Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 IN STJØRNA serstakliga gott tak á áhoyr­ arunum við sínum frálíku sang­ um og framførslum, og tað varð prógvað aftur hetta kvøldið, tá ið fólk sungu líka nógv við til sangirnar hjá Signari sum hjá Lukas Graham. Lukas Graham tók aftur leyg­ ar­kvøldið pallin og áhoyrarnar við stormi. Fleiri høvdu upplivað bólkin á Summar Festivalinum og vistu, at her er talan um bólk í altjóða flokki. Soleiðis var aftur leygarkvøldið, tá ið Lukas Graham frá byrjan til enda imponeraði við fantastiskum sangum og orku­fullari framførslu. Lukas Graham hevði eisini hesaferð tætt samband við áhoyr­arnar, og eisini tann partin dugir hann serstakliga væl. Hann prát­aði við fólk, næstan sum ein vin­maður, og tað var ikki ein feril av hástórum stjørnuatburði yvir honum. Lukas Graham syngur millum fólkið og saman við fólki, og tey elska hann fyri tað. Lívið var sera gott á konsertini. Fólk sungu, dansaðu, klappaðu og hopp­aðu við til sangirnar, og onkursvegna tykist eitt serlig sam­band verða millum føroyingar og Lukas Graham, sum enn eina­ferð lovaði, at teir komu aftur til Før­oya at spæla, tá ið teir fingu ein kjans til tað. Gjøgnumbrot bíðar Lukas Graham hevur støðuga fram­gongd við sínum tónleiki. Bólk­urin røkkur alt fleiri londum, og nú eru øll norðurlondini við. Sangurin Seven Years er júst útgivin kring heimin, og hann kom inn á globala topp 50 listan á Spotify beinanvegin, og tí er stórur spenningur um, hvussu yrkis­leiðin hjá Lukas Graham fer at mynda seg komandi tíðina. Nógv talar fyri, at talan kann gerast um veruligt al­tjóða gjøg­ numbrot, og við plátu­sátt­mála í USA kann tað gera heilt stórt. Líkamikið, um tað verður veru­leiki ella ikki, skulu teir í Lukas Gra­ham verða hjartaliga væl aftur­komnir til Føroya at hava kon­sert. Myndir: Álvur Haraldsen