mánadagur 26. oktober 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyingar uppliva javnan
kendar tónleikarar og góðar
bólkar á palli í Føroyum, men tað
er sjáldan, at vit fáa møguleikan
at uppliva eina slíka stjørnu
sum Lukas Graham – hann er í
toppformi og á gáttuni til altjóða
gjøgnumbrot.
Lukas Graham er fyrst og
fremst ein framúr góður sangari,
og tað er ein fragd at hoyra
hann syngja live. Vokalurin er
í heimsflokki, og líkamikið um
hann skal syngja høgt ella lágt,
friðarligt ella lívligt, so meistrar
hann tað til fulnar – tíðliga sum
seint á konsertini.
Bólkurin, sum er uppkallaður
eftir høvuðsmanninum, spælir
eisini fantastiska væl. Tað er
trygt og sannførandi, og tað er
dygdarpoppur. Eingin gittar
spælari er í bólkinum, men
við trimum blásarum afturat
teimum fýra í bólkinum ljóðar
tónleikurin hjá teimum knasandi
væl.
Sangirnir hjá Lukas Graham
eru persónligir og sterkir. Hann
skrivar í stóran mun sangir um
sítt egna lív og upplivingar.
Hann skrivar um familjuna,
kenslur og saknin eftir pápa,
sum er deyður. Men Lukas
Graham fer eisini út at stuttleika
sær og hava tað gott, og tí er
eisini pláss fyri lívligum popp
sangum.
Lukas Graham hevði tvær
konsertir í høllini á Hálsi um
vikuskiftið. Upprunaliga var
konsertin leygarkvøld sett á
skránna, og hon var útseld,
áðrenn ein dagur var farin.
Síðani var ein eykakonsert
gjørd, tí Lukas Graham vildi
gjarna spæla fyri so nógvum før
oyingum sum gjørligt.
Konsertin fríggjakvøldið var
ikki útseld, men nógv fólk var á
henni, og leygarkvøldið var ein
full høll karmur um konsertina
hjá Lukas Graham.
Framúr
Tað gjørdist eitt stórt tón
leikakvøld leygarkvøldið.
Upphitingin hjá Signari í
Homrum var nógv meiri enn
ein upphiting. Signar hevur
LUKAS ER E
Lukas Graham imponeraði enn einaferð við góðum
sangum og fantastiskari framførslu. Serligt samband
tykist verða millum føroyingar og Lukas Graham, sum
nú stendur á gáttini til veruligt altjóða gjøgnumbrot