afturat, at tað sjálvandi eigur at hava størri tign at vera valdur í Løgtingið. Tað er í Løgtinginum, at lógirnar verða gjørar, sum avgera hvussu okkara sam­ felag verður skipað. Tí eigur starvið, sum tingmaður ella kvinna at hava hægstu tign­ ina. Onki framleiða Bill Justinussen er tann ein­ asti politikkarin, sum hevur tikið hendan spurningin upp seinastu mongu árini. – Vit eru ikki vald á ting, tí vit skulu framleiða okk­ urt. Vit eru vald at hava mei­n­ingar og hugsanir um samfelagið og hvussu vit skulu innrætta tað. Er tað so­ leiðis, at vit halda, at lógirnar, sum eru galdandi eru tær bestu, so hava vit ikki fyri neðini at gera nakað. Tað er tað, vit skulu hava meiningar um, sigur hann. Hann undirstrikar, at ongin eigur at verða valdur á ting fyri sínar fakligu før­ leikar. – Vit eru ikki handverk­ arar. Tað eru onnur, sum eru sett í starv at útinna tað, sum vit halda skal gerast, sigur hann. Bill Justinussen heldur, at tíðin er broytt og vit síggja meira og meira, at fólk verða vald, tí tey hava ávísar før­ leikar. Hansara áskoðan er, at so­ leiðis eigur tað ikki at vera. – Vit síggja klárt í Dan­ mark, at har verða fólk vald inn tí tey hava ávísar út­ búgv­ingar. Í Fólkating­in­um síggja vit ein hóp av aka­ demik­arum, men eg haldi tað er ein skeiv leið at ganga. Lóggevandi valdið eigur at umboða øll í samfelagnum, heldur enn bert fólk við ser­ ligum útbúgvingum. Stór ábyrgd Bill Justinussen sigur, at tað er alstórur munur á at vera løgtingspolitikkari og so at sita í einum býráð. Býráðs- ella bygdaráðs­ politikkarar eru í veruleik­an­ um eitt slag av umsiting. Tey skulu syrgja fyri, at komm­ unurnar virka, men tey gera ikki lógir. Ta heimildina hev­ ur bert Løgtingið. – Tí eiga tey, sum eru vald í Løgtingið at hava hægstu tign. Tey eru vald inn at smíða lógirnar. Tey skulu millum annað tryggja rætt­ artrygdina í sam­felag­num, tey skulu fordeila virðini í samfelagnum og tey skulu tryggja, at minnilutar eisini fáa sømdir í samfelagnum, sigur hann. Hetta er ein heilt onn­ ur uppgáva, enn tann sum borgarstjórar og kommunal­ politikkarar hava. Miðflokkamaðurin við­ gong­ur tó, at seinnu árini hevur Løgtingið og tjóðar­ ting annars átikið sær ein um­sitingarleiklut, sum í veru­leikanum broytir okkara upp­fatan av lóggevandi, út­ innandi og dømandi vald­in­ um. Fyrst og fremst er tað fíggjarnevndin, sum hev­ ur átikið sær ein um­sit­ andi leiklut, men eitt meira sjónligt dømi er, tá ið Løg­ tingið ásetir fiski­dag­arnar einaferð um árið – Hetta er reint um­sit­ ingar­ligt arbeiðið, sum sjálv­ andi ikki eigur at liggja í ting­inum, men hjá útinnandi myndugleikanum, sum í okkara føri er landsstýrið, sigur Bill Justinussen. Lønin Undir orðaskiftinum um borg­ar­stjórar á tingi, var eisini tosað um lønina hjá teimum, sum eru tingfólk og borgarstjórar. Eftir seinasta val fóru allir borgarstjórarnir, sum vóru valdir á ting, men teir flestu halda eisini fram sum borg­arstjórar. Magnus Rasmussen, Sam­ bandsflokkurin, borgarstjóri í Runavík, hevur tó boðað frá, at hann leggur frá sær sum borgarstjóri 1.januar og í Klaksvík noktaði býráðið Jógvan Skorheim, Nýtt