Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 HPV KOPPSETING – Vit fara at taka hetta upp Barbara Holm Meðan føroysku myndug­ leik­arnir viðmæla ung­um kvinnum at taka ímóti hpv kopp­setingini, so er so at siga eingin tilbúgving til reiðar, um álva­rsomu hjáárinini vísa sítt andlit. At tað eru hjáárin við kop­psetingini er neyvan nakað nýtt, tí í útlendskum miðlum hava vit frætt ferð eftir ferð um tær kvinnur, sum vera álvarsama sjúkar eftir, at tær hava tikið hpv koppsetingina. Men kortini er eingin til­ búgving í Føroyum. – Tað er ein felags ábyrgd millum okkum og komm­ unu­læknarnar at finna útav hvussu vit skulu møta hjá­ árinum av hpv kopp­setingini framyvir, sigur Johnny í Grótinum. Fyrst og fremst er neyðugt, at relevantu upp­ lýs­ingarnir fyriliggja, um ein kvinna merkir hjáárin av koppsetingini, og harnæst er ney­ð­ugt, at tær kenna seg trygg­ar í Føroyum. – Tað er eingin ivi um, at vit hava serlæknar, sum kunnu vegleiða og hjálpa kvinnum við hjáárinum av hpv koppsetingini, og tað er okkara uppgáva at gera alt vit kunnu fyri at betra um gerandisdagin hjá okkara sjúklingum, sigur Johnny í Grótinum. Um tað finst nøkur til­ búgv­ingarætlan í heilsu­ verk­inum veit sjúkrahús­ stjór­in ikki, men hann leggur dent á, at komandi tíð­ina fer landssjúkrahúsið at halda eitt vakið eyga við møgu­ ligum hjáárinum av hpv kopp­setingini. – Tað er eingin ivi um, at hetta økið fer at vera undir øktum eftirlitið komandi tíðina. Fyrst fara vit at fyri­ reika eina tilbúgving og síðani mugu vit taka støðu til hvat vit kunnu gera pro- aktivt, við at veita kunn­ing og ráð um økið, sigur Johnny í Grótinum. Hann vísir á, at júst í slíkum førum er tað soleiðis, at føroyingar enda í bíðirøð saman við dønum, og tí kann bíðitíðin gerast long. barbara@sosialurin.fo – Í kjalarvørrinum av hesari hendingini kann eg bara staðfesta, at vit fara at seta okkum saman við yvirlæknunum, so vit kunnu taka støðu til hvussu vit skulu handfara slíkt framyvir, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum Sjúkrahússtjórin • HPV-infektiónin kann elva til sjúkurnar kynsvortur, lívmóðurhálskrabba, krabba í kynslimi, endatarmskrabba og mandlukrabba. • 80 % av seksuelt aktivum, hava í teirra lívi havt samband við HPV infektiónina. • HPV smittar seksuelt. • Tær allar flestu infektiónirnar hvørva av sær sjálvum og viðføra hvørki sjúku ella sjúkueyðkenni. • Tú kanst minka um talið av kvinnum við lívmóðurhálskrabba og kynsvortum, við at koppseta ungar kvinnur móti HPV • Dreingir fáa ikki HPV koppseting. Kelda: sundhed.dk HPV er ein stytting fyri Human Papilloma Virus. Tað eru yvir 100 ymisk sløg av HPV virusum. Okkurt slagið framkallar kynsvortur, meðan onnur sløg viðføra cellurbroytingar á lívmóðurhálsinum. HPV er eisini viðvirkandi til krabbamein í endatarminum, í kynsliminum hjá monnum og í mandlunum. Flestu HPV sløgini elva tó ikki til sjúku. Cellubroytingar á lívmóðurhálsinum hava ikki sjúkueyðkenni við sær, og síggjast tí mangan ikki við vanliga undirlívskanning hjá læknanum. Tað er trupult at staðfest hvørji hjáárinini eru av eini HPV koppseting. Sambært danska Sundhedsstyrelsen verður neyvt fylgt við gongdini í málinum, og einaferð um kvartalið gera donsku myndugleikar kanningar fyri at finna fram til hvørji hjáárin standast av HPV koppsetingini. Summi vilja vera við, at avleiðingarnar av hesi koppseting eru munandi meira umfatandi enn myndugleikarnir vilja vera við. Greitt er tó, at koppsetingin kann elva til pínu í vøddum og liðum. Svimbul, vaml, krampar, møði og líknandi. Kelda sundhedsstyrelsen.dk ––––––––––––––––– Síðani HPV koppsetingin varð innførd í donsku skipanina í 2009, hava heilsumyndugleikarnir har fingið 1586 fráboðanir um hjáárin av HPV koppsetingini. 543 av hesum vórðu mettir sum sera álvarsamir tilburðir. Fakta um HPV virus Hvat er HPV? Hjáárin Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum