Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HPV KOPPSETING HPV KOPPSETINGIN: – HVÍ ER EINGIN HJÁLP AT HEINTA Í FØROYUM? – Tað tykist sum, at føroysku læknarnir ikki vita nóg nógv um hjáárinini av hpv koppsetingini, og tí fær eingin hjálpt okkum her heima. Hví kunnu myndugleikarnir ikki nýta orku upp á at fáa ein lækna at seta seg inn í, hvat hjálpir og ikki, tá ið tað eru tey somu, sum viðmæla okkum at fáa hesa koppsetingina, spyr Rakul Nolsøe í Lágabø. Dóttir hennara er merkt av ógvusligum hjáárinum av hpv koppsetingini, men eingin tilbúgving er í Føroyum, tá ið slíkt hendir Barbara Holm Síðani 2012 hevur 17 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lága­bø merkt avleiðingarnar av HPV koppsetingini. Tað byrjaði í smáum, og verður hugt afturá fyrstu mán­ aðirnar aftaná kopp­set­ing­ ina, so sæst, at beinan vegin vóru hjáárin at hóma. – Fyrstu mánaðirnar aft­ aná var hon ofta heldur illa fyri. Hon svímaði millum ann­að nógv, sigur Rakul Nolsøe í Lágabø, 36 ára gamla mamman at Brynhild. Men í mai í ár bar av. Hjá­ árin­ini lupu á ungu kvinn­ una, og brádliga vóru meira ella minni allir dagar merktir av møði, pínu og vónloysi. Tá var eingin ivi um hjá Rakul, at okkurt álvarsamt var áfatt. Og tær fóru til lækna. – Tá megnaði Brynhild ikki at standa. Hon svímaði lætt og hevði stóra pínu í øllum kroppinum. Flestu dag­arnir klárar hon ikki upp úr songini í berari møði, sigur Rakul. Í heilsuverkinum fór Bryn­hild ígjøgnum allar hugs­andi kanningar og hon vitjaði flest allir serlæknar fyri at koma nærri at hvat tað var, sum bagdi. Blóðroyndir vórðu tiknar í hópatali, og ikki varð liðugt at kanna fyrr enn í august í ár. Og tá vóru boðini alt ann­ að enn nøktandi. – Har er einki galið við henni, søgdu læknarnir. Men eg noktaði at fara heim. Eg visti, at tað mátti altso vera okkurt, tá ið hon var so illa fyri hvønn dag, greiður Rakul frá. Rakul avdúkaði sjúkuna Eingin lækni róði uppundir, at sjúkueyðkennini hjá Bryn­ hild líktist tí, sum hevur ver­ ið frammi aðrastaðni um kvinn­ur, sum hava tikið hpv koppseting, og fingið álvar­ som hjáárin. Hon spurdi sjálv lækn­ar­ nar, um teir hildu tað kundi vera hjáárin av hpv kopp­ seting. Hon hevði lisið um hjáárinini á netinum, og helt fyri, at tað líktist nógv tí, sum Brynhild upplivdi. Rakul kravdi at fáa eina ávísing til ser­lækna í Danmark, og so bleiv. Tað vil siga, at tær hava eina ávísing - men nær tær sleppa framat er óvist. – Vit sleppa í fyrsta lagi framt um eitt hálvt ár. Skal dóttir mín so bara liggja í songini og einki fáa gjørt í seks mánaðir aftrat, spyr Rakul. Í hennara hugaheimi er eingin ivi um, at tað er ikki nóg gott. – Tað tykist sum, at før­ oysku læknarnir ikki vita nóg nógv um hjáárinini av hpv koppsetingini, og tí fær eingin hjálpt okkum her heima. Hví kunnu myndug­ leik­arnir ikki nýta orku uppá at fáa ein lækna at seta seg inn hvat hjálpir og ikki, tá ið tað eru tey somu, sum viðmæla okkum at fáa hesa koppsetingina, spyr Rakul. Hvat nú? Rakul og Brynhild fara ikki at góðtaka, at Brynhild skal bíða í seks mánaðir eftir at fáa hjálp. Hvønn dag trýstur Rakul meira og meira á, fyri at fáa hjálp til ungu dóttrina. – Eg fái ikki góðtikið, at hon skal liggja soleiðis í song­ini í seks mánaðir aftrat, sigur Rakul. Hon sigur seg hava frætt úr danska heilsuverkinum, at tað eru fleiri viðurskifti, sum ein kann fara undir heima við hús, sum kunnu hjálpa kvinnum við hpv hjá­ árinum. Men tað kann ikki gerast uttan ein lækna. – Eg fái ikki gjørt tað sjálv, tað má vera í samráð við ein lækna, sigur Rakul. Hon heldur tað vera ør­ kymlandi, at heilsuverkið í Før­oyum koppsetir ungar kvinnur við hpv, men eru ikki ein vinur í neyðini, um hjáárinini raka. – Vit sita nú bara og bíða eftir at sleppa til Danmarkar, men hon er so sjúk, at eg kann ikki bíða. Er eingin í føroyska heilsuverkinum, sum kann seta seg inní hvussu man kann hjálpa? Ella er eingin serfrøðingur, sum vit kunnu fáa hendan vegin, spyr Rakul. Tað er her sproytan er givið, og tað eigur at vera her, at hjálp kann fáast. barbara@sosialurin.fo­ Rakul Nolsøe í Lágabø Síðani 2012 hevur 17 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lága­bø merkt avleiðingarnar av HPV koppsetingini