Sjálv­ stýri, at røkja bæði størvini. Hann valdi tí at halda fram, sum borgarstjóri. – Sjálvur haldi eg ikki, at lønin er nakað avgerandi argu­ment í hesum máli. Eg taki undir við Paul T. Peter­ sen, Tjóðveldi, tá ið hann sigur, at talan als ikki er um løn fyri politiskt arbeiði. Talan er um eina samsýning, sigur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at talan er ikki um eitt ávúist tímatal, tá ið tú ert valdur á ting. – Tú velir sjálvur hvussu nógvar tímar tú arbeiðir, men tú ert politikarari alla tíðina. Tú skiftir leiklut í samfelagnum í somu løtu, tú er valdur. Vilt tú arbeiða 18 tímar um samdøgrið, so ber tað væl til, men undir øllum umstøðum er tú fólkavaldur politikkari alt samdøgrið, sigur Bill Justinussen. POLITIKKUR Politikarar skulu hava meiningar Í politisku skipanini eru løgtingspolitikararnir hava meiningar – tey skulu ikki fyrst og fremst arbeiða Bill Justinussen, Miðflokkurin: Árni Gregersen Okkara skipan er sett soleiðis saman, at tey fólkavaldu smíða lógirnar og so útinnir landsstýrið og stovnar tess tað, sum Løgtingið sam­ tykkir. Landsstýrisfólkini eru politi­k­arar, hóast tey hava ov­astu umsitingarligu á­byrgd­ina í aðalráðunum. – Men tey eru politikarar. Tey skulu ikki duga nakað handverk fyri at átaka sær hesa ábyrgdina. Aðal­ráð­ ini eru mannað við fólki við neyðugu fakligur før­leik­ unum, sigur Bill Just­inus­sen, Miðflokkurin. Hann vísir á, at nýggi lands­stýrismaðurin við sam­ ferðslumálum, Henrik Old, Javnaðarflokkurin, er besta dømi um ein politikara, sums tendur á odda fyri einari um­ siting. Hansara førleikar eru ikki fyrst og fremst til um­ siting, men hann er garv­ aður politikkari við nógv­um royndum – serliga í ló­gar­ smíði og at hava meiningar. – Hann skal ikki hava teir umsitingarligu førleikarnar. Hann skal syrgja fyri, at tað sum Løgtingið samtykkir á hansara øki verður útint. Tað skulu embætisfólkini á aðalráðnum og longur niðri í skipanini syrgja fyri. Hann hevur politisku ábyrgdina av, at vilji Løgtingsins verð­ur fylgdur, sigur Bill Justinus­ sen. Nógv av skafti Sjálvt um Henrik Old og rest­in av landsstýrinum ikki hava sitið nógv longur enn fimm vikur, so er nógv hent á økinum hjá lands­ stýrismanninum við sam­ ferðslu. Ferðaætlanir eru broytt­ar og á uppskotinum um eyka­ fíggjarlóg, sum fær viðgerð í Løgtinginum í næstu viku, hevur hann fingið flutt 41 milljónir krónur, so til fer at bera tila t gera Viðar­eiðis­ vegin lidnan. – Hetta er klárt dømi um, at tað als ikki er neyðugt við serligum førleikum fyri at reka politikk. Eina geiða meining, sum ein kann sann­ føra onnur um, er nóg mikið til at fáa ymiskt at henda, sigur Bill Justinussen. Henrik Old er besta dømi um politiska landsstýrismannnin Síðani Henrik Old kom í landsstýrið hevur hann víst, at hann er politikari – ikki umsiting Bill Justinussen, Miðflokkurin, ger vart við, at politikarar skulu hava meiningar – teir skulu ikki hava førleikar og gera ávíst arbeiðið Henrik Old, Javnaðarflokkurin, er besta dømi um ein politikkara, sum hevur ovastu politisku og umsitingarligu ábyrgdina. Hann hevur ikki fakligar førleikar, men er royndur politikkari